mánadagur 10. desember 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. desember 2012 · Nr. 144
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Borgarstjórin í Havn,
Heðin Mortensen, gevur
í
dag
flatskattinum
skyldina fyri, at familjur
í høvuðsstaðnum ikki
hava tað gott. Við Vága
portalin sigur hann, at
“hóast kommunan hevur
tað gott, so hava ikki allar
familjur í kommununi
tað gott, og tað er ein
beinleiðis ávirkan av
flatskattinum”.
Flatskattur
Tað er nokkso løgið,
at borgarstjórin gevur
flatskattinum skyldina,
tí
landsskatturin
er
progressivur. Inntøkur
niðan fyri 500.000 kr.
rinda 20% í landsskatti.
Millum
500.000-
800.000 kr. 25%, meðan
inntøkur
omanfyri
800.000 kr. gjalda 30% í
landsskatti.
Kommunuskatturin
er harafturímóti púr
asta flatur. Sama hvørja
inntøku tú hevur, rindar
tú
omanfyri
20%
í
kommunuskatti.
Botnfrádrátturin
Verður síðani hugt eftir
botnfrádráttinum, hevur
samgongan
hækkað
botnfrádráttin úr 30.000
kr. til 65.000 kr. um árið.
Botnfrádrátturin
hjá
kommununi
er
harafturímóti
30.000
kr. Við øðrum orðum.
Hevur tú eina inntøka
á 65.000 kr., rindar tú 0
kr. í landsskatti, meðan
kommunan fer avstað
við umleið 7.5000 kr.
Av tí at kommunu
skatturin er púrasta flat
ur, rinda lág-, miðal- og
háinntøkurnar akkurát
tað sama.
Tískil er tað mótsig
andi, tá borgarstjórin
sigur, at skatturin hjá
samgonguni er orsøkin
til, at familjur hava tað
torført, tá kommunan
hevur reinan flatskatt!
Um Heðin Mortensen
ynskir at fjálga um
familjurnar, hevur hann
møguleikan at hækka
botnfrádráttin.
Ikki
beinleiðis, tí løgtingið
skal samtykkja tað, men
um borgarstjórin ynskir
at hækka botnfrádráttin
úr 30.000 kr. til 65.000,
skal hann siga til. So
sleppa familjurnar at
varðveita í minsta lagi
7.500 kr. afturat av inn
tøkuni.
Skal nokk stuðla hon
um.
Barnafrádráttur
Samgongan hevur har
afturat hækkað barna
frádráttin við 1.000 kr.
Úr 5.500 kr. til 6.500 kr.
um
árið.
Tórshavnar
kommmuna
hevur
somuleiðis
hækkað
barnafrádráttin. Í hesum
førum fjálga bæði landið
og
kommunan
um
familjurnar.
Tískil er tað óheppið,
tá borgarstjórin kemur
við niðrandi útsøgnum,
tí familjurnar sleppa at
varðveita størri part av
lønini við flatskattinum
hjá ABDH-samgonguni.
Flatskatturin hjá Heð
ini Mortensen verður
harafturímóti
nýttur
øðrvísi, tí barnafamilj
urnar njóta ágóðan av
ísbreytini
og
annað.
Sum borgari gjaldi eg
fegin til Heðin, tí ís
breytin er tað besta, sum
er hent í býnum. Tískil
er útsøgnin óheppin.
Óneyðug. Kann saman
berast við, at Heðin
skoytar uttan skoytur.
Øll vita, hvussu kloss
ut tað er…
Heðin á
ísbreytini!
Hanus Samró
Løgtingsmaður fyri
fólkaflokkin
Pálmuolja skaðilig fyri
umhvørvið, náttúru
og menniskju
Kári Thomsen
ráðg.
Agenda 21 Stovan
Pálmuolja, ið oftast gongur
undir felagsheitinum vege
tabilsk olja, er nokk heimsins
mest brúkta plantuolja, men
eisini ein orsøkin til at regn
skógir
hvørva,
áhaldandi
veðurlagsbroytingar og at
upprunafólk mugu rýma frá
teirra búplássum.
Pálmuolja finnist i mat
vørum og tílíkum sum t.d.
margarin, barnagreyt, sukur
látu, popkorn, chips, keks
og køkur og aðrar vørur, og
gongur oftast undir navn
inum vegetabilsk olja ella
plantuolja.
Næstan øll pálmuolja stav
ar frá Indonesia og Malaysia.
Í báum londum verða regn
skógir áhaldandi høgdar nið
ur, og er hetta megin orsøkin
til at regnskógir hvørva í
stórum. Upprunafólk, ið liva
í regnskógarøkjum eru mill
um heimsins fátakastu og
bundin at teim úrdráttum
regnskógirnar geva teimum
av mati, heiluvági, amboðum
og byggitilfari.
Lívfrøðiliga margfeldi er
annars sera stórt í regnskógar
økjum, men við áhaldandi
felling av skógunum minkar
margfeldi, ið aftur við sær
eina afturgongd í samlaðu
lívfrøðini.
Ein kendur skabningur, ið
einans finnist á oyggjunum
Borneo og Sumatra, er hóttur
á sítt tilverugrundarlag. Talan
er um apuna Orangutang, ið
ikki kann verða regnskóg
irnar fyriuttan, skal hon
framhaldandi verða ein av
heimsins íbúgvum.
Regnskógirnar í Indonesia
og Malaysia vaksa í mýru-
og vátlendum, ið hava í sær
stórar nøgdir av koltvíiltu
(CO2). Tá skógirnar verða
feldar latast út stórar nøgdir
av koltvíiltu úr vátlendunum.
Pálmutrøðini binda langt frá
somu nøgd av koltvíiltu sum
vanliga regnskógin, og hevur
hetta m.a. vi sær at langt
stórsti parturin, heili 80% av
útlátum av veðurlagsgass
um stava frá skógarfelling
og broytingum í jarðarbrúk
inum. Av hesi orsøk liggur
Malaysia á einum triðjaplássi
fyri heimsins mest dálkandi
lond tá tað snýr seg um
veðurlagsgassir.
Flestu matoljur eru heilsu
góðar. Pálmuolja er tó eitt
undantak tí innihaldið av
mettaðum feittsýrum er áleið
líka stórt sum í t.d. vanligum
mjólkarfeitti. Aðrar matoljur
hava vanligt stórar nøgdir
av ómettaðum feittsýrum, ið
likamið tolir væl betur. Flest
øll vita at mettaðar feittsýrur
økja um kolestorolnøgdina í
blóðinum og við tí vandan
fyri aðra- og hjartasjúkum.
Fyri
einum
ári
síðan
brúkti hvør normaður góð
3 kilo av pálmuolju. Hetta
er við miðvísari kunning og
upplýsing bert eftir einum ári
minkað niður í 1 kilo. Verða
norsk tøl brúk til okkara við
urskifti, so brúka vit umleið
150 tons av pálmuolju um
árið. At støðan er broytt sam
svarandi norskum tølum fyri
í ár, kann ein ivast í.
Um
tú
sum
vanligur
brúkari ynskir at fáa gjølliga
kunning um vandarnar við
áhaldandi at brúka pálmu
olju, kann tú vitja norsku
heimasíðuna hjá brúkara
samtakinum Grøn Hverdag.
Á hesu leinkju finnur tú
pálmuoljuvegleiðingina har
tú kann síggja hvørjar mat
vørur hava í sær pálmuolju.
Ein pálmuolju APP kundi
verði hentur, men hann finn
ist ikki enn – men er ávegis.
http://www.gronnhverdag.
no/nor/Palmeoljeguiden
J Ó L F Y R I Ø L L
Ke n d i r f ø roys k i r j ó l a s a n g i r
169 kr.
F æ s t u m a l t l a n d i ð