Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 12. desember 2012 · Nr. 145 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 í ensku greinini í Brethren Historical Review. Men hetta er eitt ískoyti til tað, sum stendur í bókini um Dollan um trúboðarafelagan Armstrong, leiðaran av missíónsstøðini í Bong­ inda, har Dollin eisini hevði støð. Um Armstrong hevur tikið nakrar myndir í samband við hesa søgu, so er tað hent við endan á ferðini hjá Casement. Spyrjast kann, hví skuldi hann tað, tá ið Dollin hevði kunnað tikið myndir á allari ferðini. Umframt hetta undrar støðan hjá Armstrong í øllum hesum mál­in­um. Her hendi tað løgna, at so leingi sum Dollin framvegis var í Bonginda var einki mark fyri hans­ara virðis­ meting av Dollanum, so­leiðis sum greitt var frá í fyrra part­inum. Men eftir avrikið hjá Dollanum í sambandi við Congo-herferðina, roynir Armstrong at fáa Dollan í ringt orð. Hetta var gjørt í fleiri brøvum til Balolo missiónini, har Armstrong legði Dollan undir at vera sera avgjørdan og óálítandi í sínum útsøgnum. Tað er einki kom­ið fram sum stuðlar hesum sjónarmiði. Tað kann eisini sigast, at einki er komið fram frá hansara tíð í Føroyum, at Dollin ikki kundi samstarva við onnur. Her kann leggjast afturat tað, sum David Lagergren skrivar, at tað vóru ikki øll, sum tóku undir við sjón­ar­miðunum hjá Casement (og Doll­anum). Ein av teimum var júst Arm­strong. Aftaná, at frágreiðingin hjá Casement var komin fram fyrst í 1904 við avdúkingunum av ræðu-leik­ unum í Congo, bað Arm­strong mynd­ ug­leikarnar um at fáa frá teimum vaktarmann, sum kundi noyða fólkið at arbeiða, tí tey vóru so dovin! Tann nýggi belgiski varaguver­ nør­urin í Congo, Costermans, undr­ aði seg um hesa umbøn, tí tað vóru júst vaktarmenninir, sum í Case­ment frágreiðingini fingu bein­leið­is skuld­ ina fyri teir um­røddu ræðu­leikarnar. Tað er eisini ein partur av søguni, at tá ið ein belgisk frá­greið­ing kom fram sum váttaði hetta, gjørdist Costermannns so ska­kaður, at hann beindi fyri sær! Hetta bendir so ikki á, at Arm­ strong hevur verið nakar stuðul fyri “sakina”. Søgan váttað av serfrøðingum Mín niðurstøða í Brethren Historical Review er váttað av útlendskum søgufrøðingum sum víst á í fyrra parti. Ein teirra er áður umrøddi Kevin Grant. Hann takkar fyri greinina og váttar, at hann var ikki vísur í sín­ um metingum um upprunan til fyrstu myndirnar av lamløstaðum fólki og í síni giting av, at tað var Armstrong, sum hevði tikið tær. Hann leggur afturat: I'm persuaded by your argu­ ment that, given chronology and location, the source was more pro­ ba­bly Danielson.  This is most inte­ resting.  I appreciate your careful research.   “Eg eri blivin sannførdur av tinum grundgevingum. Havandi í huga tíðarætlanina og umrøddu plássini, er tað meira sannlíkt, at myndirnar eru frá Danielson. Hetta er sera áhugavert og eg virðismeti tína neyvu gransking”. Ein belgiskur søgufrøðingur skrivar: Thank you so much for sending me your article on Danielsen. The name was unfamiliar to me, but you really succeeded in giving him a proper place in the history of the Congo Free State. His role as a photographer opens new ways in the interpretation of the photos of the cut hands and atrocities. “Eg takki fyri greinina um Danie­ lson. Eg kendi ikki hetta navnið. Men tað er veruliga eydnast tær at geva honum hansara rætta pláss í søguni hjá Congo. Hansara leiklutur sum myndamaður opnar nýggjar leiðir í útleggingini av myndunum av kvettum hondum og lamløsting av fólki”. Sémas O Siochain, fremsta keld­ an um ferðina á Congoánni hjá Case­ ment og Dollanum, skrivar m.a.: You have brought Danielson to life and shown his importance. “Tú hevur fingið Dollan til lívs og víst hansara týdning”. Stórt nærri ber ikki til at koma sannleikanum um Dollan. Hvar eru so myndirnar? Dollin hevði sínar myndir við sær, tá ið hann á vári 1904 vitjaði í Føroyum. Hann kom aftur til Føroya á heysti 1904, men søgan sigur tá einki um nakar myndir. Tær munnu hava ligið eftir í Bretlandi. Tá eru tær uttan iva latnar Anti Slavery International í London, sum í dag hevur copyright til hesar myndir. Hetta er ein tann fyrsti mannarættindafelagsskapur í heim­inum, stovnaður í 1839. Á teirra heimasíðu antislavery. org sigur felagsskapurin seg hava verið við í Congoherferðini frá 1904, og gjørdi hann sítt til at fáa enda á ræðustýrinum hjá Leopold kongi. Men Dollin byrjaði longu i 1903, og aftan á hann tóku onnur við. Næsta stigið er vitja henda stovn­in. Tá kann kanska fáast ábend­ing um, hvussu myndirnar sam­svara við ta lýsing av teimum, sum var í Tingakrossi í 1904. Niðurstøða: Dollin eigur part í heimssøguni Henda søgan er meira útgreinað í bókini Dollin, sum framvegis kann fáast til keyps. Niðurstøðan er í stuttum: Dollin var næsti maður Casement á søguligu kanningarferðini eftir Congoánni í 1903. Hann byrjaði í november 1903 ta fundarrøð, sum førdi til stovnanina av Congo Reform Association, hvørs virksemið fær heiðurin fyri, at Leopold kongur í 1908 mátti geva Congo frá sær sum sína persónligu ogn. Balolo missiónin var annar av høvuðsstuðlinum hjá hesum fe­ lagsskapi. Tað er eingin ivi um, at tað var Dollin, sum fekk sannført missónina at hava eina greiða støðu í hesum spurningi og tí gjørdi henda felagsskap møguligan. Tað er sjáldan at nakar einstakur hevur alla æruna av einum avriki. Men tað er eingin ivi um, at Dollin hevði ein avgerandi leiklut í hesi gongd. Tað ger hann søguligan. Og er hetta váttað av fremstu søgu­ frøð­ingum á økinum. Viðvíkjandi hjúnunum Alice og John Harris frá Balolo missiónini kann sigast, at tey gjørdu eitt stórt arbeiði við luttøku í Congo her­ ferðini í fleiri ár bæði í Bretlandi og USA. Men hetta var framhald av tí arbeiði, sum Dollin byrjaði undan teimum. Men tað var Dollin, sum tók og var tann fyrsti at nýta myndir í sam­bandi við hesa fundarrøð, og høvdu tær avgerandi týdning fyri at tað gekk sum tað gekk. Tískil kann sigast, at Dollin skapti søgu í minsta lagi í Congo, Bret­landi, Belgia og USA. Hann er tískil fremsti heimssøguligi per­són­ ur Føroyar hava átt. Aftaná, at Dollin hevur fingið umrøddu viðurkenning úti í heimi, kundi tað kanska verið uppá sítt pláss, at hann eisini fekk somu við­ur­kenning í sínum heimbýi og heim­landi! olijacobsen@olivant.fo Hetta eru myndirnar, sum heimskendi høvundurin, Mark Twain, nýtti í síni herferð móti Leopold kongi. Tað er nærum vist, at Dollin hevur tikið í minsta lagi nakrar av hesum myndum. Tær eru so líkar í uppseting, at tað kann eins væl vera, at hann hevur tikið allar. Henda myndin er frá Magnus Jacobsen, Magnus hjá Villy á Kamarinum. Dollin var abbabeiggi hansara. Á myndini er ikki tilskilað, hvør ið hevur tikið hana. Men tað, at hon hevur verið í ættini øll hesi árini, bendir á, at hetta er mynd, sum Dollin hevur tikið. Myndin er komin fram í 1904. At víst verður til, at hon er tikin "seinasta heyst", passar væl við seinna partin av ferðini hjá Casement og Dollanum í 1903. Mola Ekulite og Yuko eru góðar ímyndir av ræðuleikunum í Congo. Sum greitt frá í greinini og váttað av útlendskum søgufrøðingm er alt, sum bendir á, at Dollin tók hesa myndina. Dollin saman við konuni, Linu, sum var honum ein stórur stuðul. Tey vóru so frammar­ laga, at tey høvdu ferðaorgul við til møtini kring landið í Føroyum. Myndaeigari: Magnus Jacobsen