Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 10. desember 2012 · Nr. 144 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Fremsta deildin kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 9 284 204 80 18 2 Kyndil 9 198 214 -16 9 3 VB 9 219 229 -10 7 4 VÍF/Tjaldur 7 172 178 -6 6 5 Stjørnan 8 178 191 -13 6 6 StÍF 8 195 230 -35 4 Tróndur Arge VB var á vitjan á Skála. Dysturin var málríkur og javnur. Javnur fram til sein­asta fjórðingin, tá VB hevði hug at draga frá. Støðan í hálv­leik­inum var 16-16, men 18 minuttir inn í seinna hálvleik vóru gest­ir­nir á odda við níggju mál­um. Hendan løtan gjørdist av­ger­andi fyri dystin. StÍF vann annars móti Kyndli við einum rimmar seinna hálv­ leiki, men hesa ferð var tað í seinna hálvleiki, at tær mistu stevið. Bára Berthelsen og Rebekka Justinussen gingu á odda fyri StÍF. Tær skutu ávíkavist 11 og 9 mál. Hjá VB vóru tað fleiri málskjúttar, sum skutu fleiri mál. Marijana Tvbojevic 9, Gurið Mortensen 8, Helga Eyðunsdóttir 7 og Rannvá Johannesen 5 gingu á odda. trondur@sosialurin.fo VB vann málríkan dyst StÍF - VB 32-37 (16-16) StÍF: Bára Berthelsen 11, Rebekka Justinussen 9, Oddrún Danielsen 3, Birna Tummasardóttir 3, Fríðrún Danielsen 2, Erla Petersen 2, Paula Høgnesen 2 VB: Marijana Tvbojevic 9, Gurið Mortensen 8, Helga Eyðunsdóttir 7, Rannvá Johannesen 5, Bára Krosslá Mortensen 3, Tamara Radic 3, Rúna Midjord Jacobsen 1, Andrea Nielsen 1 Argjamenn eru nýggir í Effo-deild­ ini. Símun Rógvi Hansen, Rógvi Poulsen og Sorin Anghel eru komnir til, men felagið leitar framvegis eftir einum til tveimum leikarum, sum kunnu styrkja um hópin til kom­ andi kappingarár. Sámal Erik Hentze sigur Sosialin, at tað verður eisini leitað utt­an fyri landoddarnar, tí teir flestu av føroysku leikarunum hava gjørt sáttmálar fyri komandi kapp­ingar­ ár. Umframt ein áleypara, so hevur felagið eisini eyguni eftir einum miðvallara. Fróði Benjaminsen hevur leingi verið settur í samband við AB, men tók við sum leikandi hjálpar­venjari hjá HB fyri kortum. Tað ljóðaði eisini, at AB hevði eyguni eftir Ndende, sum endaði við at skifta til TB. Rói Danielsen kemur eisini aftur til ein part av kappingarárinum. Hann er miðverji, er uppvaksin í AB og hevur spælt á besta liðnum hjá HB. Hann hevur eisni verið á U21 landsliðnum. Hann hevur seinastu tíðina spælt við Skovbakken í triðbestu deildini í Danmark. Hetta er triðju ferð, at AB flytir upp í bestu deildina og høvðus­ grundarlagið undir hópinum fyri kom­andi kappingarár er egið tilfar og tí hevur AB gjørt sáttmála við næstan allar leikararnar, sum vóru við farna kappingarár. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Talan er um felagið Leiknir. Dánjal á Lakjuni hevur verið ein lykla­leikari hjá ÍF í nøkur ár, og hevur eisini spælt á U21 lands­ lið­num. Hann hevur ikki fingið bjóðað sáttmála enn, men felagið hevur áhuga í at fáa kvika vongin og hevur lovað at venda aftur heilt skjótt. Sjálvur hevur Dánjal á Lakjuni hug at royna okkurt nýtt um hann fær møguleikan at spæla í Íslandi, men hann hev­ur bæði sáttmála við ÍF og lærusáttmála í vanliga starvi sínum. Víkingur hevur í seinastu havt ein áleypara úr Ungarn í felagnum. Jógvan Martin Olsen hevur verið í Ungarn saman við ungarska mál­ mann­unum hjá Víkingi, Geza Turi. – Tað er ongin loyna, at vit halda okkum mangla ein áleypara, ásann­ ar Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi. – Eg hava roynt at funnið ein áleypara í Føroyum, men tað hev- ur ikki eydnast. Áleyparar hanga ikki á trøunum, staðfestur Brandur. Sosialurin veit, at Víkingur hevur spurt seg fyri hjá bæði Arnbirni Hansen og Lukasz Cielsewicz, men at Arnbjørn helst heldur fram í EB/ Streymi, meðan støðan við Luksaz er ógreið. Hann hevur sáttmála við B36, men hevur frítt at fara úr sátt­ málanum. Tað er framvegis óvist um tað verð­ur til nakað samstarv millum ungarska áleyparan og Víking. – Vit tosa saman, men tað er ikki vist, at vit koma á mál, sigur Brandur Jacobsen við Sosialin í dag. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Nógvi kavin gjørdi tó, at dysturin var avlýstur. Hetta var seinasti dyst­urin hesi megin nýggjár, og tí er dysturin fluttur til komandi ár. Hallur Hansson kemur nú til Føroyar, men enn fyribils er ikki greitt um hann spælir við Aab kom­andi ár. Hann hevur spælt ein dyst frá byrjan, móti FCK í Parkini, og er skiftur inn fleiri ferðir. Tí kundi okkurt bent á, at hann er frammaliga í tonkunum hjá Kent Nielsen, venjara hjá Aab. Christan spælir í kvøld Christian Lamhauge Holst er sum vanligt í hópinum hjá Silkeborg, sum í kvøld skal spæla móti AGF. Christian hevur ikki havt sína bestu tíð sum fótbóltsspælari í seinastuni, og hevur ikki verið fastur maður hjá nýggja venjaranum Viggo Jensen. Bold.dk hevur sett Silkeborg í samband við føroyska lands­liðs­ málverjan Gunnar Nielsen. Silke­ borg berjist fyri lívinum í Super­ liguni. Jóan Símun aftur til Noreg Jóan Símun Edmundsson hevur nú fingið vetrarfrí og er í Føroyum. Hann hevur verið útleigaður til FC Fredericia í donsku 1. deild. Hann hevur spælt nakrar dystir fyri besta liðið, men tað eydnaðist honum ikki at vinna sær fast pláss á liðnum Jóan Símun skal nú aftur til Viking, sum toftamaðurin hevur sátt­mála við. Høgni á odda á Malta Høgni Madsen og hansara lið í næst­bestu deildini á Malta vunnu um vikuskiftið týdningarmiklan odda dyst. Úrslitið merkir, at Høgni Madsen og Pieta Hotspurs FC nú eru nummar eitt í deildini, og stevna móti uppflyting, sum er mál­ið hjá felagnum. Sum skilst, so gekk tað persónliga væl hjá Høgna, sum er fluttur fram á miðvøllin, eftir at hava spælt í miðverjuni. Rógvi Baldvinsson venur við Hødd Gamla felagið hjá Rógva Jacobsen vann púra óvæntað norsku steypa­ kappingina. Rógvi sum spælir til dagliga við Ålgård í triðjbestu deildini í Noreg venur hesa vikuna við Hødd IL, sum á sinni hevði Rógva Jacobsen á liðnum. Hødd spælir eina deild hægri enn Ålgård. trondur@sosialurin.fo Dánjal um­ hugsar Ísland Rógvi til Hødd Hondbóltur VB hevur nú arbeitt seg upp á eitt triðja pláss í fremstu deild hjá kvinnum Fótbóltur Orkubumban á ÍF liðnum, Dánjal á Lakjuni, hevur sein­ astu vikuna verið og royndarvant í næst­bestu deildini í Íslandi Ungarskur áleypari í Víkingni AB skal hava ein áleypara Útisetarnir: Fótbóltur Hallur Hansson var við í hópinum hjá AaB, sum í gjár skuldi spæla móti OB á heimavølli Rógvi Baldvinsson venur hesa vikuna við Hødd IL