mikudagur 12. desember 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. desember 2012 · Nr. 145
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
Tað er greitt, at Dollin var tann fyrsti, sum tók tær myndir, sum høvdu avgerandi leiklut í herferðini móti Leopold
kongi. Hildið hevur verið, at hesar søguligu myndir hava verið horvnar, men tað eru tær eftir øllum at døma ikki
2. partur
Óli Jacobsen
Tað eru skrivaðar fleiri ritgerðir um
nýtslu av myndum í herferðini móti
eirindaleysa stýrinum hjá belgiska
konginum Leopold 2. í Congo. Nið
urstøðan er, at hesar høvdu sera
stóran týdning, tí her gekk sjón fyri
søgn, hvussu fólk vórðu lamløstað.
Hetta hevði stóra ávirkan saman
við frásøgnum um ræðuleikarnar,
sum myndugleikarnir stóðu fyri.
Tað er eisini staðfest, at Congo-
rørslan var fyrsta mannarættinda
rørslan, sum nýtti myndir á henda
hátt.
At Dollin var i fremstu røð á
hesum øki er eingin ivi um. Hetta
er eisini prógvað av, at hann á vitjan
í Føroyum í 1904 vísti skakandi ljós
myndir úr Congo í Havn og á Viðar
eiði.
Frásøgnin í Tingakrossi er í
veruleikanum tað mest ítøkiliga,
sum er kent yvirhøvur um slíkar
myndir úr Congo.
Hetta vóru uttan iva somu
myndir, sum vóru vístar í fyrilestr
unum í Bretlandi, sum Dollin var
tann fyrsti at halda.
Tað vísir seg, at meðan alt skriv
ligt tilfar frá hesi tíðini er skrásett
væl og virðiliga, so eingin ivi er um,
hvaðani tað stavar, so er heilt øðr
vísi við myndunum. Har er einki
skrásett um, hvørt ið hevur tikið
tær. Tá ið so eingin vitan hevur ver
ið um Dollan, so hava søgufólk gitt
sum frægast.
Eg havi kunnað staðfest, at
nógv av tí, sum er skrivað um hesar
myndir, ikki kann passa. So hvørt
hetta er staðfest, hevur verið komið
nærri sannleikanum.
Eitt dømi er Kevin Grant, søgu
professari í USA. Hann hevur eina
annars frálíka frásøgn um Congo
málið í síni bók A civilised Savagery.
Her skrivar hann, at myndirnar,
sum vóru nýttar á fundarrøðini í
Bretlandi, hevði Casement tikið
heim við sær úr Congo.
Her var lætt at staðfesta, at
hetta kundi ikki passa. Casement
kom til Bretlands 1. desember 1903,
og søgan sigur annars einki um, at
hann hevði nakrar myndir við sær.
Hinvegin vita vit frá brævaskifti
millum Morel, oddamann í Congo
herferðini, og Dollan longu í no
vember 1903, at Dollin hevði myndir
við sær úr Congo. Hesar vóru eisini
nýttar fundum longu fyrst í no
vember.
Eisini heldur Grant sum mong
onnur, at hesar myndir eru tiknar
av W.D. Armstrong, leiðaran á missi
ónsstøðini í Bonginda, har Dollin
eisini virkaði.
Upplagt skeivar gitingar
Men her ber til at staðfesta, at hetta
er í mesta lagi partvíst rætt.
Sliwinski, canadiskur søgupro
fessari, sigur í grein sum kallast:
Childhood on Human Right: The
Kodak on the Congo (Barnaskógvar
hjá mannarættindum: Kodak (kent
merki á myndatólum) í Congo” um
myndina á næstu síðu av Mola og
Yoku:
”Henda myndin, sum Casement
legði við síni upprunaliga frágreið
ing, vísir Mola sitandi á einum
nútímans stóli. Eitt annað barn við
líknandi løsti, Yoko, stendur dygst
við. Myndatakarin er ónevndur,
men frágreiðingin hjá Casement
vísir til Armstrong at hava tikið
hesa myndir av Epondo, (sum eisini
hevði fingið kvett aðra hondina) og
av nógvum øðrum ofrum. Tí tykist
tað at vera sannlíkt, at Armstrong
eisini tók myndina av Mola.”
Fyrst er at siga, at Casement
hevði ongar myndir í síni frágreið
ing. Men tað avgerandi er, at tað
kann staðfestast, at henda myndin
má vera tikin í bygdini Ikoko tann
29.juli, sum Casement vitjaði, áðr
enn hann 22. august kom til Bon
ginda, har Armstrong helt til. Um
framt hetta var missiónin í Ikoko
ein helt onnur enn i Bonginda.
Tískil kann staðfestast, at Arm
strong hevur heilt vist ikki verið í
Ikoko og kann ikki hava tikið hesa
mynd. Men Dollin var har og kann
saktans hava tikið myndina. Tí er
tað uttan iva hann, sum hevur tikið
hana.
Annars eru nógvar myndir sum
henda, har ofrið hevur hvít klæði
um seg sum bakgrund fyri løstaða
avkvetta armin, so hann skal síggj
ast betur á myndini, og sum sigst
vera eyðkenni fyri myndirnar hjá
Armstrong
Men tað er sannlíkt Dollin, sum
er tann fyrsti við hesi uppseting,
og tí kann tað eins væl vera hann,
sum hevur tikið allar ella tær flestu
líknandi myndirnar.
Mark Twain nýtti
myndir hjá Dollanum
Ein aðra ábending fyri hesum fæst í
myndini á næstu síðu, har 9 myndir
eru settar saman. Her sæst, at tær
eru allar uppsettar á sama hátt, og
kunnu væl hava sama uppruna.
Hetta er mynd, sum fyrst og
fremst er kend frá einum bóklingi
hjá gitna amerikanska skemtirit
høvundanum Mark Twain, sum eis
ini gjørdist ein partur av striðnum
móti Leopold kongi.
Hesin hansara bóklingur kallað
ist King Leopold’s Soliloquy, ”Ein
røða hjá Leopold kongi”, sum kom
út í 1905. Her skrivar Mark Twain
uppá spott eina røðu uppá nakkan
av Leopoldi um alt tað góða, hann
hevur gjørt fyri fólkið í Congo.
Hetta verður alt oyðilagt av spilli
klútum. “Men tíbetur er eydnast
mær at mutra nógvar teirra til tøgn.
Men einum er tað ikki eydnast
mær at mutra, og hetta er Kodak,
myndatólið”. Hetta er eisini ein
viðurkenning av tí týdningi, sum
nýtslan av myndum hevði.
Hesin bóklingur hjá Mark Twain
er eitt tað mest kenda rit um Congo
frá hesi tíðini, og sagt verður, at
tað var lisið av milliónum av fólki.
Hann finst á alnótini, eisini við hes
um myndum.
Tað eru eisini fleiri gitingar um,
hvaðani hesar myndir hjá Mark
Twain stava. Ein søgufrøðingur,
John Edwin Mason í USA, skrivar
í eini grein um hetta evni, at tær
eru tiknar umleið 1905 av trúboð
arunum Alice Harris og W.D. Arm
strong.
Fyrst kann sigast, at hesar
myndir eru tiknar í 1903. Hetta er
ein avgerandi munur, tí vit vita,
at Alice Harris byrjaði ikki at taka
myndir av lamløstaðum fólki fyrr
enn í mai 1904. Tí er tað avgjørt
ikki Harris, sum hevur tikið nakra
av hesum myndum. At myndirnar
skulu vera tiknar í 1905 er bert eitt
skot fyri at fáa árstalið at passa við
gitingina.
Tað kann eisini staðfestast, at
hesar myndir eru tiknar í minst
tveimum ymiskum plássum. Minst
tríggjar eru tiknar í Ikoku, har
Armstrong, sum áður nevnt, ikki var
til staðar, meðan Dollin var. Minst
tríggjar eru tiknar í Bonginda, har
teir báðir vóru til staðar.
Men verður hugt at uppstillingini
við teimum hvítu klæðunum, so er
tað eins sannlíkt, at tað er sami
myndamaður, sum hevur tikið allar
myndirnar, og tá kann tað bara vera
Dollin. Tað er tí nógv, sum bendir
á, at Armstrong hevur fingið æruna
av myndum, sum Dollin hevur tik
ið.
Meira um Armstrong
Hesin partur av hesi grein er ikki við
Myndirnar hjá Dollanum
skaptu heimssøgu
Hetta er kort av Congo-ánni, har Casement saman við Dollanum gjørdi sína søguligu ferð. Tey
ymsu plássini eru merkt við tølum, og tey mest áhugaverdu fyri hesa søgu eru hesi.
1. Boma, havnabýur og táverandi høvuðsstaður í Congo.
14. Leopoldville, sum seinni gjørdist høvuðsstaður. Her kom Dollin umborð á Henry Reed 17. juli 1903.
25. Ikoko. Liggur við (Man)tumbavatnið. Her var fyrsti veruligu støðgurin hjá Casement, og vóru teir á hesum
leiðum í 17 dagar. Her merktist yvirgangurin serliga væl. Í Ikoko høvdu búð 4-5.000 fólk, men nú vóru tey 600.
Her tók Dollin m.a. myndina av Mola Ekulite og Yoku, og tað er kanska
her, at tær fyrstu av hesum søguligu myndum vóru tiknar.
31. Bonginda. Missiónsstøðin, har Dollin og Armstrong virkaðu. Her var fyrst komið 22. august á
veg niðan eftir ánni. Oman eftir ánni var steðgurin longri. Tá var komið til Bonginda 5. september,
og steðgað var til 9. september. Farið var tá nærum beinleiðis aftur til Leopoldville, har Dollin
fór sjúkur í land 15. september, og hann for úr Congo til Bretland fimm dagar seinni.
36. Bongandanga. Á leiðini var ringt at sigla vegna mjørka, men “Danielson kept things going well all night”.
Til Bongandanga var komið 29. august, og farið varð avstað aftur 3. september oman eftir ánni aftur.
Komandi partur
Komandi tvær Miðvikurnar
verða um Bærentsenætt av Sundi