Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. desember 2012 · Nr. 145 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur boð eftir Atla Gregersen. Nýggjur landsliðsvenjari er írin Brian Kerr. Atli verður úttikin til dystin móti Serbia á Tórsvølli. – Jógvan Martin eigur ein stóran lut í, at eg kom á landsliðið. Alt fell­ ur í hakk. Familjan, arbeiði og fót­ bólturin, greiður Atli frá. Atli fær ongan bleyta byrjan, tí í fyrsta dystinum eru boð eftir leiðaraeginleikunum hjá miðverj­ anum. – Brian Kerr lesur liðið upp og sigur, at »Atli« skal spæla í mið­verj­ uni. Eg helt tað verða løgið at seta Atla Danielsen í miðverjuna, men brádliga sigur hann; »Big man, you take kontrol«. Tá skilti eg, at hann meinti við meg, og at eg skuldi stýra verj­uni, grieður Atli frá. Ongin tekur íran í skiftirúminum, tá spælarar skulu eggjast undan dystar­byrjan. – Hann er tann besti til at moti­ vera spælarar við talum. Hann fekk okkum til at trúgva uppá, at vit kundu vinna á einum og hvørjum, greið­ur Atli frá. Alti hevur bara spælt tveir min­ uttir av landsliðsfótbólti, tá hann fær eina heilsan frá tí tveir metrar høga Nicola Zigic. – Eg fór upp at stúta ein bólt, og hann sendi meg runt í luftini. Vælkomin á landsliðið hugsaði eg, sigur Atli, meðan hann við rørslum greiðir frá, hvussu tað hendi. Seinni fær serbiska stjørnan, Dejan Stankovic, av at vita – ella tað var ætlanin. – Eg bað hann skrubba av aftur á bonkin hjá Inter Milan. Í tí eg segði tað, so hugsaði eg, hvussu býtt tað ljóðaði. Men hann svaraði bara aft­ ur, at hann ikki sat á bonkinum. Tá kundi hann gott havt sagt okkurt meiri niðrandi, sigur Atli við einum smíli. Kerr tvingar Atla at spæla Atli vinnur sær fast pláss á lands­lið­ num, og hann er eisini millum teir út­valdu til landsdystin móti Litava á Svangaskarði. Men eftir seinastu venj­ingina fyri dystin koma keðilig boð. – Eg sá, at Jenny hevði ringt fleiri ferðir, so eg visti, at klokkan hevði sligið. Verpápin er deyður og eg skundi mær til Havnar, greiður Atli frá. Ein maður skilur tó einki. Brian Kerr ringir í øðini til Atla og spyr, hvar hann er. – Eg greiði honum so frá, hvat er hent, og at eg nokk ikki spæli dagin eftir, sigur Atli. Aftursvarið er hart og kontant. Hann er deyður og tú kanst ikki gera nakað, er svarið í hinum end­ anum. Brian Kerr vil ikki hoyra tal­ an um, at Atli ikki spælir. Nakað seinni roynir Atli at ringja til hjálparvenjaran, Jens Martin Kundsen, fyri at geva honum boð um, at hann ikki kann spæla. – Tá eg ringi, tekur Brian Kerr tele­fonina og spyr, hví eg ringi til Jens Martin. At enda sigi eg, at eg í minsta lagi sovi heima, men aftur er svarið nei, greiður Atli frá. Tað endar tó við, at Atli sleppur at sova heima og møtir til morgunmat dagin eftir. Føroyska liðið spælir ein góðan dyst og vinnur 2-1. Eftir dystin er veitsluhýrur, og allir fara til havnar við bussi uttan Atli, sum ætlar sær heim. Aftur er Brian Kerr ósamdur og vil hava Atla við til Havnar. – Tað spældi alt væl av, men tá sá Brian Kerr bara fótbólt, sigur Atli og leggur afturat, at tað var got, at hann spældi handan dystin, tí Før­ oyar flugu upp eftir FIFA styrki­lis­ tanum, og allir spælararnir fingu áleið 200.000 krónur í bonus. Nakað seinni er venjingardystur í Skotlandi, og Føroyar tapa 3-0. Brian Kerr er bara við til sjálvan dyst­in, tí beiggin liggur fyri deyð­ anum. – Tá segði hann við meg, at hann var farin skeivur í samband við dyst­in móti Litava, greiðir Atli frá. »Pakkaði Anelka inn« Besta kenslan sum landsliðsleikari kemur á Tórsvølli, tá Frakland er á vitjan. Atli spælir ein branddyst, og Nicolas Anelka er lítið sjónligur á vøllinum. – Eg minnist, at eg segði við kon­ una, at eg hevði pakkað Anelka inn, sigur Atli stoltur á málinum. Men løtan, tá Atli veruliga kendi á sær, at hann var vorðin lands­liðs­ leikari, er tá ein føroyingur liggur skaddur á vøllinum. Fraklendingar drála við at sparka bóltin út. So­ leið­is stóð at lesa í ummælinum í Sosial­inum eftir dystin: »Gøtumaðurin tók hvønn nærdyst, hann kundi, spardi seg ongan­tíð og var deiliga ósmæðin á vøllinum. »Put the fucking ball out!«, rópti Atli einaferð eftir fransk­monn­um, tá ein av okkara lá skaddur« – Tá William Gallas so sparkaði bóltin út kendi eg á mær, at eg nú var ein landsliðsleikari, sum ikki var bangin fyri hinum heims­stjørn­ unum, sigur Atli. – Hevði Jákup á Borg bara dugað at skalla, høvdu vit kanska eisini fing­ið stig, sigur Atli og grínur. Ein annar landsdystur, sum Atli minnist væl, er dysturin móti Italia á Tórsvølli. Undan dystinum tryggj­ ar Brian Kerr, at allir trúgva upp á sigurin, hóast mótstøðan er sera sterk. Vit tapa 1-0, men raka steng­ ur­nar tvær ferðir. – Súni Olsen hevur oftani skot­ ið hasar í stongina og inn. Bara óheppið, at akkurát hasin skuldi fara í stongina og út, sigur Atli um dundur­skotið hjá Súna í fyrra hálv­ leiki í dystinum. Eitt rend til Skotlands Atli Gregersen er í 2009 til eina royndar­venjing í skotska aðru deildar felagnum, Ross County. Tá venj­ingin er liðug, fær Atli at vita, at Ross County skulu lata frætta frá sær. Hesum trýr Atli lítið upp á og vendir aftur til Føroya at spæla við Víkingi. Í 2010 er landsliðið í Luksemborg og spælir venjingardyst. Einki mál kemur í dystinum. Ross County tos­ar við Brian Kerr, og umvegis um­boðs­mannin, Hans Jacob Á Líknar­gøtu, verður avtala gjørd við skotska felagið. Atli hevur nógv at hugsa um, tí hann hevur familju og arbeiði at hugsa um. Hann velur tó at royna seg. Í fyrsta umfari kemur familjan ikki við. Atli er við til allar venjingar­dyst­ irnar. Hann er í so góðum formi, at hann hevur ein »six-pack«, sum ikki er at finna í dag. – Undan fyrsta dystinum fái eg at vita, at venjarin ikki vil brúka meg, tí hann heldur, at eg síggi nak­ að móður út, sigur Atli. Tað er kanska nakað um tað, men sum tíðin gongur, so gerst tað meiri og meiri greitt, at venjarin ikki metir Atla verða nóg góðan til liðið. Hann kemur inn í einum steypa­ dysti, men meiri spælitíð blívur tað ikki til. Hinvegin, so fær Atli innlit í bretska mentalitetin. – Spælararnir ganga høgt upp í at gera »pranks«. Eina dag skuldi ein spælari lata seg í hosurnar, tá hevði ein annars leikari skitið í hos­una, so tað kom bara eitt ýl frá hon­um, greiðir Atli frá og ristir á høvd­inum. Skotar eru ikki kendir fyri at verða forfeingiligir, men í Ross County er søgan ein onnur. – Tú skuldi trúð, at teir skuldu í býin hvørja ferð teir komu til venj­ ing. Teir komu í nýggjasta mótanum og við Gucci taskum, sigur Atli og held­ur fram at rista á høvdinum. Venjarin kravdi eisini, at allir spælarar skuldu koma nýrakaðir til venjing. Tað vóru tað summir, sum tóku meiri bókstaviligt enn aðrir. – Teir stóðu aftaná hvørja venjing undir brúsuni og rakaðu restina av kroppinum. Har teir ikki sluppu framat, hjálptu teir hvørjum øðrum, sigur Atli og flennur, meðan hann samstundis ristir á høvdinum. Í desember mánaði verður venj­ arin koyrdur. Atli hevur tikið avgerð um, at útlandsævintýrið er liðugt. Familjan kom ongantíð yvir. – Eg angri ikki, at eg tók av­gerð­ ina um at koma heim, men eg fekk vinir fyri lívið í Ross County, stað­ festir Atli. Havi goldið ein prís Atli kemur aftur til Føroya og spælir við Víkingi tann dag í dag. At hann er bersøgin hevur givið honum nógv­an mótgang, men hann er ikki sinn­aður at broyta seg. Eitt tað feskasta dømi er, tá hann á pallborðsfundi undan kapp­ingar­ byrjan í 2012 í skemti sigur, at ÍF verður liðið, sum fer at floppa í ár. Orðini fara kring alt landið, og í Gøtu vilja tey hava Atla at biðja orsaka fyri at hava sagt tað. – Tað vísir bara, hvussu langt úti tað er. Eg segði nakað í skemti, og fólk taka tað so álvarsligt. Einki er so lítið áhugavert sum ein vanlig sam­røða við ein spælara. Hví ikki siga tingini sum tey eru ella verða eitt sindur argandi. Hetta er eitt show, sigur Atli Gregersen. Úttalisið fekk Víking at geva Atla forboð fyri at tosa við fjølmiðlarnar í eina tíð. Tað hevur eisini givið mót­støðu­ spælarunum nakað at stinga við, tá Atli nú eina ferð er so bersøgin í fjølmiðlunum. – Ja eg hoyri nógv fyri tað, men tað ringasta eru áskoðararnir, sum kunnu verða beinleiðis óreinir. Í Føroyum hevur tú sum oftast spælt móti teimum flestu fleiri ferðir, ella verið á landsliðnum við teimum, so teir skilja, hvar markið gongur, sigur Atli víðari. Nógvu árini við dagligari venj­ ing hava eisini sett síni spor. Atli megnar illa at gjøgnumføra eina venj­ing uttan tablettir. Hóast tað, hev­ur hann mót upp á meiri sum fót­bóltsspælari. Atli Gregersen er ikki bangin fyri at siga, hvørji mál hann hevur. Hann vil á landsliðið aftur, og hann vil hava eitt FM gullheiðursmerki um hálsin. Tað fjalir hann ongantíð í samrøðuni. Hann hevur sterkar meiningar, og tær torir hann at deila við fólkið. – Eg spæli best, tá eg havi nakað at prógva, sigur Atli at enda. So er spurningurin, um tað er nokk til eitt landsliðspláss og eitt gull­heiðursmerki. trondur@sosialurin.fo Atli Gregersen Føddur: 15. juni 1982 Foreldur: Árni og Maria Gregersen Kona: Jenny Gregersen Børn: Árni Nóa 6 ár, Eva 1 ár Starv: Søluleiðari á Dimmalætting Yrkisleið: 2000 - 2003 Randers Ferja 2003 Lyngby 2004 - 2005 GÍ 2005 Skjold 2006 Frem BK 2007 GÍ 2008 - 2010 Víkingur 2010 Ross County 2011 - Víkingur Eina venjing kallaði onkur meg »Atli kiks«, og tað hekk bara við Eg helt Jógvan Martin vera ein idiot, tí hann ikki hevði tikið meg út til landsliðið atli Gregersen vangamynd