Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 10. desember 2012 · Nr. 144 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mentamálanevnd Tórs­ havn­ar býráðs hevur sam­ tykt at játta Føroya Sjósavni á Argjum 611.000 krónur í rakstrarstuðli næsta ár. Skal tað vælumtókta Sjó­ savnið kunna røkja sínar upp­gávur og koma víðari, er neyðugt við størri fígging. Tórshavnar kommuna hevur frá fyrsta degi stuðl­að Føroya Sjósavni á Argj­um. Felagið hevur frá komm­un­uni fingið 400.000 krónu­r í stuðli til raksturin síðani 2007. Sjósavnið hevur eisini fingið 300.000 krónur frá menta­málaráðnum. Eitt skifti var talan um at skerja landsstuðulin, men tað kom í rættlag aftur. Í 2013 verður hann kortini eitt sindur minni, tí hann kem­ur undir generellar spar­ingar á fíggjarlóg land­ sins. Men skal Sjósavnið koma víðari og vera nóg væl mannað til at taka sær av savninum og teimum mongu vitjandi, so skal meiri til. Savnið søkti tí Tórs­ havn­ar býráð um at hækka stuðulin frá 2013, og mentamálanevnd Tórs­ havnar býráðs samtykti í gjár at veita Føroya Sjósavni 611.000 krónur í stuðli til raksturin næsta ár. Hetta tryggjar m.a., at Sjósavnið kann hava fólk, sum alla tíðina er um savnið og fiskarnar, sum mugu ansast allan sólarringin. Í løtuni er bert eitt fólk í starvi hjá savninum, og tað er ikki lív. Føroya Sjósavn hevur eydnast væl. Hugurin at vitja savnið er alstórur. Skúl­ar og barnagarðar gera mangar ferðir á Argir at hyggja at ymsum fiskum í kørum, og almenningurin sum heild hevur eisini víst áhuga fyri savninum. Føroya Sjósavn arbeiðir eisini við ætlanum um víðk­að virksemi og víðk­ aðar umstøður. Eitt nú hevur savnið frá ónevnd­ um gevara fingið eitt stórt fuglasavn, sum ikki her­ bergast í teimum húsunum, sum savnið heldur til í við Sandágerði. At kunna sýna eitt stórt føroyskt fuglasavn fram undir sama taki, sum fisk­ arnir undir Føroyum verða sýndir fram, verður hildið at vera eitt sera gott átak fyri sjósavnsins framtíð. Livst so spyrst! Sjósavnið betri um­ støður Jógvan Arge formaður í mentamála­ nevnd Tórshavnar býráðs Javnstøðan í Tórshavnar býráð! Marin Katrina Frýdal býráðslimur Patriarkalskt samfelag Í oddagreinini í Dimma­lætt­ ing 3. des. verður vantandi javnstøðan í nevndunum í Tórshavnar býráð umrøtt. Hóast veljarin valdi javnstøðu við at velja 6 kvinnur og 7 menn í býráðið, vísir odda­ greinin á, at hettar ikki sæst aftur í nevndarbýtinum; ser­ liga fíggjarnevndini. Oddagreinin í Dimmu sig­ ur, at Føroyar eru eitt gamal­ dags patriarkalskt samfelag, og hesum kann eg ikki annað enn vera samd í, eftir at hava verið partur av tí leiki, sum hevur verið á Vagli­num síðstu vikurnar. Odda­greinin umrøður, hvussu Før­oy­ ar í festligum høpi, og tá ið al­tjóða skriv skulu undir­ skrivast, t.d. í ST-høpi, siga, at vit ganga inn fyri javnstøðu. Út­eftir verður hildið uppá, at kvinnur og menn eru javnsett í hesum samfelagnum, men at veruleikin tó vísir eina heilt aðra mynd. Einans menn í fíggjarnevndini Júst henda álvarsama trupul­leika vísti eg á, og royndi at fáa aftur á beint, undir telvingini um nevnd­ ar­sessirnar. Men tíverri fekk eg ikki undirtøku fyri hesum sjónarmiði. Eg setti spurn­ ingin og undr­að­ist stórliga á, at júst Javnaðarflokkurin skuldi taka so lætt uppá hend­an demokratiska trupul­leikan við tí skeiklaða kyns­býtinum í nevndunum. Javnaðar­flokkurin var tann fyrsti flokkurin, sum í tíðinda­skrivi kunnaði um, at hann var liðugur við upp­ still­ingina og eisini gjørdi nógv burturúr at vísa á javn­støðuna á listanum; 8 kvinn­ur og 8 menn. Undir telv­ingini gjørdi eg eisini vart við, at tað var sera hug­ stoytt at síggja, at ætlanin hjá borgar­stjóranum og Javn­aðar­flokk­inum var, at ein­ans menn skuldu sita í tí tyngstu og mest avgerandi nevndini í býráðnum, nevni­ liga fíggjarnevndini. Vísti somu­leiðis á, at hetta var alt annað enn ein mynd av sam­an­setingini í býráðnum. Sama er galdandi fyri aðrar nevndir, har tað somuleiðis er hend ein skeikling av veru­ ligu javn­støðuni í býráðnum. At for­teknið onkuntíð vendir øvut ger ikki demokratiska skeiv­leikan minni. Javnaðarflokkurin ikki fyri javnstøðu Javnaðarflokkurin, sum einsa­mallur hevur meirilutan í bý­ráðnum, hevði møguleika at gera nakað við hetta, og at vísa í verki, at talan ikki bara var um tóm orð aftan fyri javnstøðulýsingina í val­stríð­ num. Eg gjørdi vart við, at í mínum hugaheimi telur tað fólkaræðisliga grund­ar­lagið nógv. Tí eigur m.a. kvinnu­um­ boðanin í hesum sambandi at hava eins stóran týdning, sum flokspolitisk umboðan, við atliti til samanseting av fíggjarnevndini og hinum nevnd­unum við. Javnaðarflokkurin, er eftir øllum at døma av tí áskoð­an, at tað, at allir flokk­ar eru umboðaðir í fíggj­ar­nevndini, hóast bara við monnum, byggir á størri fólka­ræðis­ligt grundarlag, enn at fylgja avgerðini hjá velj­aranum, nevniliga at javn­støða eisini er galdandi í fíggjar­nevndini. Borgarstjórin átti sjálv­ andi at sett sum eitt krav, at javn­støða var í øllum nevnd­ um, soleiðis sum eisini er samlaða myndin av býráð­ num, og somuleiðis sum velj­ arin hevur valt. Tá høvdu vit havt ein borgarstjóra, sum livdi upp til ta dyggu álitis­ váttan, hann fekk á valin­um, og tað lýsing, sum Javnaðar­ flokkurin sendi út áðrenn valið. Undirskotið av konufólki Samanumtikið eri eg so sára samd við oddagreina­skriv­ aran í Dimmalætting um, at tað als ikki er nøktandi, at kvinn­ur ikki sleppa fram­at, har tær avgerandi av­gerð­ir­ n­ar verða tiknar. Í verandi loysn stendur helvtin av lut­ tak­arunum uttanfyri, har ið tær veruligu avgerðirnar verða tiknar. Og henda av­ gerð signalerar, at kvinnur eru borgarar við minni virði, enn menn. Hetta er ikki nøktandi, og tað er als ikki í samsvar við tær altjóða kon­vensjónir, sum vit hava skrivað undir. Nei, her lekur so sanniliga millum teori og praksis. Og so kunnu vit halda áfram at grenja um fólka­flyting og undirskotið av konufólki – eg meini tað. Javnstøða í politisku skip­ anini hevur alstóran týdn­ ing fyri dygdina av tí polit­ iska arbeiðinum. Við góðari javnstøðu í politisku um­ boð­anini, verða tær loysnir vald­ar, ið á bestan hátt tæna fjøldini. At eg allíkavæl í síðstu løtu valdi at skriva undir sam­starvsavtaluna komst eina og aleina av tí støðu, at alternativið tí var, at eg gjørdist einsamallur býráðs­ lim­ur í minniluta kom­andi 4 árini og við als ong­ari ávirkan. Og tá høvdu atkvøð­ urnar til mín verið ov illa um­ sitnar.