Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. desember 2012 · Nr. 145 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Teir fyrstu skrivligu vitnis­burðirnir um, at menn­iskjan fer at brúka sítt egna høvd og ikki ýta av eftir ímyndaðum gud­dómum, vórðu festir á blað í Grikkalandi í sættu, fimtu og fjórðu øld f.Kr. Gitnir sum teinkj­arar av hesum nýggja slag­num vóru eitt nú Anaksi­mand­er, Pýtha­goras og Xeno­ fanes. Tann gitnasti av hes­ um hugsandi grikkum var Platon, athenbúgvi og av aðalsætt, sum livdi frá 428/27 til 347 f.Kr. Platon tók upp eitt til tað nýtt og ógvuliga forkunnugt tekst­ slag, sum bæði kann setast í samband við tann frælsa tankan og við gamla grikska sjónleikar-siðvenju. Formliga vóru hansara tekstir ofta evn­aðir til sum samrøður, mill­u­m tveir ella fleiri per­sónar. Innihaldið í hesum orðaskifti var tó ikki av dramatiskum, men av eitt nú heimspekiligum, gud­frøðiligum ella moralskum slag. Miðdepil í tí platonska dialoginum er vanliga So­krates. Óvist er, um hann veruliga hevur livað, um hann er ein yrktur per­sónur, ella – og hetta er kanska tað sanna – um vit her møta einum søgu­ligum persóni, sum Pla­ton hevur stoypt um og myndað í yrktum formi. Í bókini The Poetry of Thought (2011) førir George Steiner fram, at Sokrates er tann mest liv­andi bókmentaliga og drama­turgiska skepnan í heim­sins bókmentum, og at hann ber av bæði Faust, Ahab skipara, Don Quixote og Hamlet. Sum bæði vís og vinarlig faðirmynd – við skørpum dialektiskum viti – kundi hann mint um Kristus ella – uttan samanbering - Sherlock Holmes. Samrøðan í Euthýfron fer fram í árinum 399 f.Kr. Vit eru stødd í Athen í Grikkalandi. Framman fyri súluhøllina hjá dóm­ ara­num í trúarmálum hittast Sokrates og spá­ mað­urin Euthýfron. Tann fyrri er stevndur fyri gud­loysi, tann seinni hevur stevnt faðir sínum fyri morð. Eitt orðaskifti tekur seg upp, og hvør greiðir frá sínum sakarmáli. Men brátt snýr samrøðan seg um gudsótta, og Sokrates vil hava hetta hugtak lýst til lítar. Sum Sokrates held­ur á at tráspyrja, og Euthý­fron sum frægast roynir at svara, verða mong evnir tikin upp og skil­markað, eitt nú spurningurin um lut og heild, um rættvísi og gud­røkni og um gersøgn og tol­søgn. Men fyrst og fremst vil Sokrates fáa tað heilaga lýst til lítar. Er tað heilaga heilagt, tí at gudarnir elska tað? spyr hann. Ella elska gudarnir tað heilaga, tí tað er heilagt? Ein at vísa seg sakleysur spurningur – við víða røkkandi av­leið­ingum! Í síni rannsókn leitar Sokrates eftir einum grund­skapi, sum umboðar sjálvan kjarnan í tí heilaga. Og Euthýfron er fyrsti dialogur, har hetta hugtak – sum grikkar róptu idéa – er um­røtt. Verkið er umsett bein­ leiðis úr forngrikskum. Týð­ing og viðmerkingar eru eftir Hanus Kamban. Út­gevari er forlagið Nátt­sólin. Bókin, sum er 56 síður, er sett og prentað á Føroyaprenti. Hon kostar 100 krónur. Tað heilaga Dialogurin Euthýfron eftir Platon í føroyskari týðing Randi Jacobsen Fleiri fólk munnu hava føð­ ingardag í dag, men óivað er bara ein føroyingur, sum fyllir 100 ár í henda merkis­ dagin. Vit skriva 12.12.12. Anna Festirstein, sum varð fødd við Gjógv 12.12.1912, hevur búð minsta partin av sínum lívi í Føroyum. Í 1938 flutti hon til Dan­ mark­ar og kom ikki aftur til Føroya at búgva fyrr enn fyri tveimum mánaðum síðan, eftir at hava 74 ár í útlegd. Anna var bara viku gom­ ul, tá ið hon varð borin til Funnings at verða doypt. Fimm ára gomul flutti familjan til Eiðis, tí mamma hennara var haðani. Tá vóru bara tvey av teimum níggju systkjunum fødd. Anna vaks upp á Eiði, og hon fór á barnaheimið í Vestmanna at arbeiða. – Men so hendi tað, at hon tvær ferðir misti mál­ið, og hon fór tí niður á Ríkis­ sjúkrahúsið. Har fekk hon hjálp, og trupulleikin kom ong­antíð aftur. Tað sigur Svanhild Vestur­ dal, sum er systir Onnu. Tað var í 1938, at hon fór til Danmarkar. Hon fór á háskúla, so kom annar heims­ bardagi, og Anna slapp ikki til Føroya tey næstu árini, um hon vildi ella ikki. Hon valdi at útbúgva seg til sjúkrasystir, lærdi á sjúkra­húsinum í Haderslev. – Hon hevur sagt mær, at tað bara var vegurin ímill­um sjúkrahúsið og týsku kasern­ una, men hon hevur ikki sagt tosað um nakran ófrið. Lækni á sjúkrahúsinum var fólkatingslimurin Inge Krogh, og tær báðar vóru vin­konur. Anna varð búgvandi í Haderslev, har hon átti hús. Langt eftir at hon var farin frá sum sjúkraystir fyri aldur, seldi hon húsini, tí hon orkaði ikki at halda tey longur. Hon flutti tá til Horsens, hagar vinkonan Inge Krogh var flutt frammanundan. Anna hevur ongantíð ver­ ið gift og eigur eingi børn. Í Danmark kom hon ikki saman við føroyingum, men hon gloymdi ongantíð málið og hevur skrivað tað væl eisini. Tá ið annar heimsbardagi var av, kom Anna heim til Føroya at ferðast, og tá steðg­ aði hon leingi heima. Svanhild sigur, at hon kom ikki at kenna stórusystrina, tí hon var bara tvey ára gomul, tá ið tann 24 ár eldra systirin flutti av landinum. Men síðan hevur hon javn­an vitjað í Føroyum, og Svan­hild hevur eisini ofta verið í Danmark og ferðast hjá systrini. Í summar var Anna heilt ússalig, og greitt varð, at hon kundi ikki búgva einsamøll heima. – Hon hevur altíð sagt, at hon vildi ikki á nakað røkt­ arheim í Danmark og tí fóru vit niður at tosa við hana um at flyta heim, sigur Svan­ hild. Tað vildi hon og fekk pláss í Korndalsbýlinum á Eiði, har henni dámar væl at vera. Ikki eru tað nógv eiðisfólk, hon kennir eftir at hava búð so nógv ár í Danmark. Svanhild og Anna eru góðar systrar, og Svanhild fer so at siga hvørt kvøld við stokk­um at vitja systrina. Tvey systkin hjá henni eru eftir. Skyldfólk hennara halda dagin saman við henni í dag í Korndalsbýlinum, har opið hús verður. Vildi sleppa heim aftur Í dag, 12. 12. 12, fyllir Anna Festirstein á Eiði 100 ár. Í 74 ár búði hon í Danmark, líka til hon í heyst flutti aftur til Føroya Anna Festirstein trívist væl í Korndalsbýlinum Í seinastuni eru fimm presta­ garðar í Føroyum umvældir og settir í stand. Haraftrat verður bispagarðurin um­ bygdur, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðu síni. Fleiri prestagarðar hava verið í vánaligum standi, men nú er farið at umvæla ein prestagarð fyri og annan eftir. Umsitingin av gørðunum er broytt nakað. Ístaðin fyri at allir garðarnir hvørt ár fingu eina minni játtan, verður árliga játtanin nú mið­savnað til nakrar ávísar garðar, so hesir teir innan ávíst tíðarbil fáa neyðugar ábøtur. Føroya Stiftsstjórn um­ situr prestagarðarnar í sam­ starvi við Landsverk. Lands­ verk er ráðgevandi og hevur tað fakliga eftirlitið. Í seinastuni eru ábøtur gjørdar á fimm prestagarðar í Føroyum. Haraftrat verður bispagarðurin í Havn um­ bygdur. Talan er um hesar presta­ garðar: í Vági, hús­ini hjá dómpróstinum í eyst-ur­ býnum í Havn, í Hvalvík, á Gjara­nesi og í Klaksvík. Í Klaksvík er talan um prestagarðin á Brekku, har Hanus á Gørðum, prestur býr. Húsini eru bygd í 1974. Umvæla prestagarðar