mánadagur 10. desember 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. desember 2012 · Nr. 144
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Vitleysa projektið at forskatta pensiónirnar
Frank Davidsen
Teitur Lassen vísur í grein á
Vágaportalinum ein óhugna
ligan veruleika, um hvørja
ávirkan forskatting av pen
siónum, kemur at hava fyri
okkara framtíðar pension
istar.
Kann nakar koma við ein
um sjónarmiði um, hví einki
annað land í framkomna
heiminum, hevur forskatta
pensiónirnar hjá teirra fram
tíðar pensionistum.
Hví Grikkalan, Spania og
Portugal, ið er um at fara á
húsagang, við øllum teirra
serfrøði ikki finna uppá, at
forskatta sínar pensionistar.
Og hví í Harrans navni setur
ES ikki fíggjaligt krav til hesi
lond, um at forskatta teirra
pensiónir, sum ein fíggjar
ligan garanti fyri at ES lænir
hesum londum fleiri hundr
að milliardir, soleiðis at tey
kunna hóra undan fíggjar
liga.
Hetta
skuldi
sambært
teoriini hjá Løgmanni og
Fíggjarmálaráðharranum
verið ein sannur fíggjarligur
gloypibiti, hjá báðum pørtum,
men nei.
Teir einasta knokkarnir
sum nakrar dagar framman
undan jólum í 2011, sóu ljósið,
og gjørdu øllum heimsins
serfrøðingunum í framkomna
heiminum til skammar, tað
vóru merkiligt nokk tær 20
nikkudukkurnar, ið mannaðu
samgongumeirilutan á Før
oya Løgtingi tað tíðina.
Er tað ikki ótrúligt, ar
okkara lítla fjarskotna land,
skal hava fostra, kanska 20
teir glóggastu heilarnar í
heiminum, sjálvur haldi eg tað
er fantastiskt. Hví ikki senda
okkara pellimálaráðharra og
hansara upp aftur gløggari
Løgmann útí heim, og greiða
øllum heimsins londum og
teirra skattaserfrøðingunum
um
"hetta
serføroyska
mirakli " har hesir óvanligu
heilar hava funni ein heilt
ókendan matematiskan for
mel, ið fullkomuliga kemur,
at kollvelta allar pensións
skipanir í heiminum.
Trupuleikin er bara, at
stórur partur av teirra lands
monnum eru so matematiskt
skít býttir, at teir skilja ikki "
hetta serføroyska mirakli ".
Teir halda hinvegin, at
forskatting
av
framtíðar
pensiónum, kemur at ger
ast størsta fíggjarliga gøla
nakrantíð
í
føroyskum
politikki. Men tann tíðin
tá gølan gerst veruleiki, og
pensiónirnar
verða
dup
ult skattaðar og pensiónir
teirra uppetnar av hækkandi
prístalið og øðrum hækkandi
gjøldum, tá sita "serfrøð
ingarnir" sum hava samtykt
hetta vitleysa projekt, afturá
við eini feitar pensión, sum
teir ikki hava inngoldið eitt
fimm oyra til.
Sepp Piontek sum var
venjari hjá danska dýnamitt
landsliðnum í 80 unum, hevði
ofta á munni, "det er de små
marginaler". Og sigast kann,
at tað vóru de små margi
naler, sum var orsøkin til, at
vit fingu tað samgongu vit
hava í dag.
Øll sum hava fylgt við í
politikk, sóu aftaná seinasta
fólkatingsval,
at
veljarar
fólkaflokksins góðu Anniku
Olsen eina so dygga álitis
váttan, at eingin sum helst
ivi var um, at sambært hesi
álitisváttan var hon sjálv
skrivað sum formaður flok
sin, tá formansvalið skuldi
avgreiðast.
Men sum øll vita, so vann
hetta ikki frama, tí vegna
síni
liberalu
stjórnarmið,
var hon ein hóttan í móti tí
ultrahøgra bólkinum í flokki
num, og teirra politisku
sjónamiðum.Í staðin fyri eitt
exit úr føroyskum politikki,
so bjargaði sitandi formaður
sær formannssessin, við lyft
um upp til løgtingsvalið, um
ein ófíggjaðan flatskatt.
Hevði veljarin havt ánilsi
av, hvørjar fíggjarligar av
leiðingar nevnda formansval,
kom at hava fyri framtíðar
pensionistar, so var henda
níðingsgerð deyð í egginum.
Og Tórshavn hevði kanska
havt ein kvinnuligan borg
arstjóra, sum kanska var
noydd, at siga henda sess
frá sær sær, orsaka av at
hon varð kosin til Løgmann.
Men soleiðis skuldi tað ikki
verða. Í staðin fyri hava vit
ein Sambandsflokk sum av
sitandi Løgmanni er drigin
so langt til høgru, at hann
er við, at yvurhála sín sam
starvsflokk, og tað sigur ikki
so lítið.
Eg vil hervið heita á
Løgmann og Fíggjarmála
ráðharran um alment, at
koma við eini frágreiðing
um, hví einki annað samfelag
í
Europa
forskattar
sín
pensiónir. Ella var orsøkin
fyrst og frems bert fyri, at
fáa vald, sum okkara fram
tíðar pensionistar koma at
bløða fyri, tá tann so nógv av
tykkum nevnda "eldrabyrða"
kom í hæddina. Gráa gulli,
hevði hóska betri, til teirra
sum hava verið við til, at
uppbygt tað samfelag, sum
tit sjálvir, nú nýta gott av.
Men ístaðin fyri, so sk... tit í
reiðrið.
Marin Katrina: Kom og arbeið
fyri at menna kommununa
Elin Lindenskov
býráðslimur fyri Javnaðarflokkin
Tað er eitt sera óseriøst les
arabræv, sum Marin Katrina
Frýdal hevur um býráðið í
miðulunum fríggjadagin 7.
desember.
Í staðin fyri at takka
Javnaðarflokkinum fyri, at
vit hava givið henni og øll
um hinum flokkunum ávirk
an á nevndararbeiðið í bý
ráðnum, velur hon at leypa
á Javnaðarflokkin, borgar
stjóran og hinar kvinnurnar
í býráðnum við ósannindum
og illgitingum.
Marin Katrina veit, at tað
hon skrivar er skeivt. Marin
Katrina Frýdal veit væl, at
tað, at eingin kvinna er í fíggj
arnevndini, hevur einki at
gera við, at kvinnur ikki eru
slopnar í fíggjarnevndina.
Og Marin Katrina kundi
sjálv farið í fíggjarnevndina
í staðin fyri Jógvan Arge. So
var um ikki annað ein kvinna
í fíggjarnevndini. Men Tjóð
veldi valdi at seta sama
mann bæði í formannskapin
og í fíggjarnevndina. Also
Tjóðveldi valdi hvørki at sera
kvinnu í formannskapin ella
fíggjarnevndina, hóast tey
høvdu møguleikan at seta
kvinnu í báðar.
Sannleikin er at kvinn
urnar í Javnaðarflokkinum
valdu at raðfesta forkvinnu
sessir og aðrar nevndarsessir
fram um fíggjarnevndina –
tað gjørdi eg eisini sjálv. Tað er
í faknevndunum, vit veruliga
føra politikk. So við at gerast
forkvinna í Teknisku nevnd
valdi
eg
størri
politiska
ávirkan, enn um eg valdi
fíggjarnevndina.
Ístaðin fyri at hyggja eftir
fíggjarnevndini kundi hon
valt at hyggja at nevndar
leiðslunum. Í teimum fimm
býráðsnevndunum
eru
tríggjar forkvinnur og tveir
formenn. Also eru fleiri for
kvinnur enn formenn.
At fleiri menn eru í
summum nevndum og fleiri
kvinnur eru í øðrum, er eitt
úrslit av ynskjunum hjá
býráðslimunum. So kann
man halda tað verða rætt
ella skeivt. Eg vildi sjálvandi,
at kvinnur sótu í fíggjar
nevndini. Men hvat skal
man velja? Skal man tvinga
kvinnur, sum eru valdar at
velja annað enn tær ynskja?
Kvinnurnar í Javnaðar
flokkinum valdu eftir egnum
ynski aðrar nevndir fram
um fíggjarnevndina – hetta
fyri at fáa ávirkan á øki, tær
brenna fyri.
Marin Katrina niðurgerð
hinar kvinnurnar í býráðnum
grovliga við at pástanda, at
tær eru settar har av borg
arstjóranum. Sum um at tær
ikki eru førar fyri at velja
sjálvar.
Í sínari herferð ímóti
Javnaðarflokkinum, borgar
stjóranum og hinum kvinn
unum í býráðum velur Marin
Katrina Frýdal so eisini at
lata verða við at nevna, at
hesaferð er ein kvinna í
formannskapinum – eg sjálv.
Har var eingin í seinastu
setu.
Annars sat eg sjálv í fíggj
arnevndini seinastu setu og
havi sitið har fyrr, men valdi
Teknisku nevnd fram um
hesa ferð.
Góða Marin Katrina Frý
dal! Heldur enn at brúka tína
orku upp á at leypa á Javn
aðarflokkin og okkum aðrar
kvinnur í býráðum, átti tú og
Tjóðveldisflokkurin at brúkt
teir nevndarsessi, tit hava
fingið frá Javnaðarflokkin
um, til at arbeiða fyri at
menna
kommununa
til
frama fyri borgararnar. Eg
skal fegin hjálpa tær við tí,
tí eg veit, at vit eru samdar
á nógvum økjum. Vit hava
gjørt nógv gott fyri komm
ununa saman.