mánadagur 10. desember 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. desember 2012 · Nr. 144
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
strongman landsdystur
Danmark vann
landsdyst í styrki
Styrkikapping Í tveimum førum vóru føroyingarnir
óhepnir í landsdystinum í styrki móti Danmark um
vikuskiftið. Úrslitið gjørdist 4-1 til sterku gestirnar
Tróndur Arge
Frammanundan vóru Mikkel Leicht
og Nicolai Hansen mettir at verða
favorittar, men Bogi Hammer og
Jákup Súni Berg vónaðu, at teir
kundu loypa hvøkk á donsku gest
irnar í onkrum av teimum fimm
greinunum, sum varð kappast í.
Danmark vann tvær tær fyrstu
greinarnar, har eitt hjól upp á 416
kilo skuldi koppast seks ferðir, og
tvær áleið 180 kilo tungar tunnur
skuldu haldast upp frá so leingi
sum gjørligt.
Grein tvey er annars eitt av favo
ritt greinunum hjá Jákup Súna.
– Tá eg sá, at hann misti við 58
sekund, tá var eg sannførdur um at
eg fór at klárar tað, tí eg havi sterkt
grep. men eg fór at ristast beinan
vegin. Hatta er eitt tað vánaligasta
nakrantíð hjá mær, og so skuldi tað
koma í kappingini, sigur ein vón
brotin Jákup Súni Berg.
Bogi heldur lív í vónini
Føroyar minkaðu um munin til 2-1,
tá Bogi Hammer var skjótari enn
Nicolai Hansen at hála ein lastbil,
sum stóð í fimta gear, yvir ein tein
upp á góðar tíggju metrar.
– Hatta hevur verið ein av mínum
favoritt greinum síðani eg byrjaði,
men tað hevur ikki ginigið so væl
seinnu árini, staðfestur Bogi.
Í fjórðu greinini skuldi Jákup
Súni kappast móti Mikkel Leicht.
Teir skuldu bera seks 100 kilo tung
ar bobbens yvir sjey metrar og seta
tær á ein platt, sum er ein metur
høgur.
Mikkel kláraði tað upp á 38
sekund. Jákup Súni var skjótari
við trimum teimum fyrstu, men
misti stevið og endaði við at missa
á sætta túrinum.
Í fimtu greinini, sum var ein lið
grein har tvey 200 kilo tung lodd
skuldi berast tíggju metrar og
síðani lyftast upp seks trin á eini
trappu, var Jákup Súni óheppin og
beklaði.
– Eg var illa fyri allan dagin, og
tað kendist sum eg hevði eti ov lítið,
sigur Jákup Súni Berg, sum spýði
millum tvær tær seinastu grein
arnar.
– Eg eri rímuliga væl nøgdur við
samlaða avrikið hjá mær, sigur Bogi
Hammer, sum serliga iðrar seg um
minni góðu tíðina í fyrstu greinini.
Sostatt endaði kappingin ikki
sum hvørki Jákup Súni, Bogi ella
fyrireikarnir høvdu vónað. Sjúkra
bilurin kom eftir Jákup Súna, sum
sannlíkt hevur brotið fótin. Hann
skal eftirkannast um eina viku.
Bogi Hammar og Jákup Súni
Berg eru báðir við gott mót hóast
tap í fyrsta styrki landsdystinum.
Bogi Hammer segði eisini eftir dyst
in, at møguleikn fyri fleiri lands
dystum er til staðar, og at arbeitt
verður við at vinnarin av Føroya
Sterkasti Maður tiltakinum vinnur
sær pláss í DM finaluni.
Glaðir danskarar
Mikkel Leicht og Nicolai Hansen,
sum eru tveir teir sterkastu menn
inir í Danmark, vóru fegnir um sig
urin. Serliga Mikkel var í speiska
lagnum og helt fyri, at hann hevði
væntað at vunnið allar fimm grein
arnar, segði 24 ára gamli danin við
einum smíli.
Nicolai fegnaðist um sigurin og
Jákup Súni við 100 kilo tungari bobbens
Jákup Súni var óheppin og beklaði