mánadagur 10. desember 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. desember 2012 · Nr. 144
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Heimsins minsta fótbóltsliga
er á Scilly Oyggjunum
Fótbóltur Á Scillyoyggjunum sunnanfyri Cornwall í Onglandi er heimsins minsta
fótbóltsliga. Har eru nevnliga bert tvey lið, sum møtast 17 ferðir í landskappingini
Heri Simonsen
Fyri nøkrum árum síðani gjørdust
Scilly
Oyggjarnar,
sum
liggja
sunnanfyri Cornwall í tí vestara
partinum av Onglandi kendar mill
um føroysk róðrarfólk.
Tað vóru nøkur ár um aldar
skiftið, at føroyskir rógvarar royndu
seg í einari altjóða rógvikapping
á Scilly Oyggjunum. Talan varð
um teir sonevndu »Gig-bátarnir«,
sum er eitt serligt bátaslag á Scilly-
oyggjunum. Einaferð um árið koma
róðrarfólk úr øllum heiminum
til Scilly Oyggjarnar at kappast í
kappróðri við gig-bátum. Nøkur
ár eru tó liðin, síðani ein føroysk
róðrarmanning tók lut í hesari
kapping.
Tað er tó eitt heilt annað, serligt
fyribrigdi innan ítrótt, sum Scilly
Oyggjarnar eru kendar fyri, sum
ikki hevur sín líka í øllum heim
inum.
Heimsins minsta liga
Scilly Oyggjarnar hava nevnliga
heimsins minstu fótbóltsligu við
bert tveimum liðum. Heimsins
næstminsta fótbóltsliga er á Falk
landsoyggjunum í Suðuratlants
havinum. Har eru bert trý fót
bóltslið, men tað eru also Scilly
Oyggjarnar, sum hava heimsmetið.
Hinvegin eru Falklandsoyggjar
nar partur av oyggjaleikasamtak
inum, og landsliðið av Falklands
oyggjunum hevur tikið lut á fleiri
oyggjaleikum seinnu árini, og hava
teir vunnið onkran hendinga dyst á
oyggjaleikunum.
Tey bæði liðini, sum taka lut
í »The Isles of Scilly Football
League« eru Woolpack Wanderers
og Garrison Gunners. Guiness met
bókin hevur góðkent fótbóltsliguna
á Scilly Oyggjunum at vera heims
ins minstu fótbóltsliga.
Meistaraskap og tvær
steypakappingar
Woolpack Wanderers og Garrison
Gunners hava veruliga nakað at
stríðast fyri í heimsins minstu fót
bóltsligu.
Umfram heiðurin at gerast
Scillyoyggja-meistari, so kappast
liðini í tveimum steypakappingum,
sum nevnast ávikavist »Wholesalers
Cup« og »The Foredeck Cup«.
Steypakappingarnar verða báðar
avgjørdar yvir tveir dystir, ein
heimadyst og ein útidyst. Í sjálvari
landskappingini á Scilly Oyggj
unum eru 17 umfør! Allir dystirnir
í liguni verða spældir sunnudagar.
Liðið sum er meistari fær ein fyri
mun við at hava 9 heimadystir,
meðan liðið sum endar aftast í lig
uni, fær »bert« 8 heimadystir!
»Heimadystur« er kanska í
so nógv sagt, tí liðini spæla allar
dystirnar
Garrison
Football
leikvøllinum á St. Marys. Tó er tað
so, at liðini skiftast – eins og HB og
B36 – at »eiga« dystirnar á Garrison
Football leivøllinum.
Ligan verður avgreid frá hálvum
november til hálvan mars. Umframt
fótbóltsliguna, og tær báðar steypa
kappingarnar, so spæla Woolpack
Wanderers og Garrison Gunners
eisini um ein »Charity Cup«, ein stór
steypadyst millum meistararnar og
steypavinnararnar!
»Landsdyst« ímóti 14. Deild
Onkur hendinga »altjóða« avbjóðing
er fyri teir frægastu spælararnar hjá
Woolpack Wanderers og Garrison
Gunners.
Einaferð um árið spælir eitt
»landslið« sett saman av teimum
frægastu
spælarunum
hjá
Woolpack Wanderers og Garrison
Gunners ímóti einum liði av enska
fastlandinum, sum eitur Newlyn
Non Athletico – ja liðið eitur also
soleiðis!
Newlyn Non Athletico spælir
í ensku 14. Deild – also fjúrtandi
deild. Til samanberingar kunnu
vit nevna, at Sheffield FC, sum er
heimsins elsta fótbóltsfelag, og sum
kemur at vitja føroyska aldursfor
setan, TB komandi summar, spælir
í ensku 7. Deild. Sum so mong onn
ur oyggjasamfeløg, so hava Scilly
Oyggjarnar eisini trupult við at
halda uppá tað unga fólkið. Miðal
aldurin hjá Woolpack Wanderers og
Garrison Gunners liggur tí um tey
35 árini.
2. jóladag á hvørjum ári er ein
serligur dystur í samband við, at
fleiri yngri menn eru heima í jóla
frí. Tá er ein serligur dystur millum
yngri og eldri spælarar. Aldurs
markið kann variera eitt sindur
millum teir gomlu og ungu.
Woolpack Wanderers og Garrison
Gunners á Scilly Oyggjunum er enn
eitt dømi um, at tað er ringt at sláa
fótbóltin, tá tað kemur til serligar,
kraftoriginalar søgur.
heris@sosialurin.fo
Woolpack Wanderers og
Garrison Gunners í dysti í
heimsins minstu fótbóltsligu
á Scilly Oggjunum
Guiness metbókin hevur
góðkent fótbóltsliguna á
Scilly Oggjunum at vera
heimsins minstu