mánadagur 10. desember 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 10. desember 2012 · Nr. 144
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
vit vóru beinleiðis mótstøðumenn á
vøllinum.
Javnleikir, sigrar og tap
Á vøllinum hjá Víkingi fingu vit
ikki meir enn javnleik 1-1 móti
vertunum, sum vit høvdu vunnið
stórt á í Havn. Nakrar dagar seinni
gekk leiðin við flogfari norður til
Ísafjarðar.
Ongin okkara hevði roynt hend
an ferðarháttin áður, so tað var
ein spennandi ferð, og vit løgdu
okkum ógvuliga eina við at súgva
bommið, vit fingu, so vit ikki fingu
oyrnapropp, tá lent varð á tí sera
sjáldsama flogvøllinum á Ísafirði.
Spælt varð móti samansettum
liðum úr feløgum Hørði og Vestri.
Vit vunnu tann fyrra dystin 2-0.
Dagin eftir spældu vit móti einum
styrktum liði, og úrslitið var javn
leikur 1-1 eftir ein spennandi dyst.
Vit ferðaðust ikki sørt um ísa
fjarðarleiðina og vóru eitt nú til
glæsiligt veitsluhald í Skíaskóla
Ísafjarðar.
Tá vit fóru av aftur Ísafirði,
møttu vit landsliðnum á flogvøll
inum. Okkara ferð gekk aftur til
Reykjavíkar, men steðgurin var
stuttur, og sama kvøld fóru vit við
ferðamannaskipinum
“Herjolvi”
av Reykjavík til Vestmannaoyggj
arnar.
Hagar komu vit tíðliga á morgni
og spældu longu sama kvøld fyrsta
dystin móti samansettum liði úr
feløgunum Tór og Týr. Fyrsta dystin
vunnu vit ikki minni enn 4-0. Fleiri
føroyingar vóru millum áskoð
ararnar við vøllin undir skúlanum
og góvu seg til kennar, eitt nú Alfred
Gøtuskeggi úr Norðragøtu.
Annan dystin í Vestmanna
oyggjum taptu vit 1-3 og tann triðja
1-2. Okkara forkláring var, at vest
mannaoyingar toldu ikki at tapa, og
tí settu teir vaksnar menn at spæla
teir seinnu dystirnar móti okkum.
Helst var nakað um tað. Tað høvdu
vit so at øsa okkum við millum
annan og triðja dyst. Triði dysturin
var ein bardagi við lít, og tað var um
reppið, at vit fingu javnleik.
Javnleik móti
íslandsmeistarunum
Tá vit komu aftur til Reykjavíkar,
varð skipað fyri tveimum dystum
aftrat. Tann fyrri var í Keflavík
sama dag sum landsliðið spældi
har. Okkum gekst væl á einasta
grasvøllinum, vit spældu á.
Minnist enn yvirskrivtina á
baksíðuni á Morgunblaðnum: “Teir
vaksnu taptu, men dreingirnir
vunnu”. Sigurin var so stórur sum
5-1. Tað var hendan dagin, Páll
Kúrberg svingaði skógvin hjá Venna
og skoraði við einum braki.
Í síðstu løtu varð skipað fyri
einum dysti aftrat. Hann var móti
sjálvum
íslandsmeistarunum
í
dreingadeildini, Vali, sum framvegis
hevur vøllir nærhendis flogvøll
inum og Hotel Loftleiðum.
Nú eru bæði gras og gras
líkisvallir har, men tá høvdu teir
grúsvøll eins og vit. Vøllurin tóktist
heldur bleytari enn aðrir vøllir, men
hóast tað stóð okkara lið seg væl.
Okkara lið varð sjálvandi mann
að við teimum bestu og mest
royndu leikarunum, og úrslitið varð
javnleikur 2-2. Hetta varð mett sum
krúnan á verkið eftir eina góða og
drúgva ferð við trimum sigrum,
trimum javnleikum og tveimum
tapum.
Millum íslendingar í Íslandi
Fótbólturin var ein áhugaverd
uppliving. Vit sóu tjóðarvøllin í
Laugardali við áskoðaraplássum,
grasi og rennibreyt. Vit sóu eisini
vøllir og umstøður, sum vóru
átøkar okkara, men íslendingarnir
gjørdu meiri við at slætta vøllirnar
fyri dyst. Teir brúktu ein lastbil við
eini sleðu aftur úr til hetta.
Vit vóru nógv millum íslendingar
bæði á bygd og í bý. Fingu hylling
á íslendskum máli, lærdu, hvussu
íslendskir
ungdómar
livdu
og
stuttleikaðu sær, sóu við berum
eygum, hvussu íslendingar høvdu
skipað seg og fingu eitt ávíst innlit
í, hvat rørdi seg í grannalandinum
fyri vestan.
Vit hildu teir vera ógvuliga ameri
kanskar. Búðu í bungalowlíkum
húsum, høvdu breiðar vegir og
stórar bilar. Tosaðu líka fegin enskt
sum skandinaviskt. Pepsi Cola var
at fáa á hvørjum horni, og dansi
støðini í Reykjavík vóru meiri
framkomin enn okkara, bæði Tórs
Café og Glaumbær. Á bygd vóru tey
meiri eyðmjúk eins og okkara.
Sangurin Midnight in Moscow
rungaði á íslendskum allastaðni:
“Tað var maikvøld í Moskvu tá” .
Tann smørsøti Haukur Morthens
varð nógv spældur eins og í Føroy
um, og hann upptraðkaði í heilum á
palli og í útvarpi. Íslendingar høvdu
reklamur í útvarpinum, og avís
dreingirnir í miðbýnum hoyrdust
langan veg: Moggan, Moggan, Vísir,
Vísir o.s.fr.
Ein dagin vóru forsíðurnar
ruddaðar,
tá
Marilyn
Monroe
hevði forgjørt sær í USA. Í Vest
mannaoyum búðu vit á einum
fiskavirki. Har var eitt radiolurt,
sum vit hoyrdu føroyska útvarpið
í. Tá frættist, at Flogfelag Føroya
var undir stovnan at fáa í lag
regluliga rutuflúgving saman við
íslendingum. Tað ljóðaði sum eitt
ævintýr.
Standi upp á bankan
Í miðbýnum vitjaðu vit javnan
Hressingaskálan í Austurstræti at
fáa kaffi og pannukøkur. Seinni
gekk leiðin til einaasta pylsuvogn,
sum hevði nakað upp á seg. Bæ
jarins beztu niðri við havnina.
Hressingaskálin
er
broyttur
síðani, men Bæjarins beztu er í
sama stað og selur enn sum áður
íslendskar pylsur. Einasta broyting
er, at z’ið í navninum er vorðið til s.
Hagar gongur leiðin framvegis, tá
vitjað verður í Reykjavík.
Hetta er ein 50 ára gamal vani
frá fótbóltsferðini 1962, ið endaði
við heimferð við gomlu “Dronning
Alexandrine” hjá DFDS. Har um
borð lá væl fyri at spæla ½ 12 um
restirnar
av
lummapengunum.
Onkur góður vinningur var, tá
onkur okkara stóð upp á bankan í
óðum verkum.
Jú, jú. Vit tosa um brøgdini enn.
---
Í góðum hýri í býnum í Reykjavík: Jógvan Arge, Hartmann Joensen, Knút Thorsvig, Heðin Jakobsen,
Jóannes Wardum, Regin Árting, Baldvin Baldvinsson, Carl Persson og Sverri Jacobsen
Havnardreingir fóru við flogfari til Ísafjarðar. Har vóru teir fleiri útferðir
og í veitslu á Skíðaskúla Ísafjarðar uppi í fjøllunum
Allur íslandshópurin 1962, 16 dreingir og ein ferðaleiðari: Aftan: Kári Helmsdal, Knút Thorsvig,
Jóan Pætur Midjord, Jóannes Samuelsen, Sverri Jacobsen, Baldvin Baldvinsson, Regin Árting,
Jóannes Wardum, Heðin Jakobsen og Jóhannes Álvheygg, ferðaleiðari. Framman: Hugin Samuelsen,
Hartmann Joensen, Páll Kúrberg, Jógvan Arge, Kári Skála, John Eysturoy og Carl Persson