Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-12, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2012síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. desember 2012 · Nr. 145 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Justinussen, Fróði Baldvinsson og Levi Nybo. Millum venjararnar hjá Atla eru Ólavur Waag Høgnesen og Annfinn Danielsen. B36 er einaráðandi í árgang­inum til 1996, tá Atli flytur til Dan­markar. Um tað skal leggjast meir í tað, skal verða ósagt. Old School fótbólts­ skúli og Randers Árni fær arbeiði á Tv2 Bornholm, og familjan flytur við á sumri 1996. Atli er framvegis ikki millum teir bestu, men við tíðini byrjar hann at vaksa. Hann lærir eisini at brúka likamligu styrkina til sín fyri­mun. Atli er so mikið góður í mun til javnaldarnar á Bornholm, at hann skal umboða Bornholm í Union stevnu, har spælt verður móti teim­ um bestu á Sjællandi, Fyn, Jyllandi og Lolland-Falster. Lítið verður roknað við Born­ holm, men ein sigur á KBU, sum um­ boðar høvðusstaðin, bjargar allari kappingini. Atli skorar týdn­ingar­ mikla málið. Allan Simonsen er til staðar og rósar Atla frammanfyri venjaranum. – Teir hildu, at Allan segði, at eg var tann besti. Tað hildu teir verða stórt, at ársins spælari í Evropa helt ein hjá Bornholm vera best. Tað helt hann nokk ikki, men helt bara, at eg hevði klárað meg væl. Tað tímdi eg bara ikki at fortelja hinum, sigur Atli við einum smíli. Í 1998 fer Atli á fótbóltsskúla í Grenå. Venjarar eru Flemming Povlsen, Kent Nielsen og Lars Lundkvist. Teir leggja nógv fyri at læra sín­ ar spælarar virðing og disiplin. Tað eru svartar gaggur og renni­túr­ar í skógini. Vaska klæðir og rudda kamar eru fastir táttar í gerandis­ deg­num. – Eg gerist meiri búgvin og læri, at tað ikki bara er stuttligt at spæla fótbólt, sigur Atli nakað meiri álvar­ sligur á málinum. Hann spælir samstundis við ung­lingaliði hjá Randers Freja, sum seinni blívur til Randers FC, sum vit kenna í dag. Atli ferðast í hálvan annan tíma hvønn vegin. Skúlagongdin verð­ur ikki passað heilt so væl, sum hon átti at verið, men til venj­ing er Atli nær­lagdur – bæði í fót­bólts­skúl­ anum og í Randers. Í fótbóltsskúlanum verða spæl­ ar­arnir deildir upp í A, B og C. Millum teir kendu í dag eru Steffan Rasmussen og Leon Andreasen, sum báðir seinni spæla yrkisfótbólt. Atli byrja í C bólkinum, men endar við at vinna seg upp í A bólkin. Í Randers er hann framman fyri flestu av hinum. Hann endar við at verða liðskipari á unglingaliðnum. – Eg var venjingarnarkomanur tá, sigur Atli, men er skjótur at leggja afturat, at tað er hann ikki long­ur. Hann verður eisini kosin til »Årets fund« í Randers. – Um tú fer á leikvøllin hjá Randers í dag, so hongur ein pláta við mínum navni á har saman við Michael Gravgaard og Jesper Thygesen, sigur Atli flennandi. Kusk trýr upp á Atla Atli spælir í 2001 sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá Randers. Hann er ungur og ágrýtin. Mælski og ber­ søgni maðurin, sum vit kenna hann í dag, er í menning. Hann trýr upp á sjálvan, og tað er við til at geva Atla eina góða byrjan. Til dyst móti Brønshøj er ein mið­verji ivasamur, og Søren vil hava ein 18 ára gamlan Atla Gregersen við. Ein hálvlan tíma fyri tíð verður Alti skiftur inn. – Eg gjørdi ikki eitt mistak, og eftir dystin sigur Søren við meg, at eg skal hava ein sáttmála. »En stor kontrakt«, sum hann málbar seg, sigur Atli. Atli hevur sína bestu tíð í felag­ num. Hann spælir støðugt, og við tí veksur eisini trúgvin upp á seg sjálv­an. Hann fær áleið 4.000 krónur um mánaðin, og Árni sleppur nú frá at senda lummapengar til sonin, sum hevur yvirhálað Michael Gravgaard í miðverjuni. Hann bleiv seinni danskur landsliðsspælari og spældi bæði við FCK og í fronskum fót­bólti. Miðskeiðis í árinum verður nýggj­ur venjari settur í felagnum. Navnið er Ole Fritsen. Hann hevur góð úrslit at vísa á við Vejle. Hann er tó ikki áhugaður í Atla, sum ongan dyst spælir restina av árinum. – Kanska eg fleyg nakað høgt tá, sigur Atli. Venjari er lítið sannførdur um leikligu eginleikarnar hjá Gregersen manninum, sum verður avsettur fyri Michael Gravgaard. Í 2002 verður Kim Poulsen sett­ ur sum venjari, og Atli er aftur í hitanum. Hugurin at venja er fram­ vegis góður, sjálvt um venjingar­nar eru nakað eins­táttaðar. – Í uppstartinum renna við níggju kilometrar hvønn dag í skóg­ unum. Tað hevði ikki verið góð­tikið í dag, men tá var tað bara van­ligt, sigur Atli, sum spælir allar venj­ ingar­dystirnar. Í seinasta venjingardystinum fyri kappingarbyrjan gongur tó galið. Atli fær eina minni fibur­ spreing­ing og má sita uttan fyri í tvær vikur. – Eg missi plássið, men liðið blív­ ur bara við at vinna, so eg sleppi ikki inn aftur, sigur Atli. Í 2003 verður núverandi føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, venj­ ari hjá Randers. – Vit vóru ikki samdir um nakað, sigur Atli stutt og greitt. Atli sleppur ikki upp í part. Hann er sjúkur, men velur at byrja ov tíð­ liga aftur. Hetta ávirkar orkuna, sum er í botni. Tað endar við, at Atli fær staðfest lungnabruna og má aftur í songina at liggja. Hesa ferð í tríggjar vikur. Atli hevur fingið nokk og tímir ikki meira í Randers. Føroyar draga Atli flytur á sumri í 2003 til høvðus­ staðin. Hann fær arbeiði sum mjólka­maður og spælir við Lyngby, sum fyri kortum er farið á heysin. Her venur hann saman við millum ann­að Christian Lamhauge Holst, Morten Nordstrand og Thomas Christensen, sum allir blíva Super­ liga spælarar seinni. Atli sleppur upp í part av og á, men við árs enda er greitt, at Atli vil til Føroya. Hóast hann er uppvaksin í Stoffa­lág í Havn, so hevur hann altíð hildið við GÍ. Røturnar eru eis­ini úr Gøtu, so valið er einfalt. Málið er at koma á føroyska lands­ liðið. Atli ætlar sær at prógva fyri lands­liðsvenjaranum, at hann er nóg góður. – Eg hugdi nokk eitt sindur niður á føroyskan fótbólt tá, men tað vísti seg ikki at vera so lætt, sum eg helt. Leikferðin er høg og tú hevur ikki tíð at traðka á bóltin, greiður Atli frá. Tað gongur ikki, sum hann ætlar, og ongi landsliðsboð koma. Uttan fyri vøllin gongur tó betur. Stutt frá hús­unum, har sum Atli heldur til í Gøtu, býr ein fitt dama, sum hann hevur fingið eyga á. Tað, sum ikki er eydnast í fótbóltinum, eydnast uttan fyri vøllin. Atli fær fast pláss hjá Jenny. Eftir hálvt annað ár í Gøtu dregur skúli í Danmark. Jenny er upp á vegin, men kemur við. – Súni Olsen bleiv seldur til AaB og eg fór í skúla. Tað var ikki so­ leið­is, eg ætlaði, at eg skuldi fara av land­inum, sigur Atli. Upprunaliga skal miðverjin til Fremad Amager, men liðskiparin og málverjin, Kim Drejs, er farin við bøti­kassanum, og ongir pengar eru í felagnum. Gjøgnum ein fyrrverandi lið­felag úr Randers verður Atli sett­ur í samband við Skjold, sum mangl­ar ein miðverja. Atli venur eina ferð og skrivar sáttmála. Trupulleikin er bara, at Skjold hevur tryggjað sær tveir miðverjar, og Atli situr aftur uttan­ fyri. Í 2006 skiftir Atli til Frem, sum hevur Jónas Tór Næs og Gunnar Nielsen í hópinum. Alti fær áleið 3.000 krónur um mánaðin, meðan kapp­ingarneytin fær 25.000 krónur. – Tað er ikki ilt at gita, hví teir brúktu hann, sigur Atli. Aftan á eitt ár tímir Alti ikki meira. Hann er blivin pápi og hevur eina familju at hugsa um. Tíðin er komin til at flyta til Føroya aftur. GÍ blívur til Víking Fyrsta árið aftur í Gøtu er Petur Mohr venjari. Hann er harður og kon­tantur. Hann krevur nógv av sín­um monnum til venjing, og mangan gongur tað hart fyri seg. – Tað var stórur munur á at koma úr Danmark, har vit altíð skuldu tosa um tingini, um eitt hvørt ikki riggaði. Her var ongin góða mamma, sigur Atli. Hann er við at blíva vaksin, og fyri fyrstu ferð er fótbólturin ikki tað týdningarmiklasta í lívinum. Tað eru sonurin og familjan. – Tað gevur frið upp á ein ella ann­an máta, tá tú kemur heim eftir ein dyst ella venjing, og ein smílandi sonur stendur í hurðini og bíðar, sigur Atli, sum fyri einum ári síðan eis­ini bleiv pápi til eina gentu. Í 2008 leggur GÍ saman við LÍF og blívur til Víking. Atli er ein av tólv, sum atkvøða ímóti samanleggingini. Lítið hjálpir, tí ein greiður meiriluti er fyri samanleggingini. – Í dag dugi eg at síggja, at tað var gott at leggja saman, men tá var tað tungur biti at svølgja, sigur nú­ ver­andi liðskiparin hjá Víkingi. GÍ sigldi í tungum sjógvi, og ong­in orka var eftir til at halda fel­ag­num uppi. Fyrsti venjari hjá felagsliðnum er Edson »Dido« Silva úr Brasil. – Vit vandu teknikk í kavanum í Sarpugerði, tá hann segði, at hetta var akkurát sum í sandinum Copacabana, sigur Atli flennandi. Tað vísir seg, at venjararpappírini ikki eru í ordan, og Víkingur ger skjótt av og sendur “Dido” heima aftur. Jógvan Martin fær skil á Nýggjur maður í sessinum er Jógvan Martin Olsen, sum júst hev­ ur verið landsliðsvenjari. – Eg helt Jógvan Martin vera ein idiot, tí hann ikki hevði tikið meg út til landsliðið, sigur Atli. Tað skuldi tó skjótt vísa seg, at Jógvan Martin skuldi spæla eina virknan lut í, at Atli fekk lands­liðs­ dreymin uppfyltan. – Tað fyrsta hann sigur við meg er, at eg ikki eri í formi. Hann vísir á, at eg spæli væl í ein hálvan tíma, so byrji eg at fáa býtt gul kort og koma forseint í taklingar, greiður Atli frá. Hesum arbeiða teir við, og Atli verður við tíðini ein lyklaleikari í upp­byggingini av Víkingi. – Tað vísti seg at verða stuttligt at verða við at byggja nakað upp frá nýggjum, sigur Atli víðari. Um summarið eru so lands­liðs­ Eg gjørdi ikki ein feil, og eftir dystin sigur Søren við meg, at eg skal hava ein sáttmála. »En stor kontrakt«, sum hann málbar seg atli Gregersen vangamynd Gylti B36 árgangurin