mánadagur 10. desember 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. desember 2012 · Nr. 144
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað er so javnan at tað frætt
ist um fløskupostar, sum eru
funnir her og har. Fløsku
postar, sum eru tveittir út í
Føroyum, ella fløskupostar,
sum eru funnir í Føroyum.
Annan jóladag í fjør spák
aði eitt húnarpar ein túr í
fjøruni í Kvalvika tætt við
Bodø í Noregi, og har bóru
tey eyga við eina fløsku við
nøkrum pappírum í.
Tað vísti seg at vera ein
fløskupostur, sum ein flokk
ur í Tvøroyra skúla hevur
tveitt út, óvist hvar, men tey
15 brøvini í fløskuni vórðu
øll skrivað 25. januar 2006,
tá børnini hava verið 10 ára
gomul.
Av brøvunum skilst, at tey
ganga í 4. flokki í Tvøroyrar
skúla, og tey, sum skriva ald
ur sín, eru um hetta mundi 10
ár. Tað merkir, at tey í dag eru
eini 16-17 ára gomul.
Brøvini eru koyrd í eina
hálvan litur sodavatnsfløsku,
men tað stendur einki um,
hvar hesin fløskupostur er
tveittur út.
Tey bæði, Annie og Tor
finn
Sivertsen,
siga
seg
fleiri ferðir hava funnið
fløskupostar,
og
hendan
dagin, tey funnu fløskupost
in frá 4. flokki á Tvøroyrar
skúla, funnu tey ein annan
fløskupost, har ein tokferða
seðil frá Oslo var í. Hinvegin
stóð einki um, hvør hevði
tveitt hendan fløskupostin
ella nær hetta var gjørt..
Endaði í Føroyum
Tað undraði tey bæði, at
fløskuposturin var komin
allan tann langa veg úr Før
oyum til Kvalvika í Noregi,
men tað, sum kann undra
minst líka nógv er, at fløsku
posturin endaði aftur í Før
oyum.
Tað er nevniliga soleiðis,
at
í
grannalagnum
hjá
Annie og Torfinn Sivertsen
býr eisini ein kvinna, hvørs
sonur hitti eina føroyska
gentu á Gran Canaria í 1983,
og hesin hevur síðani 1984
búð í Føroyum.
Inni í Vikuskiftinum sæst
grein um hendan mannin,
sum
við
konuni
heldur
silvurbrúdleyp saman við
verforeldrunum, sum halda
gullbrúdleyp sama dag.
Við sær heim til Føroya
hevur
mamma
hendan
mannin fløskupostin – ella
avrit av honum – við heim,
saman við einum klippi frá
lokala dagblaðnum.
Við til søguna hoyrir,
at í fleiri av brøvunum í
fløskupostinum vóru bæði
bústaður og telefon numm
ur skrivað við, og sambært
lokala dagblaðnum ætlaðu
teir báðir finnararnir at sen
da nakrar reglur til børnini,
sum
sendu
fløskupostin
seint í januar mánaði í 2006,
og sum varð funnin smá seks
ár seinni nærhendis Bodø í
Noregi.
Útklippið frá lokala norska dagblaðnum, saman við teimum 15 brøvunum, sum norska parið fann í fjøruni í Kvalvika beint við Bodø 2. jóladag í fjør
Mynd: Álvur Haraldsen
Funnu føroyskan
fløskupost í Noreg
2. jóladag 2011 gingu hjúnini, Annie og Torfinn Sivertsen ein tú í fjøruni í Kvalvika við Bodø, har
tey búgva, og tá rendu tey seg í ein fløskupost, sum er tveittur út í Føroyum 25. januar 2006