Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 12. desember 2012 · Nr. 145 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danska rættar­ skipanin heimsins rætt­ vísasta Ein nýggj frágreiðing av óhefta felags­ skapinum, World Justice Projekt kjósar sambært Ritzau donsku dómstólarnar sum heimsins mest rættvísu Leo Poulsen Tá eitt revsimál verð­ur ført við donsku dóm­ stólarnar, fer tað ikki bert rættvíst fram, men meira rættvíst enn í restini av heiminum. Tað er niðurstøðan sambært Ritzau av einari nýggjari frágreioðing frá óhefta felagsskapinum, World Justice Projekt (WJP). Frágreiðingin, Rule of Law Index, varð kunn­ gjørd fyri tveimum vikum síðani. WJP hevur biðið 97.000 borgarar og 2.500 ser- frøðinbgar í 97 londum um allan heim meta um teirra egna land í átta yms­um viðurskiftum: ábyrgdini hjá stjórnini, frávera av mutri, skil og trygd, grundleggjandi rætt­indi, gjøgnumskygd stjórn­ arstýring, handhevjan av lógini, borgarligt rætt­vísi og revsirættarligt rætt- vísi. Í Danmark hava 1000 fólk verið við frá trimum teimum størstu býunum í landinum, og teirra álit á revsirættarligt rættvísi hevur sent Danmark upp á fyrsta plássi á hesum øki. Hetta má so roknast við at smitta eitt sindur av á okkum her í Føroyum eisini. World Justice Project er ein óheftur nonprofit felagsskapur við støð í Washington, USA, og Rule of Law Index er triðja frá­ greiðing av sínum slag. Leo Poulsen Á fyrsta sinni var ein føroysk Oscar standmynd latin til ein føroyskan filmsframleiðara. Og tað gjørdist Sakars Stórá, ið vann fyrsta Geyt­ an fyri stuttfilmin, »Summ­ arnátt«. – Eg havi ikki heilt orð fyri tí. Her eru so nógvir góðir filmar, og so varð mín valdur, tað er stórt, segði Sakaris Stórá við útvarpið hjá Kringvarpinum. Tað merkir, at fólk seta prís upp á tað, sum mann ger. Tað hevur stóran týdning at fáa viðurkenning sum hesa, tí tað er ógvuliga einsligt at gera film. Tú missir nógv annað, og so eru eisini pengar í tí, og teir fari eg at brúka til mín næsta stuttfilm, segði Sakaris Stórá. Dómsnevndin hevði ávís kriterii at ganga eftir. – Søgan, fyrst og fremst, síðani filmslistarliga frásøgu­ háttin og í triðja lagi tøknin. Og har hildu vit í nevndini, at hesi trý fullu best út til júst hendan filmin, segði for­maðurin í dómsnevndini, Birgir Kruse. Hann heldur, at filmurin ber rættiligan altjóða dám yvir sær, og tí kann hann standa seg væl í altjóða høpi. Eisini eináskoðara virðis­ løn varð latin, og hana vann Annika á Lofti fyri filmin »Mist«. Geytin gav 25.000 krón­ ur í virðisløn, sum Norður­ landahúsið letur, meðan áskoð­ara virðislønin gav 15.000 krónur, sum Tórs­ havnar býráð hevur latið. Sakaris og Annika vunnu Tað var Sakaris Stórá, sum vann fyrstu Geyta virðislønina, meðan Annika á Lofti vann áskoðara virðislønina Sakaris Stórá vann fyrstu Geyta virðislønina, og við henni fylgdu 25.000 krónur Triðja viðgerð má avgreiðast fyrst Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum, vil einki siga um støðuna hjá stovninum, fyrr enn triðja viðgerð av eykajáttanini til Kringvarpið hevur verið í Løgtinginum Leo Poulsen – Sum eg havi sagt við hinar fjølmiðlarnar vil eg ikki út­ tala meg, fyrr enn triðja viðgerð av eykajáttanini til Kringvarpið hevur verið fyri í Løgtinginum. Tað sigur Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum. Hann heldur ikki, at tað gevur meining at úttala seg, fyrr enn uppskotið um eyka­ játtan er liðugt avgreitt í ting­inum. – Tú veit ongantíð, og verður nakað broytt millum aðru og triðju viðgerð, so stendur tú í einari heilt nýggjari støðu. So eg havi valt ikki at siga nakað, fyrr enn málið er avgreitt, sigur Dia Midjord. Tað stendur tó greitt, at uttan mun til hvat hend­ir, so standa tær níggju upp­ sagnirnar við, og tey fólk­ini, sum er bundin at Kring­ varpinum í tíðarav­mark­ aðum starvi, fáa neyvan starvs­tíðinba longda, tá hend­an rennur út ávikavist 1. januar og 1. februar. – Hesar uppsagnirnar vórðu veruleiki uttan mun til, um tað almenna játtar nakr­ar pengar ella ikki. Tær høvdu komið, sjálvt um Kring­varpið fekk játtað 3,6 milliónir krónur. Eg fari ikki at úttala meg um, hvørjar av­leiðingarnar verða, um eykajáttanin verður skorin úr 3,6 milliónum niður í 1,9 milliónir krónur, men fólk kunnu sjálvi leggja tvey og tvey saman, sigur Dia Mid­ jord. Tey níggju, sum hava fingið ætlanarskriv um upp­ søgn, hava 14 dagar at svara í. Hetta er fyri stóran part fólk, sum koma alla staðni frá í skipanini. – Tíðindadeildin hevur ver­ið sera illa mannað, men uppsagnirnar raka yvir alla skipanina. Nú mugu vit so bíða eftir triðju viðgerð av uppskotinum um eykajáttan til Kringvarpið, og tá tað mál­ ið er avgreitt, vita vit betri, hvussu støðan er hjá okkum, sigur Dia Midjord, stjóri. Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum, vikl ikki fara út í gitingar um eykajáttan og framtíðarleistin hjá Kringvarpinum, men velur at bíða, til uppskotið um eykajáttan er liðugt viðgjørt í Løgtinginum