Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 12. desember 2012 · Nr. 145 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Mær vitandi er hetta størsta sakarmál í Føroyum, so eg haldi ikki, at rokningin er órími­lig. Tað heldur Djóni Thomas- sen, sakførari. Hann førdi sakina fyri Taks, tá ið Taks tapti sakar­ málið ímóti vinnuni í Gøtu og mátti rinda gøtufólk góð­ ar væl yvir 50 milliónir aftur í skatti. Málið var bæði fyri í Føroya rætti og í landsrættinum og tilsamans hevur Djóni Thomassen skriva Taks eina rokning á góðar 1,4 millión fyri málsviðgerðina í Føroya Rætti og 800.000 afturat fyri at føra málið fyri landsrættin, alt samalt umframt mvg. Hetta hevur vakt ans og Taks vildi ikki viðurkenna rokningina, men hevur lagt rokningina á 1,4 millión fyri danska Advokatsamfundet at fáa ein meting um, antin hon er rímilig. Taks sigur, at hetta er nógv størsta rokning, tey hava fingið fyri eitt vanligt sakar­mál. Størst í Føroyum Men Djóni Thomassen heldur ikki, at talan er um eitt heilt vanligt sakarmál. Tað lógu yvir 53 milliónir í klemmu og so vítt, hann minnist, er tað størsta og mest umfatandi sakarmál í Før­oyum. Hann sigur, at tá ið advo­ katar áseta sær samsýning, eru nakrar leiðreglur, teir hava at halda seg til. Samsýningin skal altíð standa mát við kravið. Sostatt kann ein advokatur ikki taka 20.000 krónur í samsýning fyri eitt sakarkrav á 10.000 krónur, sama, hvussu fløkt málið er. Í hesum sambandi skulu atlit takast til, hvussu umfat­ andi málið er og, hvussu nógv­ar tímar hann brúkar upp á málið. Advokaturin skal eisini hugsa um, hvussu fløkt mál­ ið er og um brúk er fyri utt­ an­hýsis servitan. Og somuleiðis skulu at­ lit takast til, hvussu stór ábyrgd­in er. Í rættarmálum er eisini tað galdandi, at tann, sum tapir eitt rættarmál, rindar sakar­kostnaðin. Í hesum førum ásetir rætt­urin, hvussu stóra sam­ sýning, tann, sum tapir, skal rinda til advokatin hjá tí, sum vinnur. Tað er ein meting, sum rætt­urin ger, men kostar advo­katurin meiri enn tað, skal tann rokningin rindast av tí, sum sakførarin hevur sakina fyri. Rætturin metir Í hesum ítøkiliga førinum var talan um eitt sakarkrav upp á yvir 50 milliónir og í hesu sam­bandi hevur Føroya Rættur mett um, hvat tað kostar at føra eina slíka sak. Djóni Thomassen sigur, at í hesum føri hevur rætturin mett, at sakarmálið kostar góða 1,4 millión. Hetta skal Taks rinda mót­ partinum. Orsøkin til, at sakar­kostn­ aðurin til advokatin er tvær milliónir, er tí hann hevur lagt rættargjaldið út. Men kostar sakførarin meiri enn tað, má tað so gjald­ast. – Føroya Rættur hevur mett, at hetta er ein sak, sum kostar góðar 1,4 milliónir og tað havi eg hildið meg til, sigur Djóni Thomassen. Málið endaði í Lands­rætt­ inum og hann er komin til tað niðurstøð, at kostnaðurin er 800.000 krónur. Orsøkin til, at tað er bíligari í landsrættinum, er, at tá er ein stórur partur av arbeiðnum longu gjørdur. Í Sosialinum mánadagin vóru tað starvsfelagir hjá Djóna Thomassen, sum hildu, at tað var beinleiðis til vanda fyri trúvirðið hjá advokat­ stættini at skriva rokningar sum hesa, serliga fyri eina sak, ein hevur tapt. Men tað er Djóni Thomas­ sen ósamdur í. – Føroya Rættur og lands­ rætturin hava mett, at hetta er tað, hendan sakin kostar og tað havi eg hildið meg til, sigur Djóni Thomassen. Tað veldst væl eisini um, hvussu sakin endar. - Tann, sum vinnur heldur uttan iva, at peningurin er væl farin, men helst er tað verri hjá tí, sum tapir. 1.000 – 1.500 Djóni Thomassen sigur, at flestu advokatar taka 1.000- 1.500 krónur um tíman, men so kann tað ganga upp og niður, alt eftir, hvat talan er um. – Ein leiðregla er, at at verjar í revsimálum fáa 1.650 krónur um tíman, um­ framt mvg og tað hevur Landsrætturin ásett. Hann sigur, at hetta mann vera áleið tað, sum ráðgeving kostar. – Men advokatar eru ein­ astu ráðgevarar, sum eru und­ir eftirliti og sum skulu hava eina trygging ímóti sviki. – Ein og hvør kann seta seg niður sum ráðgevari av alskyns slagi, uttan nakað sum helst, men advokatar hava strangar reglar at halda seg til, sigur Djóni Thomas­ sen. Rokningin er ikki órímilig SAMSÝNING Djóni Thomassen heldur ikki, at rokningin hann skrivaði fyri at hava arbeitt fyri Taks, er órímilig Meting Í hesum føri er tað rætturin, sum hevur mett um, hvat sakarmálið kostaði og tað havi eg hildið meg til, sigur Djóni Thomassen, sum hevur verið fyri atfinningum fyri eina rokning, hann hevur sent Taks. Ikki Jónfinn men Djóni Tá ið vit greiddu frá hes­um málinum í mán­a­dags­blaðnum, er bland komið í nøvnini av onkr­ari merkiligari orsøk Vit skrivaðu, at sak­ førarin, sum umboðaði Taks, nevndist Jónfinn Thomassen. Soleiðis eitur ongin advokatur í landinum, okkum vitandi. Tað nærm­asta, vit koma, er Jón­finn Thomsen, advokatur, men tað er ikki hann, sum hev­ur umboðað Taks, tí tað rætta er Djóni Thomas­sen og tað er hann, ið hevur ført sakina fyri Taks.