mánadagur 10. desember 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. desember 2012 · Nr. 144
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
eik-ligan kvinnur
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
Mjølnir
8
8
0
24
2
22
24
SÍ
7
6
1
19
3
16
18
TB
8
6
2
18
11
7
16
Fleyr
9
5
4
19
14
5
16
Dráttur
8
3
5
10
15
-5
9
Ternan
7
2
5
9
17
-8
6
KÍF
7
1
6
5
19
-14
4
ÍF
8
0
8
1
27
-26
0
ÍF - Mjølnir 0-3
(18-25, 17-25, 12-25)
TB - Fleyr 3-1
(25-17, 25-23, 23-25, 26-24)
Fleyr - Dráttur 3-0
(25-18, 25-18, 25-16)
Ternan - TB 0-3
(24-26, 19-25, 22-25)
Uni Holm Johannesen
Eftir greiða tapið fyri sørvágs
kvinnum tann 30. november,
er TB nú aftur farið at blanda
seg í finalustríðið í fremstu
kvinnudeildini. Flogbóltskvinn
urnar av Tvøroyri vunnu báðar
sínar dystir hetta vikuskiftið,
sum ger, at TB nú er á triðja
plássi, tvey stig færri enn SÍ.
TB greiddi sín setning á
heimavøllinum í Trongisvági
leygardagin, tá Fleyr varð
komið suður um fjørð. Bæði
liðini kapprenna um at bjóða
SÍ av, sum staðfesti týdningin
av dystinum. Fleyr er viknað
nakað hetta kappingarár, sam
mett við árið í fjør, nakað sum
stigatalvan eisini staðfestir.
Hóast avrikini í Trongisvági var
gott stóran part av dystinum,
so rakk tað ikki til ein sigur.
Heimaliðið legði bragdliga
fyri og vann fyrsta settið 25-17.
Gestirnir úr Havn ressaðust
skjótt, og løgdu alt fyri restina
av dystinum. Dysturin var
javnur, og tað var millum lítið
og einki, sum skiltu liðini. TB
hevði kortini størsta sálarliga
yvirskotið, tá mest stóð á, og
tað eydnaðist heimaliðnum
at toga sigurin heim. Hini sett
úrslitini vóru 25-23, 23-25 og
26-24.
Munurin var heldur ikki
stórur á Toftum í gjár, tá
Ternan og TB spældu har.
Spenningurin var stórur í
tveimum av settunum, men
aftur tá vóru tað kvinnurnar
av Tvøroyri, sum dugdu best, tá
trýstið kom. Úrslitið var 3-0.
Við góðu úrtøkuni hetta
vikuskiftið fór TB framvið Fleyr
á stigatalvuni og er fyribils
sterkasti kappingarneytin hjá
SÍ. Komandi vikuskiftið er
uppgávan torfør hjá teimum á
Tvøroyri. Tá koma stórspælandi
føroyameistararnir úr Mjølnir
á vitjan. So er spurningurin,
um tað verða tær úr TB, sum
verða tær fyrstu at koppa
klaksvíkskvinnum í hesum
kappingarárinum
TB er
við aftur
FLOGBÓLTUR Flogbóltskvinnurnar
av Tvøroyri gjørdu eitt gott hál
hetta vikuskiftið. Við sigrum á
bæði Fleyr og Ternuni hevur TB
otað seg nærri finaluplássinum
Flogbóltslagið er gott
á Tvøroyri nú TB er við
aftur í finalustríðnum
Eingin skalar Mjølnir
FLOGBÓLTUR Ósigraðu meistarakvinnurnar
úr Mjølni vóru heldur ikki til at vika hesaferð.
Klaksvíkskvinnur vunnu sannførandi í Fuglafirði
Uni Holm Johannesen
Mjølnir hevur staðið seg nógv best
í fremstu kvinnudeildini higartil.
Úrslitini siga eisini, at avrikini hava
verið í serklassa. Fult stigatal eftir
átta dystir.
Hesaferð vóru føroyameistarar
nir á vitjan hjá botnliðnum í Fugla
firði. Gestirnir úr Klaksvík stevndu
móti sigrinum beinanvegin, hóast ÍF
royndi at bíta frá sær í fyrsta setti,
sum tær taptu 18-25. Heimaliðið
dragnaði so líðandi, og munurin
øktist í seinastu settunum. Mjølnir
varð ongantíð hótt og vann eisini
sannførandi tá avtornaði. 3-0 var
úrslitið.
Enn er ikki langt fráliðið í flog
bóltskappingini, men tað er eingin
sum helst ivi um, at Mjølnir verður
annað liðið, sum fer at spæla finalur
nar um føroyameistaraheitið í vár.
Klaksvíkskvinnur hava verið nógv
stinnari enn hini liðini, sum ikki eru
nærnámind at standa spælinum hjá
oddaliðnum kurl.
Misjavnt vikuskifti
Fleyr hevur víst í hesum kappingar
árinum, at tær kunnu verða við í
stríðnum at røkka hinum finalu
plássinum. Eftir tapið fyri TB
leygardagin, var møguleikin at reisa
seg aftur í gjár, tá Dráttur vitjaði í
Gundadalshøllini.
Dráttur umboðar einsamalt ein
miðbólk á stigatalvuni, sum gevur
ábendingar um gongdina hjá liðnum
higartil í ár. Tær vinna á niðaru
liðunum, men tapa fyri teimum
ovaru. Tað hevur verið leisturin í
hesum kappingarárinum.
Tær taptu eisini fyri Fleyr í gjár.
Úrslitið var 3-0. Við einum tapi og
einum sigri var talan um eitt mis
javnt vikuskiftið hjá Fleyr.
Fleyr vann sannførandi á Drátti
Myndir: Álvur Haraldsen