mánadagur 10. desember 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 10. desember 2012 · Nr. 144
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tann katólska kirkjan
í Noregi fær støðugt
fleiri limir og er vaksin
sera nógv tey seinastu
árini. Í 2008 vóru 59.350
skrásettir
katolikkar
í Noregi, men tann 15.
oktober í ár var talið
komið upp á 115.234. So
statt er limatalið næst
an tvífaldað eftir fýra
árum.
Til
samanberingar
kann verða nevnt, at í
fjør vóru 106.000 mus
limar í Noregi, og hag
stovan í Oslo sigur, at
katolikkarnir eru fleiri í
tali enn muslimarnir.
Pål Brabak, sum er
prestur í katólsku St.
Olavs-kirkjuni í Oslo,
sigur við kringvarpið
NRK, at nógv teir flestu
katolikkarnir eru inn
flytarar ella eftirkomarar
hjá innflytarum.
– Tað er ikki tí, at
nógvir norðmann skifta
til ta katólsku kirkjuna,
sigur hann.
arni@sosialurin.fo
Lagt til rættis: Árni Joensen
Danir leggja ikki
í lønarhækking
Tað verður eftir øllum at
døma eitt sindur lættari
hjá teimum donsku fak
feløgunum at samráðast
við
arbeiðsgevararnar
næstu ferð um nýggjan
sáttmála. Sambært ein
ari
meiningakanning
siga 59 prosent, at tey
eru nøgd, um tey kunnu
halda fram við somu løn
sum nú, um tað ber í sær,
at tey kunnu varðveita
arbeiðið.
Men kanningin vísir
eisini, at 41 prosent av
teimum spurdu eru til
reiðar at fara niður í løn
fyri at varðveita arbeiðs
plássið. Men tað vilja
onnur 47 prosent ikki.
Arbeiðsmarknaðar
serfrøðingar
siga,
at
kanningin gevur eina
greiða ábending um, at
fólk duga at síggja, at
arbeiðsgevararnir
eru
undir trýsti, og at tey
flestu vilja varðveita
arbeiðið, sjálvt um tað
kann kosta eitt sindur
av inntøkuni.
Nógvir katolikkar
í Noregi
Íslendska skipanin
er tann besta
Ein
meiningakanning,
sum ísraelska reiðara
felagið skipaði fyri, vísir,
at nógv tey flestu halda
ta íslendsku fiskiveiði
skipanina
vera
betri
enn tilsvarandi skipanir
í øðrum londum.
Næstan 72 prosent av
teimum spurdu svaraðu,
at tann íslendska skip
anin er tann besta. 11,2
prosent hildu, at hinar
eru líka góðar, og 17,1 pro
sent svaraðu, at onnur
lond hava betri skipanir,
enn Ísland hevur.
Fólk
vórðu
eisini
spurd, hvussu stóran
týdning tey halda fiski
vinnuna hava fyri tað ís
lendska samfelagið. Her
svaraðu 97 prosent, at
fiskivinnan sera stóran
ella avgerandi týdning.
arni@sosialurin.fo
Kujalleq kommuna hevur
valt at lýsa húsini til sølu, tí
tey eru í so mikið vánaligum
standi, at tað loysir seg ikki
fíggjarliga fyri kommununa
at seta tey í stand, sigur grøn
lendska kringvarpið. Av tí
sama eru húsini ikki klár at
flyta í, og keypararnir fáa
tvey ár til at gera tað, sum
skal gerast við tey.
Í summar lýsti kommunan
fimm hús til sølu, og tá
freistin at bjóða rann út síðst
í september, lógu tey hægstu
boðini um 2.000 krónur.
Umsitingin
í
Kujalleq
kommunu
hevur
mælt
kommunustýrinum til at
taka av boðunum, sigur
KNR.
Selja hús fyri 2.000 krónur
Kujalleq kommuna í Grønlandi hevur lýst nakrar eldrabústaðir til
sølu, og nógv bendir á, at húsini fara fyri einar 2.000 krónur hvørt
254 sjúkrarøktarfrøðingar á
Landsspítalanum hava sagt upp
Sjúkrarøktarfrøðingarnir á Landsspítalanum í Reykjavík kunnu
ikki góðtaka áhaldandi sparingar, og hendir eingin broyting, fer
á leið fimti hvør teirra úr starvinum um tríggjar mánaðir
Higartil í ár hava 254 av teim
um 1.348 sjúkrarøktarfrøð
ingunum á Landsspítalanum
sagt arbeiðið frá sær, og
hendir einki, sum kann fáa
teir at broyta hugsan, koma
uppsagnirnar í gildi 1. mars
næsta ár.
Fíggjarkreppan, sum tók
seg upp í Íslandi á heysti í
2008, noyddi tað almenna
at fremja sera umfatandi
sparingar á øllum økjum,
og sjúkrahúsverkið slapp
ikki undan. Hjá Landsspítal
anum
í
Reykjavík
hava
sparingarnar merkt, at játt
anin til sjúkrahúsið var 23
prosent minni í fjør enn í
2007. Í pengum svarar tað
til, at í 2011-prísum hevur
sjúkrahúsið mist 32 milliardir
íslendskar
krónur
síðani
2008.
Í einari frágreiðing, sum
leiðslan á Landsspítalanum
kunngjørdi í gjár, stendur,
at sparingarnar eru framdar
í verki við at skerja starvs
fólkatalið, einum sera varn
um innkeypspolitikki og øðr
um umfatandi broytingum
innan raksturin. Í hesum
sama tíðarskeiði eru lønirnar
hjá starvsfólkinum minkaðar,
men hesum slepst ikki undan,
tí lønirnar svara til 70 prosent
av rakstrarútreiðslunum.
– Við vælvild og tolsemi
frá starvsfólkinum hevur
tað eydnast at halda fíggjar
ætlanina tvey ár á rað og
vónandi eisini í ár, skrivar
leiðslan í frágreiðingini.
Íslendskir fjølmiðlar siga,
at nógvir av teimum sjúkra
røktarfrøðingunum,
sum
hava sagt upp, eru fólk við
serútbúgving, og leiðslan á
Landsspítalanum viðgongur,
at støðan er sera álvarssom.
Leiðslan sigur, at hon hevur
samband við stjórnina fyri at
fáa eina loysn.
– Hetta er sera álvarssamt
bæði fyri sjúkrahúsið og
sjúklingarnar, sigur leiðslan.
arni@sosialurin.fo
Arbeiðsumstøðurnar á íslendska Landsspítalanum eru ótolandi av
áhaldandi sparingum, og 254 sjúkrarøktarfrøðingar hava sagt upp
Mynd: Morgunblaðið