mikudagur 12. desember 2012síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. desember 2012 · Nr. 145
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Síðani hann sum ungur byrjaði at
vinna seg fram millum teir vaksnu
í danska felagnum Randers Freja,
hevur hann verið bersøgin. Á
vøllinum, skiftirúminum og í fjøl
miðlunum. Tað hevur millum ann
að havt sum úrslit, at hann hevur
fingið forboð fyri at tosa við
fjølmiðlarnar, eftir at hann hevði
eina skemtiliga, men speiska við
merking um eitt grannafelag.
Atli spældi sum ungur við góð
um árgangi hjá B36, sum vann alt.
Miðskeiðis í 90unum flutti hann
til Danmarkar við familjuni.
Eftir loknan fólkaskúla fer
hann á fótbóltsskúla, og spælir
samstundis við Randers Freja.
Hann búnast sum fótbóltsspælari
og vinnur sær pláss í hópinum hjá
besta liðnum. Í 2001 spælir hann
sín fyrsta dyst, og venjarin er væl
nøgdur.
Eftir trý venjaraskifti er tíðin
hjá Atla komin at enda í Randers.
Bara Søren Kusk, sum gevur
honum debut, trýr upp á evnini
hjá miðverjanum. Atli flytur til
Keypmannahavnar
og
spælir
við Lyngby í eitt hálvt ár, áðrenn
leiðin gongur til Føroyar og GÍ í
2004.
Hálvt annað ár seinni fer Atli
í skúla niðri, men endar aftur á
bonkinum, fyrst í Skjold og síðani
í Frem. Atli tekur avgerð um at
koma aftur til Føroya og spælir
undantikið eitt hálvt ár í skotska
Ross County við Víkingi fram til
í dag.
Dreymurin um at spæla á
landsliðnum gongur út, tá iðBrian
Kerr hevur brúk fyri stóra og
sterka miðverjanum.
Hann hevur í dag mist plássið,
men er ikki sinnaður at geva
upp.
»Atli kiks«
Atli er uppvaksin í Stoffalág í
Havn. Sum hjá teimum flestu fót
bóltsspælarunum fyllir fótbólt
urin nógv í barnaárunum. Atli
spælir fyri tað mesta við dreingj
um, sum eru nakað eldri. Millum
teirra eru Fróði Clementsen og
Hans Jørgin Djurhuus, sum eru
kendir í føroyska fótbóltsheim
inum í dag. Fótbóltsvøllurin er
grúsvøllurin aftanfyri Eystur
skúlan.
Tað verður skipað fyri býar
kappingum, og steyp verða vunn
in.
– Jógvan Højgaard plagdi
at keypa eitt steyp, sum vit so
spældu um, sigur Atli Gregersen.
Pápin, Árni, arbeiðir um hetta
mundið í sjónvarpinum, og Atli
er altíð við, tá ið ítróttarinnsløg
skulu gerast. Hetta gevur honum
møguleika at koma at kenna
fleiri av spælarunum. Tað er bara
íblástur til ein longu góðan hug til
at sparka.
Í B36 er Atli partur av einum
gyltum árgangi, sum vinnur alt.
Eina árið missa teir bara stig eina
ferð. Tað er móti HB.
– Vit vunnu alt. Tað eina árið
var tað bara eitt skeivt skot frá
Jón Róa Jacobsen, sum rakti Vagn
Mohr Mortensen og snýtti mál
mannin, sum gjørdi, at vit ikki
vunnu allar dystirnar, sigur Atli
við eyðkendu argandi røddini.
Gregersen maðurin er tó ikki
nøkur bjørt stjørna á ungum ár
um. Hann fekk enntá eyknevnið
»Atli kiks«, sum í at kiksa ein mál
møguleika.
– Ragnar Poulsen var tann
heilt stóri spælarin. Hann skoraði
137 mál í smápiltum, meðan eg
bara skoraði 37, tí eg kiksaði so
nógv. Eina venjing kallaði onkur
meg »Atli kiks«, og tað hekk bara
við, sigur Atli og grínur.
Millum leikararnar í 82 ár
gangium eru menn sum Niels
Joensen,
Bárður
Johannesen,
Ragnar
Poulsen,
Helgi
atli Gregersen vangamynd
Hann er bersøgin og sigur tað, hann hugsar. Hann hevur goldið prísin fyri tað, men noktar at broyta
seg. Hann hevur roynt seg í fleiri feløgum uttanlands, men vann sær ongantíð fast pláss. Hann
hevur mist landsliðsplássið, sum hann altíð hevur droymt um. Málið er nú at vinna tað aftur og
vinna eitt FM heiti, men er ikki sinnaður at skifta felag fyri at fáa dreymin uppfyltan. Hann var
upprunaliga ímóti samanleggingini, men er í dag liðskipari í Víkingi. Hann er Atli Gregersen
Eg skal á
landsliðið aftur
...framhald á síðu 30
Tá William Gallas so sparkaði bóltin
út kendi eg á mær, at eg nú var ein
landsliðsleikari, sum ikki var bangin
fyri hinum heimsstjørnunum