mánadagur 10. desember 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 10. desember 2012 · Nr. 144
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Fremsta flogbóltsdeildin hjá monn
um er tíverri lítið áhugaverd. Eftir
at TB var við millum teir fremstu
í fjør, eydnaðist ikki at manna lið
í ár. Ein kapping við fýra liðnum,
sum spæla so ofta móti hvørjum
øðrum, at tað er sjáldan, at nakað
óvæntað tekur seg upp, er ikki ser
liga lokkandi. Afturat hesum, er
styrkin hjá liðunum so misjøvn,
at kappingin er mest sum longu
avgjørd. Oddaliðið ÍF hevur vunnið
allar sínar sjey dystir, SÍ hevur
vunnið
hinar
dystirnar,
Fleyr
vinnur á Mjølnir, sum tapir móti
øllum.
Eingin ivi
Mjølnir var partur av FM-finalunum
í fjør, men tað verður ikki leikluturin
hjá flogbóltsmonnunum í Klaksvík
í hesum kappingarárinum. Stiga
úrtøkan er sjáldsama vánalig, teir
hava tapt allar sínar dystir, og tað
kom heldur ikki óvart á, at ÍF vann
greitt og sannførandi í Fuglafirði, tá
teir vitjaðu har. Fuglfirðingar hava
verið nógv tað besta liðið higartil,
og tað eru ongar ábendingar um, at
tann støðan broytist í bræði.
Javnt í Sørvági
Teir úr Fleyr vita fullvæl, at tað er um
at vera seinastu útkall hjá teimum,
um teir skulu hava møguleikan at
blanda seg í finalustríðið. Tað var
alneyðugt at vinna dystin í Sørvági,
og havnarmenninir løgdu eisini
alt fyri í royndini at røkka einum
óvæntaðum úrsliti.
Tað gekk næstan, men heimaliðið
var tað stinnara. SÍ vann 3-2, og
dregur tí frá Fleyr á stigatalvuni.
Sjey stig skilja nú liðini, og tað er tí
alt, sum bendir á, at tað verða ÍF og
SÍ, sum skulu spæla finalurnar um
føroyameistaraheitið í vár.
eik-ligan menn
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
ÍF
7
7
0
21
1
20
21
SÍ
7
5
2
16
9
7
14
Fleyr
7
2
5
9
15
-6
7
Mjølnir
7
0
7
0
21
-21
0
ÍF - Mjølnir 3-0
(25-22, 25-15, 25-21)
SÍ - Fleyr 3-2
(20-25, 25-14, 25-16, 21-25 15-11)
Tað er alt, sum bendir á, at tað verða fuglfirðingar og sørvingar, sum
skulu spæla finalurnar um føroyameistaraheitið
Savnsmynd
SÍ dregur frá
FLOGBÓLTUR Fuglfirðingar og sørvingar draga frá hinum í bestu mansdeildini,
og tað er lítið sum bendir á, at Fleyr fer at bjóða av í kapprenningini