mikudagur 12. desember 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 12. desember 2012 · Nr. 145
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fólkaflokkurin
kom
bara væl burtur úr bý-
ráðsvalinum í Havn 13.
november, tá ein hugsar
um stemmurákið. Tað
rann hart tann eina
vegin. Allir hinir flokk
arnir máttu ‘gjalda’ í
atkvøðum, onkur nógv
meiri enn vit.
Eitt var valið. Annað
er nýskipaða býráðið.
Eftir
umstøðunum
eru góðar grundir til at
vera nøgdur við Fólka
floksins lut og leiklut,
nú Býráðið skipaði seg
uttan minniluta.
Í fyrsta lagi kom
Fólkaflokkurin úr and
støðu inn í meirilutan,
sum nú umfatar all
ar flokkar. Tað var ein
vinningur. Nú hava vit
ávirkan á leiðsluna og
gongdina í høvuðsstað
num.
Formann í nýggju
Vinnunevndini
Í øðrum lagi fekk Fólka
flokkurin
leiðsluna
í
teirri
nýggju
Vinnu
nevndini, har Sjúrður
Olsen nú er formaður.
Vinnunevndin verður
broytt frá at hava verið
ein deild av Býráðnum
til at verða ein virkin
politiskur partur av Bý
ráðnum ájavnt hinum
nú 4 nevndunum.
Vinnunevndin
fær
ábyrgd av vinnumálum
yvirhøvur, umframt at
hon yvirtekur uppgáv
urnar hjá teirri gomlu
Havnarnevndini.
Ferðavinnan verður
eitt nýtt og spennandi
arbeiðsøki hjá Vinnu
nevndini. Í ferðavinnuni
liggja stórar avbjóðingar
og møguleikar fyri fram
burði.
Tað verður ein fyri
munur, at fleiri vinnumál
nú kunnu verða avgreidd
í Vinnunevndini uttan
at skulu í aðrar nevndir,
sum jú tekur tíð.
Fíggjar-, Ment
anar-, Tekniska
nevnd og SEV
Umframt at vera for
maður í Vinnunevndini
situr
Sjúrður
Olsen
eisini í teirri sentralu
Fíggjarnevndini
(har
borgarstjórin er føddur
formaður).
Sjálvur havi eg sess í
Mentanar- og í Teknisku
nevnd.
Eisini siti eg í SEV-
stýrinum, har Havnin
altíð hevur vigað tungt
sum landsins størsta
kommuna.
Vit
báðir
Sjúrður
hava í góðum treysti
rullað ermarnar upp og
eru farnir til verka fyri
at liva upp til vallyfti
Fólkafloksins, at gera
Havnina til ein sterkan
miðstað í Føroyum og at
halda fast um trivnaðar
kósina.
Vit rulla erm
arnar upp
fyri trivnað
í sterkum
miðstað
Bogi Andreasen
býráðslimur
Tað verður eitt øgiligt upptak!
Heðin Mortensen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Ikki var sørt, at eg gjørdist
skakkur av óseriøsa aftur
ljóðinum frá landsins leiðslu,
tá eg gjørdi viðmerkingar
til Vágaportalin, ið spurdi,
hvat eg helt um flatskattin
hjá sitandi samgongu í løg
tinginum og ta ávirkan, hesin
hevur á kommunukassan.
Eg segði, at ilt var at
meta um orsøkina til vøkst
urin í inntøkum, og um flat
skatturin ávirkaði nakað, tí
kommunan hevur onnur ár
upplivað at fingið fleiri inn
tøkur enn væntað, og at vit tí
mugu hyggja at inntøkunum,
býtt á vinnugreinar, um vit
skulu siga nakað um, hvaðan
tær koma. Síðani vísti eg á
aðra ávirkan, ið umskipanin
av skattinum bæði hevur og
fer at hava á kommununa og
borgararnar.
Løgmaður velur vanligu
loysnina, ið slett ikki er at
fyrihalda seg til tað, eg segði,
men brúkar eina av sínum
standardviðmerkingum, sum
er, at flatskatturin slett ikki
er flatur, men progressivur.
Hví eg nú skal dadlast fyri
tað, skilji eg slett ikki, tí
tað er samgongan, sum er
komin við bæði skattinum
og heitinum, men skal tað
endaliga eitast at vera ein
eitt sindur progressivur flat
skattur, so siga vit bara tað.
Eg kann bara staðfesta,
at hvat heitið enn er, so
rakar skatturin so skeivt, at
hann er uppaftur skeivari
enn skattaskipanin, sum var
áðrenn.
Tiltrongd mótvekt
Fyri tíðina tykist borgarliga
gandaorðið vera, at komm
unurnar skulu hækka botn
frádráttin, og nú er løgmað
ur eisini komin við tí, at vit
skulu umfordeila og reka
sosialpolitikk. Hetta man
helst vera, tí landið ikki røkk
ur ella megnar meira.
Hetta munar bara so lítið,
tí tað eru ikki vit komm
unur, ið kunnu broyta løg
tingslógir og ei heldur hækka
botnfrádráttin. Tórshavnar
kommuna kann tí heldur
ikki einsamøll hækka bort
frádráttin, men skal hann
hækkast,
má
løgtingið
broyta lógina. Tá hækkar
botnfrádrátturin
samsvar
andi fyri allar kommunur,
men stóri spurningurin er,
um nøkur semja er um tað.
Við øðrum orðum kann
tað ikki vera annað enn bílig
undanførsla, tá løgmaður
sigur, at borgarstjórin í Havn
bara skal biðja um at fáa
botnfrádráttin
hækkaðan.
Hann mátti vita, at tað hevur
ikki verið uppgávan hjá
kommununum at umfordeila
virðini í samfelagnum ella at
reka sosialpolitikk, men bara
at taka inn tann skatt, sum
skal fíggja ítøkiligu komm
unalu tænasturnar.
Hinvegin hava Tórshavnar
kommuna og aðrar við rikið
sosialpolitikk á teimum økj
um, tær umsita, so sum við
systkinafrádrátti á barna
ansingarøkinum,
ókeypis
bussleið og stuðli til ítrótt
og mentan av ymsum slagi,
eins og vit hava verið fleiri
kommunur, sum hava hækk
að
barnafrádráttin
mun
andi.
Skal tað gerast, sum løg
maður leggur upp til, so
kommunurnar skulu reka
sosialpolitikk á økjum, landið
í dag umsitur, so mugu fleiri
lógir broytast, og tað er bara
nakað, løgtingið kann gera.
Hinvegin kundi hetta verið
eitt nýtt og tiltrongt prinsipp
í kommunalpolitikkinum, tí
tað er veruliga brúk fyri, at
onkur rekur samhaldsfastan
politikk, sum kundi verið
tiltrongd mótvekt ímóti kav
ráa politikkinum hjá sitandi
landsstýri.
Skáka sær undan
Í sínum lag sigur landsins
fíggjarmálaráðharri seg vóna,
at Tórshavnar kommuna fer
at bera borgarum skatta
prosentið aftur, sum komm
unan hevur tikið inn fyri at
fíggja Boðanesheimið. Tað
sigur ikki so lítið, at fíggj
armálaráðharrin ikki veit,
at kommunan í síni fíggjar
ætlan fyri 2013 hevur lækkað
skattin og hækkað barna
frádráttin við 3.000 krónum,
svarandi
til
eitt
skatta
prosent. Hetta er skilagóð og
samhaldsføst umfordeilding
í verki.
Landið er harumframt
meistari í at úthola inntøku
grundarlagið
hjá
komm
ununum, við áhaldandi at
leggja útreiðslur hjá land
inum til kommunurnar at
fíggja, og við stórum hugflogi
støðugt at fremja skerjingar
í inntøkunum hjá komm
ununum.
Hetta verður gjørt utt
an hvørki ávaring ella sam
ráðing, har man við penna
stroki og kunngerðum flytur
úr sínari fíggjarætlan til
kommunurnar, fyri upp á
bíligasta máta at skáka sær
undan ringastu fylgjunum
av sínum egna ábyrgdarleysa
politikki.
Upptakið verður stórt
Pensjónsskatturin er enn eitt
dømi um, at landsstýrið bara
sendir
rokningina
víðari.
Henda rokning verður tó
send so mikið langt inn í
framtíðina, at vit síggja ikki
allar fylgjurnar beinanvegin.
Men givið er, at upptakið
hjá okkara børnum verður
stórt – um tey ikki longu til
ta tíð eru rýmd undan van
stýrinum.
Ei undur í, at hvørki løg
maður ella fíggjarmálaráð
harrin viðmerkja tað, sum
eg sigi um størsta vandan
við skattaumleggingini hjá
sitandi samgongu, nevniliga
skattinga av pensjónum við
inngjald, tí tann skatturin fer
– allur sum hann er – í fram
tíðini í landskassan. Úrslitið
av tí verður, at um nøkur heilt
fá ár fara yvir 100 milliónir
krónur at mangla í inntøkum
hjá kommununum, og tað
kann illa enda við øðrum
enn ógvusligum niðurskurði
í tænastustøðinum.
Hesin trupulleiki, sum
landið hevur skapt fyri at
fíggja tann eitt sindur pro
gressiva flatskattin hjá Kaj
Leo og Jørgen, fer at blíva við
at vaksa, líka so leingi sum
pensjónsinntøkurnar vaksa
í mun til lønarinntøkurnar.
Framskrivingar vísa okkum,
at um bara heilt fá ár broytist
lutfallið millum tey, sum eru
á arbeiðsmarknaðinum og
pensjonistarnar, frá at vera
4-1 í dag til at vera 2-1 um
heilt fá ár.
Tað tænir heldur ikki
tykkum væl, at allar pen
sjónir – høgar sum lágar
– verða skattaðar líka hart,
við 40 prosentum. Hetta er
flatskattur við lít, og hetta er
ein himmalrópandi asosial
umfordeiling!
Rokningina
fyri skattalættan til tey
múgvandi sendir landsstýrið
komandi ættarliðum, so tey
kunnu plágast av henni, og tí
kunnu vit staðfesta, at hvørki
í dag ella í framtíðini hevur
sitandi landsstýri minsta hug
til at taka ábyrgd av nøkrum
sum helst sosialpolitikki.
Vorðið sum leiðsla!
Fólkaflokkurin kom toluliga
væl burtur úr býráðsvalinum
í Havn. Vit báðir Sjúrður eru
væl nøgdir við støðu flok
sins í nýskipaða býráðnum.
annað enn tað er í dag. Tit
hava havt allar møguleikar.
Vinnan hevur borið tykkum
á einum silvurfatið, við at
gera íløgur fyri hundraðtals
milliónir krónur, og hervið
skapt fleiri hundrað arbeiðs
pláss. Men allíkavæl hava tit
ikki orsaka hesum megnað,
at skapt ein størri búskapar
vøkstur enn ári framma
nundan, har meginparturin
av flakavinnuni lá i andaleypi
í fleiri mánaðar.
Nú er tað soleiðis, at
tann bókligi førningurin hjá
undirritaða, einans er 7 ára
barnaskúli, so kanska havi
eg í míni fávitsku miskilt
hvat búskaparvøkstur er fyri
nakað, sorry.
Nú mundi eg gloymt skrá
setingargjaldið av akførum,
ið
fíggjarmálaráðharrin
legði sooo stóran dent á, og
at tað var hækkað við 40 %.
Jamen, hatta var júst tað ið
andstøðan spáddi longu fyri
jól 2011, tá flatskatturin var
skrunblaður í gjøgnum.
Framhald av síðu 14