mikudagur 12. desember 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. desember 2012 · Nr. 145
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
250 mió. kr. minni landsskat og mvg inntøkan stagnerað
Frank Davidsen
Gandastavurin hjá sitandi
samgongu var flatskatturin
og skatting av framtíðar
pensiónum. Minni skatturin
var, meira fingu vit inn aft
ur í avgjøldum og skatti.
Hetta var gandaorðið. So
var tað tær 200 mió. kr. sum
sitandi samgonga við einum
høggi, rændi frá framtíðar
pensionistum,
tað
skuldi
gerast traktorurin hjá sam
gonguni, til ein øgiligan bú
skaparvøkstur.
Ja, tað gekk so gott, at
fíggjarmálastýrið "ella onk
ur har" í euforiskum gleðis
róma á miðnáttarleitið í
sendi tíðindaskriv til Vága
portalin og helst aðrar por
talar, um tann søguliga bú
skaparvøkstur, sum stóð fyri
framman.
Seinastu
mánaðirnar
hevur verið deyðatøgn, og
eingin sníkur hevur ver
ið í fíggjarmálaráðnum á
náttartíð, og sent út tíðinda
skriv. Og Dimmalætting hev
ur helst grein í sínum málið,
tá honí eini grein í blaðnum
skrivar, citat. Møguliga hevur
landið fingið eitt sindur
meira inn í mvg gjøldum,
tolli ella líknandi gjøldum.
Men vit hava ikki nýggjari
tøl enn fyri apríl í ár. Hugsa
vit so um, at tað er Fíggjar
málastýrið, sum er keldan til
hesi tølini, er lítið sannlíkt,
at inntøkurnar eru vaksnar
nakað serligt hetta árið. citat
enda.
Skjøl frá Fíggjarmálastýr
inum vísa at inntøkur lands
kassan av mvg gjøldum í 2011
vóru umleið 1 milliard og 300
mió. krónur. Hetta hóast vit
fyrstu mánaðarnar av 2011
høvdu størsta arbeiðsloysi
síðan kreppuárini fyrst í
hálvfemsunum.
Øll flakavirkisvinnan lá
í andaleypi frá Decembur
2010 til Februar-Mars mán
aða 2011. Og talið av arbeiðs
leysum fór upp um 2000
vegna húsagangin hjá Faroe
Seafood.
Samstundis
lá
trolaraflotin við bryggju í
kanska tveir mánaðar.
Nu knappliga, samstundis
sum undirritaði bað fíggjar
málastýrið um innlit í mvg
intøkur landskassans fyri
2012, nú kemur fíggjarmála
ráðharrin
sum
ketta
úr
høvdatrog, og vendur tingini
á høvdið honum so líkt.
Í staðin fyri, at viðurkenna,
at flakavirkisvinnan og trol
araflotin lóu brak í fleiri mán
aðar í 2011 við harav mistum
inntøkum, bæði í skatti og
mvg gjøldum, so misnýtur
hann
hesa
vanlukkuligu
støðu, og samanber 2011 við
2012.
Hetta ger hann fyri, at
skava út yvur hvussu lítið
er komið inn í, landsskatti
og mvg gjøldum í mun til tað
virksemi sum hevur verið í
2012.
Felagið Varðin, framskygd
ir sum altíð, sóu vandan við
boykottinum frá Noreg og
ES av landingum hjá uppi
sjóarflotanum. Gjørdu tí eina
risa íløgu saman við Delta
Seafoed í eitt nýmótans virki
í Vági.
Bakkafrost hevur økt sítt
virksemi ímillum annað í
Fuglafjørði, so bara hesi bæði
virkini, hava minka arbeiðs
loysi heilt nógv.
Men hóast út við 400 ar
beiðspláss eru komin aftur
at í 2012, so eru hesar ellivu
mánaðarnar bert komnar
1116 milliónir inn á lands
skatti.
Fyri fíggjarárið 2011, har
virksemi hjá flakavinnuni
lá brak í 2-3 mánaðar, fekk
landskassin 1438 milliónir
inn í landsskatti. Tað vil
siga, at landskatturin fyri
Decembur 2012 má vera 322
milliónir fyri, at vera ájavnt
við 2011.
Í 2011 komu 1 milliard 296
milliónir inn í mvg gjøldum
til landskassan.
Í 2012 eru frá Januar -
Septembur komið 1 milliard
5 milliónir inn við mvg gjøld
um. Tað vil siga tað sama
sum, at tað resta knapt 291
milliónir í, at koma uppá
somu mvg upphædd ið kom
inn í 2011.
Í Rás 2 greiddi fíggjar
málaráðharrin frá, at vøkst
urin í byrjanina av árinum
var heldur trivlandi. Her sig
ur hann beinleiðis ósatt, tí í
Februar mánaði í ár komu
næstan 1/4 millard inn í mvg
gjøldum, umleið 224 milliónir,
um eg minnist rætt. Teldan
hjá mær hevur ikki rigga
so væl í dag, tí kann onkur
avsannað tað um tað ikki
passar. Kann vera, at uppi
sjóarvirki eigur sín stóra lut
í hesum.
Sum tað ljóðaði fíggjar
málaráðharranum,
(fekk
ikki alt við í Vágatunnilin)
so sá tað nógv bjartari út
viðvíkjandi mvg gjøldunum
seinastu tveir mánaðarnar.
Vónandi er tað so.
Men álvaratos, hvar er hes
in øgiliga búskaparvøksturin,
sum tosað verður um.
Tit hava tikið 200 milliónir
krónur ið var ætla til fram
tíðarskatting, sum skuldi
koma framtíðarpensiónistum
til góðar, tá lutfallið av pen
sionistum verður eitt heilt
Ein samd andstøða leggur fram alternativa fíggjarlóg fyri 2013:
Ein heilt onnur leið fyri Føroyar
– føroyingar hava uppiborið betur
Andstøðuflokkarnr eru ging
nir saman um at leggja fram
sítt egna broytingaruppskot
til fíggjarlógina.
Tjóðveldi, Javnaðarflokk
urin og Framsókn staðfesta,
at samgongan fremur grund
leggjandi skeivan fíggjar- og
búskaparpolitikk, har ongi
yvirskipað mál ella visjónir
eru fyri okkara land.
Politikkurin, sum verður
førdur í Føroyum í dag, er
tann sami, sum hevur leitt
stóran part av heiminum í
kreppu, við:
- at skapa størri ójavna
millum samfelagsbólkar,
- at geva nøkrum fá
um fyrimunir og framí
hjárættindi, - at fremja
ógvusligar niðurskurðir,
har tørvur er á at stimbra
búskapin, - at binda seg til
størri studning uttanífrá,
- at brúka uppsparingina
hjá framtíðar ættarliðum
til skattalættar,
- at steðga nýskipanum í
vinnulóggávu og almenn
ari fyrisiting,
- og at niðurlaða teir sam
felagsstovnar og skipan
ir, ið skulu skapa rætt
artrygd,
framburð
og
búskaparligan stabilitet.
Vit í andstøðuni mæla til eina
heilt aðra leið, ið byggir á teir
ríku møguleikar vit hava í
Føroyum at skapa einar nú
tímans Føroyar fyri øll. Við
trivnaði, sterkum búskapi og
fólkavøkstri. Einar Føroyar
har tey, ið hava tørv á hjálp,
fáa eina hjálpandi hond.
Vit ynskja:
- at styrkja samhaldsfestið í
Føroyum,
- at skapa einar sjálvberandi
Føroyar,
- at gera munandi íløgur í
útbúgving og mentan sum
drívmegi fyri framgongd,
- at fremja vakstrarskapandi
nýskipanir í vinnupolitikki,
orkunýtslu og almennari
fyrisiting,
- at skapa menning kring
allar Føroyar.
Samstundis minka vit um
hallið á fíggjarlógini við 100
mió. kr., so okkara uppskot
endar við einum halli á 153
mió. kr. í mun til 253 mió. kr.
hjá samgonguni.
Høvuðsátøkini hjá okkum
eru:
- at stimbra búskapin og
nýtslumøguleikarnar hjá
fjøldini,
- at umleggja skattalættan,
so hesin eisini kemur lág-
og miðalløntum til góðar,
serstakliga barnafamiljum
og støkum uppihaldarum,
- at økja munandi um út
búgvingar- og mentanar
økið,
- at lyfta tænastustøðið til
útjaðaran heldur enn at
skerja tað,
- at steðga niðurskurðum og
skerjingunum hjá teimum,
ið tørva mest,
- at fremja neyðugar ný
skipanir
innan
vinnu,
orku, almennari fyrisiting,
heilsuverki og skúlum,
- at lata almennum stovnum
játtan til lønarvøkstur,
- at økja um íløgurnar kring
landið.
Álit og vón
Privata nýtslan hevur sjáld
an verið lægri enn nú. Hetta
er eitt greitt tekin um, at
fólk kenna seg ótrygg um
framtíðina, og at stórur
partur av lág- og miðal
inntøkunum í løtuni gjalda
fyri skeiva politikkin.
Skattalættin
til
hægri
samfelagsbólkarnar
hevur
ikki elvt til vøkstur ella økt
virksemi, hetta vísa tøl
ini fyri MVG-inntøkur hjá
landskassanum greitt. Um
skattalættin varð umlagd
ur, so hann í størri mun
eisini kom lægri og miðal
inntøkunum til góðar, hevði
hetta økt um keypiorkuna
hjá meiniga føroyinginum
og virksemið í samfelagnum
sum heild.
Samgongan hevur frá
boðað, at almennir stovnar
ongar lønarframskrivingar
fáa í 2013 og komandi árini.
Hetta merkir munandi spar
ingar, sum merkir minkandi
starvsfólkatal og í fleiri før
um uppsagnir. Hetta skap
ar ótryggleika og fólk aftra
seg at brúka pengar. Tí
minkar virksemið í byggi-
og tænastuvinnuni, sum so
aftur rakar skatta- og av
gjaldsinntøkur
landskass
ans.
Við at sleppa ætlaðu spar
ingunum og at umleggja
skattalættan, høvdu vit eftir
stuttari tíð fingið gongd á
samfelagshjólini aftur og
vent hallinum á fíggjarlógini
til avlop.
Tað er eisini skeivur poli
tikkur at niðurleggja einasta
óhefta búskaparstovn Før
oya - Landsbanka Føroya.
Hetta hendir hóast allir part
ar, undantikið Felagið Pen
ingastovnar, mæla frá.
Hartil
er
tað
grund
leggjandi skeivt at skerja
Fróðskaparsetur
Føroya,
gera munandi niðurlagingar
á mentanarøkinum, og at
fremja ógvusligar sparingar
innan fyritíðarpensjónsøkið,
heilsu- og eldraøkið.
Við
alternativu
fíggjarlógini vilja vit vísa á,
at til ber at velja eina heilt
aðra leið fyri Føroyar. Tí
føroyingar hava uppiborið
betur.
Á Løgtingi, 11. desembur 2012
Tjóðveldi
Javnaðarflokkurin
Framsókn
Fíggjarlógaruppskotið
hjá
andstøðuni kann lesast í
minnilutaálitinum til fíggj
arlógina fyri 2013: http://
w w w. l o g t i n g . fo/ f i l e s /
casestate/12731/030.12%20
Alit%20figgjarlog.pdf
Framhald á næstu síðu