Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 12. desember 2012 · Nr. 145 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tá freistin at stilla upp til formansvalið í Føroya Fiski­ mannafelag var úti hin 4. desember, var greitt, at trý valevni eru til valið hesa­ ferð. Formaðurin seinastu seks ár­i­ni, Jan Højgaard, stillar upp aftur, og síðan eru tveir av­bjóð­arar. Teir, sum hesaferð bjóða Jan Højgaard av, eru Sakaris Zach­ariassen, sum býr í Sand­oynni, men hevur ætt­ ar­bond í Streymnesi - og síð­ an Grímur Hammer, sum er eiðismaður og starvast sum skrivstovumaður á Fisk­i­ mann­a­felagnum. Tað kann tykjast eitt sind­ur serstakt, at maður, sum dagliga starvast á skriv­ stovuni saman við sit­andi felagsformanni, still­ar upp móti sínum egna »ar­beiðs­ gevara«, men líkt er ikki til, at hetta er nakar trupulleiki - og í besta føri kanska slett eing­in trupulleiki. Sámal við telefonina Síðan tað gjørdist greitt, at trý valevni eru til for­mans­ valið í Føroya Fisk­i­mann­a­ felag, og at tvey av val­evn­ unum starvast á skriv­stovu felagsins, hevur stjórn­in í felagnum gjørt av, at næst­ for­mað­u­r­in, Sámal Poulsen, skal hava sæti á skrivstovuni, til val­ið er av í endanum av jan­uar mánaða næsta ár. Sámal Poulsen sigur við Sosialin, at hansara upp­ gáva á skrivstovuni serliga er at taka telefonina, tí stjór­ n­in hevur hildið, at tað er rættast, at sitandi for­mað­ur ikki einsamallur av stjórn­ar­ limu­num er á skrivstovuni, með­an valið fer fram. Er eingin trupulleiki Sosialurin spurdi Sámal Poul­sen, hvat stjórn og fel­ ags­for­mað­ur siga um, at eitt starvs­fólk á skrivstovuni let­ ur seg stilla upp móti sitandi for­manni. - Eg haldi ikki, at hetta er nak­ar trupulleiki, og eg haldi held­ur ikki, at Jan Højgaard tek­ur hetta illa upp. Næstformaðurin í Føroya Fiski­mannafelag vísir á, at eing­in kennur framtíðina, men hann heldur ikki, at av­ gerðin hjá Grími Hammer fær nakrar avleiðingar fyri hans­ara starvsviðurskifti. - Nei, tað havi eg ikki var­ hug­an av. Nú vita vit sjálvsagt ikki, hvør er felagsformaður, tá valið er av, og tí er ó­gjør­ligt at siga, hvussu skrivstovuviðurskiftini verða skip­að, sum tíðin gongur. Nógv at gera Uppundir endan av árinum er nógv at gera á Føroya Fisk­imannafelag við hag­ tals­ar­beiði, ársfrágreiðing og skip­an av landsfundi, sum verð­ur hildin millum jól og nýggj­árs, tá flestu fiskimenn eru heima. Sámal Poulsen sigur, at lands­fundurin í ár verður í høl­um Føroya Abeiðarafelags á Tjarn­a­deild 5 í Havn hin 28. des­ember. - At rættiliga nógv er at gera á skrivstovuni í hes­um døgum, er so eisini ein or­søk­ in til, at eg hjálpi til á skriv­ sto­v­uni fram til endan av janu­ar, sigur næstformaðurin í Før­oya Fiskimannafelag. B­a­rna­frá­drátt­ urin hækkar, og bar­na­garðs­ gjald­ið lækk­ ar næsta ár í Fugla­fjarðar kommunu Vilmund Jacobsen Hetta er greitt eftir bý­ ráðs­fund í Fuglafirði hin 29. november í ár. Tá sam­ tykti Fugl­a­fjarð­ar býráð ein­mælt fíggj­ar­ætl­anina hjá kommununi fyri 2013. Í sambandi við fíggj­ ar­æt­l­anina er greitt, at barn­afrá­drátt­ur­i­n hækk­ ar við 500 krónum - úr 4.500 krónum upp í 5.000 kró­nur. – Sostatt er barn­a­frá­ drátt­urin hækk­að­ur við 1.000 krónum yvir fíggjar­ ár­ini 2012 og 2013. Á býráðsfundinum varð eisini sam­tykt, at vøgg­u­stov­u­gjald­ið lækk­ar við 380 krónum um mán­ að­in - úr 2.580 krónum nið­ur í 2.200 krónur. – Barnagarðsgjaldið læk­k­ar eisini við 100 krón­ um - úr 1.800 krónum nið­ ur ­í 1.700 krónur. Fuglafjarðar kommuna sig­ur, at gjald fyri børn í frí­tíð­ar­skúlanum verður tað sama sum higartil, 650 krón­u­r um mánaðan. – Eisini er avgerð tik­in um, at triðja barnið verð­ ur bíligast, og koma fo­r­ eldur einki at gjalda fyri hetta ­ansingarpláss, sigur komm­unan. Tvey valevni bjóða Jan Højgaard av Næstformaðurin í Føroya Fiski­mann­a­fel­ag hjálpir til á skriv­ stovu fel­ags­ins, meðan fe­lagsformansvalið fer fram. - Mín upp­ gáva er serliga at taka telefonina. Tað er rættast, at sit­ andi formaður ikki einsamallur av stjórnarlimunum er á skrivstovuni, meðan valið fer fram, sigur Sámal Poulsen Trý valevni eru til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag hesaferð. Sitandi felagsformaður, Jan Højgaard, Sakaris Zachariassen og Grímur Hammer Sámal Poulsen, næstformaður í Føroya Fiskimannafelag, hjálpir til á skrivstovu felagsins, meðan felagsformansvalið fer fram ...eingin kennur fram­tíð­ ina, men avgerðin hjá Grími Hammer at stilla upp fær neyvan nakrar av­leið­ing­ar fyri hansara starvs­við­ur­skifti... Barnafamiljur í Fuglafirði betri umstøður