mánadagur 10. desember 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. desember 2012 · Nr. 144
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Alarmerandi Avrikslisti
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
Í undanfarnu viku boðaði
samgongan frá forkunnugum
tíðindafundi. Ein avrikslisti
skuldi avdúkast.
Tað undarliga var, at listin
fyrst og fremst vísti á alt tað,
ið samgongan ikki hevði gjørt.
Nøkur landsstýrisfólk høvdu
enntá ongi avrik at vísa á –
sambært listanum. Tað mest
harmiliga var tó, at listin var
villleiðandi og als ikki lýsti
ovurstóru avleiðingarnar av
tí, ið samgongan hevur framt
seinasta árið. Tí hóast stutta
tíðarskeiðið so eru avleiðing
arnar av førda politikkinum
alarmerandi.
Undirgravað lands
skattainntøkurnar
við yvir 300 mió. kr.
Flatskattalættin hevur bara
higartil í ár minka lands
skattin við 250 mió. kr. Hetta
hóast ávísan lønarvøkstur,
sum nærum altíð er. Hevði
skattaskipanin verið tann
sama sum í fjør, vóru lands
skattainntøkurnar um 310
mió. kr. fleiri bara higartil í
ár í mun til sama tíðarskeið
í fjør. Tá árið verður liðugt
er veruligi kostnaðurin av
flatskattalættanum
vænt
andi um 340 mió. kr.
Hetta er alt annað er
ábyrgdarfullur
politikkur.
Tí verða skattalættar latnir,
skulu
nýggjar
inntøkur
sjálvandi setast í staðin fyri
tær inntøkur, ið verða tiknar
burtur. Tað hevur samgongan
ikki tryggjað. Alarmerandi
avrik.
Brenna av fram
tíðar pensjóns
skattainntøkur
Í staðin hevur samgongan
valt at framskunda framtíðar
pensjónsskattainntøkur.
Komandi pensjónistar skulu
sostatt ongan skatt rinda.
Skatturin
verður
rindað
ur nú, og brúktur nú. Tá vit
samstundis fara úr 4 á ar
beiðsmarknaðinum
fyri
hvønn pensjónist, niður í 3
longu í 2020 og 2 á arbeiðs
marknaðinum fyri hvønn
pensjónist í 2040, so verða
ómetaliga fá at rinda skatt og
nógv, ið skulu móttaka væl
ferðartænastur. Hetta kemur
at merkja, at pensjónistar
koma at rinda dupultan skatt
og/ella
høg
brúkaragjøld
seinni.
Samgongan
velur
at
brúka hesar pengar nú, uttan
at fyrihalda seg til, at pening
urin kemur at mangla seinni.
Um 210 mió. kr. í framskund
aðum pensjónsskatti verða
brúktar bert í 2012. Talan er
samstundis um minst 100
mió. kr. minni enn mistu
landsskattainntøkurnar.
Alarmerandi avrik.
Skapt søguliga
stóran ójavna millum
láglønt og hálønt
Við broytingini í pensjóns
skattingini, varð farið úr 35%
upp í 40% skatt av kapital
pensjónum, samstundis sum
luta- og lívrentupensjónir
fóru frá at verða skattaðar
sum A-inntøka til at verða
skattaðar við 40% frá fyrstu
krónu. Harvið fingu nærum
allir føroyingar eina stóra
pensjónsskattarokning. Ser
liga tey, ið høvdu lægru pen
sjónirnar.
Samstundis
varð
flat
skattalætti latin til tey, ið
høvdu inntøku á 250.000 kr.
og meira. Serliga hægru inn
tøkurnar fingu ovurstóran
lætta. Heilt upp í 7.000 kr. um
mánaðan.
Lægru inntøkurnar fingu
hinvegin
bert
pensjóns
skattarokning.
Gjølini til Heilsutrygd og
ALS eru samstundis hækkað
fyri øll, og prísvøkstur hevur
verið á um 2,4%.
Saman við hækkingini av
pensjónsskattinum stendur
eftir, at realinntøkan hjá
føroyingum við inntøkum
undir umleið 300.000 kr. er
minkað munandi, meðan
hægru
inntøkurnar
hava
fingið munandi hægri real
løn.
Ongantíð áður er gjógvin
millum láglønt og hálønt
víðkað so nógv sum seinasta
árið.
Alarmerandi avrik.
Mentanin skerd
framum alt annað
Mentanargrunnur Landsins
verður skorin við 20% í 2013,
hóast stórtsæð allar aðrar
játtanir standa í stað. Sam
stundis verða fleiri ment
anarjáttanir skornar – eitt
nú Søvn Landsins – og eisini
er íløgan í eitt føroyskt Tjóð
leikhús steðgað. Eitt greitt
politiskt signal um, hvønn
týdning samgongan metir
hendan
partin
av
sam
felagnum hava.
Alarmerandi avrik.
Hægri útbúgvingar og
gransking munandi
niðurraðfest
Fróðskaparsetur Føroya skal
skerja verandi virksemið í
2013, ætlanin at fáa til vega
nýtt
havrannsóknarskip
er slept og játtanin til ES-
granskingarsamstarv
er
beind burtur. Hetta hendir
enntá samstundis sum al
stórur tørvur er á, at venda
fólkaminking til fólkavøkstur,
og at fáa enn meira vitan og
størri virðisøking í okkara
samfelag og vinnu.
Alarmerandi avrik.
Onki verður gjørt fyri
at lækka kostnaðar
støðið - tvørturímóti
Vit vita øll at kostnaðarstøðið
í Føroyum er ov høgt, men
heldur onki verður gjørt fyri
at forða fyri, at kostnaðurin
fyri fíggjartænastur í Føroy
um gerst støðugt hægri.
Hinvegin eru fleiri skattir
og krøv um avkast løgd á tey,
ið skuldu vera alternativ til
privatu bankarnir – Bústaðir
(Húsalánsgrunnurin)
og
Realurin. Samstundis veld
ur samgongan ikki at seta
neyðuga peningin av til
Kappingarráðið, ið skal gera
neyva kanning av kostn
aðarstøðinum
hjá
bank
unum fyri at meta um, um
prísstøðið er ov høgt, og í so
fall, hvørji krøv skulu setast
bankunum.
Sjálvandi átti henda kann
ingin verið gjørd.
Alarmerandi avrik.
Grundleggjandi
tjóðarstovnur avtikin
Hartil verður einasti óhefti
tjóðarbúskaparstovnur okk
ara - Landsbanka Føroya –
avtikin.
Hetta hóast allir hoyr
ingspartar – undantikið pen
ingastovnarnir – hava mælt
frá at avtaka Landsbankan.
Hetta enntá eisini hóast
ynskti
peningurin
kann
sparast og gjøgnumskygnið
fremjast uttan avtøku av
Landsbankanum. Talan er
heilt greitt um eina politiska
verkætlan hjá nøkrum heilt
fáum einstaklingum, og eitt
greitt tekin um maktmis
nýtslu.
Føroyar
verða
harvið
einasta
landið
í
Europa
uttan tjóðbanka ella tjóð
bankalíknandi stovn. Við
hesum verður ongin óheft
ur føroyskur stovnur, ið fer
at ráðgeva og hava makro
búskaparligt
eftirlit
við
serligum atliti til fíggjar
geiran. Samstundis verður
landsins gjaldføri framyvir
umsitið beint undir lands
stýrismanninum.
Føroyar
gerast eitt veikari og ótrygg
ari samfelag.
Alarmerandi avrik.
Privatisering av ogn
Føroya fólks ávegis
Alt bendir á, at fiskimálaráð
harrin ynskir status quo í
fiskivinnuni – og meira enn
tað.
Umsitingin í samband við
makrelveiðuna í ár var út av
lagi, og helst eisini lógarbrot.
Nú skulu 12 ára rullandi loyvi
væntandi hartil tryggja ver
andi eigarum veruligan ogn
arrætt, og privatisering av
ogn Føroya fólks gerst tá
veruleiki. Ólukkuliga støðan
í heimaflotanum vil tá halda
áfram, samstundis sum al
samt færri, fara at eiga al
samt meira, og ovurstór virði
verða framhaldandi avreidd
til útlendskar eigarar og/ella
fíggjarar. Ogn Føroya fólks
gerst tá ogn Føroya fáu.
Vónin er tó, at meiriluti
á Løgtingi ikki fer at loyva
hesum ætlanum, men heldur
seta eina veruliga nýskipan í
verk.
Higartil alarmerandi av
rik.
Frá vælferðarsamfelag
til minimalstat
Hóast samgongan átti at nýtt
tíð og orku til, at skapt álit
og tryggleika, so ger hon tað
øvugta. Hevur fráboðað at
ongar lønarframskrivingar
verða og harvið sparingar
og færri størv á øllum al
mennum stovnum í 2013.
Hetta ávirkar beinanvegin
so at siga allar føroyingar,
og okkara privatu nýtslu, ið
er søguliga lág (nýta bert um
83% av inntøku til nýtslu).
Um vit bert kendu okkum
trygg um framtíðarútlitini,
og farið varð undir at nýta
sama part av inntøkuni til
nýtslu, sum vanligt (95%), so
vildið hetta sett meira enn
1 mia. kr. meira í umferð í
búskapinum og givið land
inum munandi øktar inn
tøkur og givið yvirskot á
fíggjarlóg
landsins.
Men
hetta ynskir samgongan ikki.
Heldur verður støðan nýtt til
at skapa ein støðu við mis
áliti og ótryggleika, tí hetta
gevur rúm fyri at seta ferð
móti minimalstatinum.
Sagt verður, at øll skulu
“bera byrðar” og “lyfta í
felag”. Samgongan gloym
ir bara at nevna, at hetta
ikki er galdandi fyri øll tey,
ið hava fingið ovurstórar
skattalættar.
Samstund
is verða stórar skerjingar
gjørdar hjá fyritíðarpensjón
istum og hjá ávísum bólkum,
ið hava tørv á forsorg.
Veruleikin er, at sam-
gongan kundi vent undirskoti
til yvirskot við álitisvekjandi
politikki umframt nøkrum
fáum átøkum og nýskipanum.
Hetta verður tó ikki ynskt.
Ongin
heilsunýskipan,
kommununýskipan
ella
skúlanýskipan er í eygsjón.
Samstundis verður høvið
brúkt til at minka sum mest
um almenna geiran – at fara
frá vælferðarsamfelag til
minimalstat – ið jú er eitt av
endamálunum hjá serliga
Fólkaflokkinum.
Tað er ikki uttan orsøk, at
yvirskriftin í hesi grein bert
hevur orð, ið byrja við A.
Blokkurin hækkast
við 200 mió. kr.
Fyri at fullfíggja óskiljandi
politisku valini seinasta árið,
hevur samgongan samráðst
við donsku stjórnina um, at
danskir skattgjaldarar skulu
rinda 200 mió. kr. eyka til
føroyska landsstýrið. Hetta
hendir
samstundis
sum
samgongan veitir ovurstórar
skattalættar til tey við hægru
inntøkunum í Føroyum. Ikki
undarligt at danska stjórnin
mátti steðga samgonguni
og hesum óskijlandi ætl
anunum. Bert harmiligt at
føroyskir politikarar ikki
megnaðu
at
steðga
sær
sjálvum. Úrslitið gjørdist tó
ein hækking av blokkinum
á 8,6 mió. kr. í 2012, og aftur
ein hækking á yvir 8 mió.
kr. í 2013. Samstundis sum
fráboðað er ein niðurlegging
av sendistovuni í London og
Búskapargrunnur Føroya er
tømdur fyri virðir.
Alarmerandi avrik.
Nú má broyting til !
Greitt er, at fyri hvørja viku
sum gongur gerst upprudd
ingararbeiðið størri og størri.
Her má broyting til.
Áttu at skift alarmerandi
avrikslistan
út
við
eina
nýggja savningarstjórn, ið
megnaði at arbeiða fram móti
nøkrum stórum og savnandi
málum fyri føroyska fólkið.
Ein savningarstjórn har allir
flokkar vórðu umboðaðir í
landsins leiðslu, har skift
andi meirilutar kundu gjørt
langtíðar semjur um stór
málini í samfelagnum, hevði
verið ein nýggj byrjan fyri
politiska landslagið – og um
rætt varð borið at og við
dugnaligari leiðslu – kundi
hetta skapt mennandi og
týðandi avrik fyri føroyingar
og føroyska samfelagið.
Avgjørt vert eina roynd.
Tí tað kann bara gerast betur
enn í núverandi støðu, har ein
sera lítil minniluti stjórnar
landinum til fyrimuns fyri
nøkur fá, men til vansa fyri
tey flestu.