Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. desember 2012 · Nr. 144 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jógvan Arge Í summar vóru fimmti ár síðani dreingjaliðið hjá HB sum fyrsta føroyska ungdómslið í fótbólti var uttanlands og royndi seg. Hetta var ein forkunnug og drúgv ferð til Íslands í august 1962 hjá 16 vónríkum dreingjum, sum spældu á dreingaliðunum í Havn. Vit vóru 14 úr HB og høvdu lænt tveir B36arar at styrkja okkum við. Sjálvur var eg yngsti maður í ferðini og John Eysturoy næst­ yngstur. Í eldra endanum vóru Sverri Jacobsen, Baldvin Bald­vins­ son og Knút Thorsvig. Sjálvur var eg akkurát fyltur 15 og kom­in á dreingjaliðið hetta sama summ­ arið. Hinir høvdu allir spælt eitt, tvey ella trý ár frammanundan, og fleiri høvdu verið føroyameistarar í dreingjadeildini í 1961 við HB, so vón­irnar til liðið vóru góðar. Samarbeiði við Víking HB hevði gjøgnum fimmtiárini havt samarbeiði við felagið Víking í Reykjavík, ið hevur somu reyðu/ svørtu búnar sum HB. Hugsi mær, at okkara ferð var sprottin úr hug­ inum hjá bæði Víkingi og HB at lata teir ungu sleppa at at royna seg á útivølli. Fyrsti fótbóltsdystur, sum ís­ lendskt lið yvirhøvur spældi utt­an fyri egnar landoddar, var í Før­oyum í 1930. Teirra sigur á føroyska landsliðnum í Gundadali ólavsøkudag 1930 er væl og virði­ liga skrásettur í íslendsku ítrótta­ søguni. Í 1952 hevði HB boðið Víkingi til Føroya. Tá vunnu íslendingarnir. Í 1954 spældi eitt lið úr HB og B36 móti Víkingi í Reykjavík. Havnar­ liðið vann. Formaður í Víkingi frá 1948 til 1953 var Haukur Eyjolfsson. Í 1959 var hann ferðaleiðari hjá hond­ bólts­gentum úr Víkingi, tá tær vitj­ aðu í Føroyum. Haukur var aftur í nevndini í Víkingi í 1962, og hann var maðurin, sum okkara ferðaleiðari í Íslandi, tann vinsæli KFUM-skrivarin Jó­ hannes Álvheygg, hevði mest við at gera. Haldi hann át heima hjá Hauki og alt, sum Álvheygg skuldi orðna, varð gjørt gjøgnum Hauk. Vitjan úr Íslandi Summarið 1962 var hendingaríkt. Vit vandu sum ongantíð áður. Stund­um hvønn einasta dag. Havi neyvan verið betri fyri enn tað sama. Vit skuldu ikki bert til Ís­ lands at spæla í tríggjar vikur í august, men fingu eisini vitjan av dreingjaliði Víkings í eina viku miðskeiðis í juli. Teir búðu privat hjá okkum spælarum. Hátíðardámur var í Gundadali til hesar dystirnar. Gott summarveður, væl ruddaður og kálkaður grús­ vøllur, øll fløgg uppi og nógvir spentir áskoðarar at vita, hvussu dreing­irnir fóru at standa seg móti útlendskum liði. Ikki minni eggjandi varð alt hetta av, at vit púra óvæntað fingu nýggjar reyðar troyggjur og nýggjar stríputar hosur til okkara búna. Tá á døgum var tað óhoyrt at fáa ítróttaklæðir. Gevarin var ónevndur, søgdu teir, men onkur helt fyri, at Hans á Lag hjá Essaba mundi hava ein stóran fingur við í spælinum. Vanligt var tá, at menn og dreingir hjálptust við at arva troyggjur, sum vóru blivnar ov smáar hjá øðrum, ella frá monnum, sum vóru givnir. Vinstri halfurin á 1. liði og stundum landsliðnum Marius Johan Jensen lat mær tíðliga sína reyðu/svørtu dreingjaliðstroyggju. Tá var eg stoltur. Tað var min ein­asta ordiliga HB-troyggja. Stórsigrar í Gundadali Víkingur spældi tríggjar dystir í Føroyum. Tann fyrsti var móti HB. Vit vunnu 4-0. Spældu sum einglar, og fagnaðurin var stórur. Annar dysturin var móti B36. Víkingur vann 1-0 við máli, sum tann ágrýtni miðframherjin við einum armi, Jó­hannes Tryggvason, nevndur Dengsi, skoraði. Møguliga var tað við brotssparki. Seinasti dysturin var móti bý­ liðnum, har HB átti meginpartin av manningini. Í døgurðatímanum hendan dagin kom formaðurin í HB Harry Lava út á Bacalao at geva mær boð um, at eg skuldi spæla vinstri vongur á býliðnum. Tað hevði eg ikki droymt um, men tók tað sjálvandi sum eitt kompliment. Vit vunnu 4-1. Innivist í skúla Í Føroyum máttu dreingir ikki spæla í fótbóltsstyvlum, bara lørifts­ skóm. Í Íslandi kundu vit spæla í fót­bóltsstyvlum. Summir okkara útvegaðu fótbóltsstyvlar í okkara stødd úr Danmark, aðrir læntu frá teimum vaksnu. Eg fekk ein danskan skúladrong, sum búði hjá okkum samstundis, sum íslendingarnir vóru her, at keypa mær einar nýtíðar Puma- styvlar í Keypmannahavn. Páll Kúr­ berg lænti styvlar frá tí legendariska snurritoppinum Venna Mortensen. Tað riggaði væl. Páll fluktaði besta málið á ferðini við teimum. Til Íslands varð farið við ferða­ mannaskipinum “Heklu” dagin eftir ólavsøku í somu ferð, sum landsliðið fyrstu ferð fór til Íslands at spæla á Laugardalsvøllinum. Vit svóvu hultur til bultur har frammi á triðja klassa á eini stórari madrassu, sum fylti alt lastarúmið. Lastin var full av krabbagággum. Ein teirra var Busch prestur í Klaksvík. Í Reykjavík fingu vit innivist í kjallaranum í Hæðagarðaskúlanum, sum var beint við vøllin hjá Víkingi við Bústaðahverfi. Morgunmat ótu vit í felagshúsinum, sum var í grannalagnum, og haðani var stutt til døgurða heima hjá íslendsku spælarunum. Mín vertur og javn­ aldur æt Jón Ísaksson. Hann var høgri bakkur og eg vinstri vongur, so Eitt 50 ára minni: Íslandsferðin við dreingjaliðnum Havnardreingir vunnu heili 5-1 í Keflavík á íslandsferð í 1962. Fremra rað: Hugin Samuelsen, Páll Kúrberg, Carl Persson, Jógvan Arge, Sverri Jacobsen, Jóannes Samuelsen, Baldvin Baldvinsson, Regin Árting, Kári Helmsdal, Hartmann Joensen, Knút Thorsvig og Jóannes Samuelsen