mikudagur 12. desember 2012síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 12. desember 2012 · Nr. 145
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Tað gekk javnt á fyrru hálvu av fyrra
hálvleiki. VÍF var nakað avgjørdari
í álopsspælinum, og mangan komu
skotroyndirnar alt fyri eitt, meðan
Neistin búkti heldur longri tíð um
at koma til skot.
Tá klokkan á talvuni vísti
17:30 valdu Jan Ottosen og nýggi
hájálparvenjarin, Henrik Gerster,
at skifta Filip Jojic, sum hevur ein
minni skaða í fótinum, og Rasmus
Junker inn. Tá var støðan 8-6 til
Neistan.
Stutt
frammanundan
hevði VÍF tikið time-out, so tað var
greitt, at nýggja venjaratoymið hjá
VÍF vildu hava broyting í.
Fimm minuttir fyri hálvleik fekk
VÍF ein útvísing, men hóast Neistin
skoraði tvey flott mál, so megnaði
VÍF tíggjar ferðir at fáa bóltin í
málið hjá Neistanum. Tá farið varð
til hálvleiks var støðan 12-12, og
tað tykjast teir bláu úr Neistanum
verða væl nøgdir við.
Spennandi seinni hálvleikur
Fyrsta triðingin av seinna hálvleiki
heldur gongdin fram við at verða
jøvn. Filip Jojic hevur trupulleikar
av fótinum og er ikki eins sjónligur,
sum hann plagar at vera. Seytjan
minuttir inn í seinna hálvleik kom
Neistin á odda við trimum 21-18.
Fyri Neistan er málverjin, Mikkjal
Hansen, gullverdur, meðan Teitur
Magnusson og Terji Mørk ganga á
odda í álopsspælinum.
Neistin er eitt fet frammanfyri
alla seinnu hálvu av seinna hálv
leiki. Teitur Magunsson leggur
Neistan á odda 24-23 við einum
minutti eftir. Filip Jojic javnar fyri
VÍF. Neistin hevur bóltin og tekur
time out tá hálvur minuttur er eftir.
Neistin hevði eina seinastu roynd,
men tað endaði við at skotið fór
framvið málinum.
Sostatt
endar
dysturin
við
javnleiki 24-24.
Neistin væl nøgdur
Áki Mørk, venjari hjá Neistanum,
var væl nøgdur við avrikið. Hetta
er annar dysturin har Neistin tek
ur stig frá liði longur uppi á stiga
talvuni. Teir vunnu á H71, og fáa
nú eit stig móti VÍF. Eitt stig, sum
kundi verið tvey.
– Vit hava møguleikan at vinna
dystin, men bólturin fer í stongina
og út, heldur enn stongina og inn,
ásannar Áki og vísur til seinasta
álopið í dystinum.
Áki hevur fyrr sagt við Sosialin,
at málið fyri hetta kappingarárið
bara er at menna liðið.
– Hetta broytir ikki upp á
málsetningin, men vit skulu nokk
arga fleiri av toppliðunum, sigur
Áki Mørk.
Hann er fegin um avrikið í verj
uni, men heldur at liðið manglar
nakað í framrættaða spælinum.
– Vit standa aftur í dag sterkir
í verjuni, men skora bara 24 mál.
Vit skulu verða betri til at fáa mál
áårenn verjan hjá mótstøðuliðnum
er komin upp á pláss, tí við hava
torført við at niðurbróta eina verju,
sum er komin upp á pláss, greiður
Áki frá.
Dagsins
spælari
var
uttan
iva Mikkjal Hansen, málverji hjá
Neistanum. Hann hevði fleiri stór
bjarginar, og spældi samanumtikið
ein frálíkan dyst.
– Mikkjal stendur ótrúliga væl í
dag, staður Áki Mørk.
Hetta var uttan iva ein strika í
rokningini hjá VÍF, sum ikki fekk
sítt skjóta spæl at rigga, meðan
hetta er gott fyri sjálvsálitið á unga
Neistaliðnum.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Hann hevur annars verið settur í
samband við eitt skifti.
Lukasz kom til B36 í 2011.
Hann varð kosin ársins spælari í
føroyskum fótbólti, tá B36 vann 9.
meistaraheitið. Farna kappingarár
gekk verri hjá bæði honum og
ártalsfelagnum.
B36 váttaði eftir kappingarlok,
at hóast Lukasz hevði sáttmála fyri
komandi ár, so stóð tað honum frítt
at finna sær eitt nýtt felag.
B36 hevur nú tryggjað sær, at
Lukasz verður ein partur av hóp
inum komandi kappingarár. Sum
skilst, so hava fleiri føroysk feløg
verið í samband við pólska fram
herjan.
Lukasz spælir við
B36 komandi ár
Fótbóltur B36 kunnger í morgun, at
felagið hevur gjørt avtalu við Lukasz
Cielsewicz fyri komandi kappingarár
TB hevur fyri løtu síðan kunn
gjørt hvør verður nýggjur venj
ari hjá felagnum. Tað verður
Hans Fróði Hansen, sum tekur
við eftir Milan Kuljic, sum ikki
heldur fram í felagnum.
Hans Fróði Hansen, sum hev
ur drúgvar royndir sum fótbólts
spælari, varð fyrr í ár settur sum
ítróttarstjóri. Hann er nú settur
sum høvðusvenjari, meðan Karl
Øster verður hjálparvenjari.
– Drúgvu royndirnar hjá
Hans Fróða, á ymiskum økjum,
samantvinnað
við
hansara
persóni, fekk okkum at halda, at
hann er júst tann rætti maðurin
til TB. Nógvir ungir leikarar eru
í hópinum, og hesar kann Hans
Fróði leggja lag á, og fáa teir at
trúgva á egnan mátt. Hetta er jú
av størsta týdningi, og um nakar
veit tað, so er tað júst Hans Fróði,
sigur formaðurin hjá Tvøroyrar
Bóltfelag, Andre Dalfoss við
heimasíðuna hjá TB í dag.
trondur@sosialurin.fo
TB sett
nýggjan venjara
Mikkjal bjargaði
Neistanum eitt stig
Hondbóltur Tað
var eitt framúr avrik
frá málverjanum
hjá Neistanum,
Mikkjal Hansen, sum
var grundsteinurin
undir óvæntaða
javnleikinum
Neistin - VÍF 24-24 (12-12)
Neistin: Teitur Magnusson 8(Mynd), Terji Mørk 5, Jugoslav Djumic 4, Beinir Davidsen 3,
Rói Hansen 1, Andras Joensen 1, Torstein Balle 1, Ári Roch 1
VÍF: Filip Jojic 5, Rasmus Junker 4, Holgar Durhuus 4, Martin Ritto 3, Andrias Eriksen 3,
Agnar Joensen 2, Joen Pauli Høgnesen 1, Bárður Brimvík 1, Sámal Jákup Djurhuus 1
Myndir: Álvur Haraldsen