Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 10. desember 2012 · Nr. 144 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kaj og Jørgen lúgva! Teitur Vágadal Sjúkrarøktarfrøðislesandi Ella vita teir simpulthen ikki hvat teir tosa um, tá teir fremja eitt ósakligt álop á Heðin Mortensen. Fyri fyrstu ferð hoyra vit fíggjarmálaráðharran koma við einari váttan av veru­leikan­um: “- Við flat­ skatt­inum hava øll fingið ein skatta­lætta, eisini tær lægru løn­irnar, um enn ikki stórur lætti, so er tað ein lætti” í Vága­portalinum. Løgmaður roynir at skúgva ábyrgd frá sær, tá hann pástendur at komm­ un­urnar kunnu gera nakað við tað. Hvat er hent við flatskattinum? Hesin flatskatturin er við at taka lívið av okkum, so ofta ein skal hoyra uppá hetta nógv hálovaða og út­ skeldaða hugtakið. Í Vága­ por­talinum sigur løgmaður at: “Borgarstjórin vil vera við, at landsskatturin er ein flat­ skatta­skipan. Lands-skatt­ urin er pro­gressivur.” Sam­ tundis, sum Jørgen brúk­ar hugtakið ”flat­skattur” í hvørj­ um setningi. Tí mugu vit hyggja eftir tølum fyri at skilja heila skeldaríið. Sí talvu 1: Ein og hvør sær, at tað eru inn­tøkur yvir 300 túsund, sum fingu fyrimun av flat­ skattinum. Og uppaftur stutt­ligari var tað at hava hægri inntøku, men nokk um tað. Lat okkum eisini hyggja eftir hvat annað er hent. Pensjónsskatting og annað gott Fyri at ”fíggja” flatskattin, gjalda løntakara nú skatt við inngjald av pensjónum. Goldið verður 40 %. Tykist meina­leyst, uttan ein hyggur nærri at tí. At flyta skattingina hava fleir víst á, er bert at taka fram­tíðar inntøkur, ístaðin fyri seinni. Og tískil er hetta ikki ein fígging. Svarar nøkulunda til at ein etur nátturðan á morgni ístaðin, hann skal jú etast óansæð ella….? T.v.s. vit hava ein ófíggj­að­ an flatskatt. Men søgan er ikki lið­ug her, tí at faktiskt er flat­ skatt­urin partvíst fíggj­að­ ur. Og tað síggja vit í 40 % skattinum. Pensjón er A-inntøka sum er sett til síðis til aldur­ dómin. Arbeitt verður við einari pensjónsnýskipan, fyri at allir borgarar kunnu fáa ein virðiligan, og ikki minst, ein sjálvfíggjaðan aldurdóm. So tá ein fær pensjón út­ goldna, skal ein eisini gjalda skatt av henni. Altso eru nøku­lunda somu treytir gald­andi. Lága pensjón = lágan skatt, miðal pensjóna = mið­ al skatt og høga pensjón = høg­an skatt Men bíða, skatta prosentið er broytt til 40 %, fyri øll???? Hvat hendi tá? Jú, tað merkir tað at : Lága pensjón = 40 % skatt, miðal pensjóna = 40 % skatt og høga pensjón = 40 % skatt. Fortreytirnar eru broytt­ ar. Og hvønn rakar hetta? Sjálvandi lágpensjónir og miðal­pensjónir. Sum talva 2 vísur. Sí talvu 2: Dømi um láginntøkur eru: Sjúkrasystrar, ófaklærd, arbeiðsfólk, krambafólk o.s.fr. Tær lægru inntøkurnar missa upp til 12 % av sín­ ari pensjón! Og hvør fer av­stað við teimum 12 %? Lands­kassin einsamallur! Fakt­iskt fer landskassin avstað við eyka pensjóns­ inntøkum heilt upp til 400 túsund krónur! Lág-, og miðalinntøkurnar hava fing­ ið eina skattahækking. Pensjónsmissurin hjá lág- , og miðalinntøkum er eyka byrða, sum Kaj og Jørgen hava lagt á tey. Og teir um­ boða landskassan. Eyka útreiðslur hjá láginntøkum Flatskatturin varð beinavegin etin upp av: - Hækkað ALS-gjald - Hækkað Heilsutrygdargjald - Hækkað pensjóns­ skatting - Prísvøksturin síðan nov. 2011 – mat og drekka: hækkað 1,9 % ­– býliskostnaður: hækkað 5,9 % ­– aðrar tænastur: hækkað 5,8 % Lúgva ella óvitandi? So er tað tað? Lúgva Kaj og Jørgen, ella hava teir mist sambandið við fólkið? 1) Pensjónskatturin hjá láginntøkum hækkaður = eyka byrðar 2) Flatskattur partvíst fíggjaður av hægri pensjónsskatti 3) Skattalætti bert til háginntøkur 4) Hækkaður prísvøkstur Alt í alt, hava Kaj og Jørgen gjørt tað torførari fyri lág­inn­ tøkur í Føroyum. Teir royna at verja hækkaðan skatt og siga at kommunurnar kunnu bert lækka skattin. Kommunurnar veita mest beinleiðis tænastur til borgaran. Skal váti dreymurin hjá Kaj og Jørgen fylgjast verður inntøkan hjá kommununum lægri, og tænastustøðið lægri. Kaj og Jørgen royna eisini at koyra meira og meira út­ reiðslur á kommununur, harav tað nýggjasta er at kommunurnar skulu gjalda 2,5 % eyka av rentu­stuðulin­ um. Hvussu skulu kommunur lækka skattin tá landið koyr­ ir meira útreiðslur á komm­ unurnar? Tað er ikki hjá landinum ein skal leita sær hjálp framyvir, vit noyðast at hava álit á kommunurnar. Sam­an­umtikið hevur Heðin Mortensen rætt í síni útsøgn, og Kaj og Jørgen antin lúgva ella eru beinleiðis óvitandi. Keldur: www.taks.fo, www.logting.fo , www.hagstova.fo, www.vp.fo Góði Jenis Kristjan av Rana Anja Wenningstedt næstforkvinna í Eysturoyar Tjóðveldisfelag Eg eri eitt sindur hørm um, at tú skal stríðast hetta stríð­ið so einsamallur, men sam­ stundis eri eg glað fyri og takk­som um, at tú ikki sum meiri­lutin av politikarunum og læknunum velur at lata eyguni aftur og tiga. Eg stúrsi við orðingina um totalan mangul upp á virðing. Eg haldi tvørtur ímóti, at tú er ein av teimum heilt fáu í samfelagskjakinum, ið júst torir at vísa virðing bæði fyri ófødda barninum og teim­um mammum/for­eldr­ um, sum hava mist børn á ein slíkan óneyðugan og mann­ minkandi hátt. Haldi at viðkomandi starvs­felagi heldur skuldi byrj­að at víst virðing fyri okk­um og okkara deyðu børn­um. Hví er tað so ræðandi fyri viðkomandi, at vit veruliga eru nógv foreldur, sum sita eftir við einari stórari, ófor­ loystari og tabuiseraðari sorg? Hví skal tað tigast burt­ ur, tá tað heldur skuldi verið rópt út av hvørjum fjallatindi, at fosturtøka er syrgilig, óneyðug og ein stór skomm? Hví mugu vit ikki nevna, at tað javnan kemur fyri, at foreldur verða kroyst til fosturtøku hóast tey ikki vilja? Hví er tað so óhugsandi at onnkur teirra ikki høvdu lati seg kroysta um tey høvdu eina ráðgeving at fara til? Hví skal nakað so jaligt, sum hendan royndin hjá Miðflokkinum at fyribyrgja at enn fleiri børn doyggja samstundis sum at foreldrini sita eftir við sorgini, takast sum nakað neiligt? Eg sigi fyri meg, var ein ráðgeving, sum tann, sum nú skal setast á stovn, til í Føroyum fyri 4 árum síðan. So var mítt barn á lívi í dag. Rann frá Heródes til Pilatus at biðja um hjálp og ráðgeving um, hvussu eg kundi hjálpa ófødda barninum. Allastanis var svarið: Eg kann ikki hjálpa tær. So einaferð fekk eg at vita, at bara eg fekk eina fost­ur­ tøku so skuldi eg nokk fáa bæði hjálp frá sálarfrøðingi og sosialrágeva aftaná. Gita, um eg fall fyri freistingini? Og gita um har var nøk­ur hjálp at heinta tá so fostur­ tøkan var framd? Nei nemmiliga. Hug­burð­ urin var harafturímóti, at eg kundi taka heilivág um eg var kedd, so fór nokk tað heila at javna seg. Fyri alt í verðini góðu politik­arar, vísi nú ta virð­ ingina fyri óføddu føroy­ ingunum og foreldrum teirra, sum vit hava uppiborið. Talva 1 Talva 2