Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. januar 2013 · Nr. 4 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ernst Jacobsen fekk, tá ið hann segði seg frá sum stjóri í ALS, umframt 14 mánaðarlønir, løn við afturvirkandi kraft fyri at hava verið stjóri í Trygdargrunninum. Aðrar snøklar fekk hann eisini Randi Jacobsen Fólk, sum eru í Arbeiðsloysis­ skip­anini, fáa í mesta lagi 17.500 krónur um mánaðin. Tey flestu fáa nógv minni. Men meira enn so fekk ALS-stjórin Ernst Hansen burturúr, tá ið hann 4. jan­uar sendi stýrinum fyri Ar­beiðs­ loysiskipana upp­søgn. Alfred Petersen, formað­ur í stýr­inum fyri Arbeiðsloysis­ skipanina tví­heldur um, at Ernst Jacobsen segði upp sjálvur og ikki var biðin um at siga upp. Kortini gjørdi stýrið fyri ALS eina óvanliga góða frá­ faringaravtalu. Frá­faringar­ avtalur verða annars vanliga bara gjørdar, tá ið leiðarar verða bidnir um at fara. Mánaðarlønin hjá ALS- stjóran­um er 49.200 krónur og 15 pro­sent í eftirløn. Av­ talan gevur Ernst Ja­cobsen 14 mánaðarlønir og eftirløn fyri tíðarskeiðið fram til 31. mars 2014. Hann skal eisini í seinasta lagi 1. februar hava 300.000 krón­ur fyri tíðarskeiði frá 1. juni 2011 til 1. Februar í ár. Tað eru 20 mánaðar­lønir á 15.000 krónur. Haraftrat fær hann upp í 50.000 krónur til førleika- gev­andi skeið. Advokathjálp Stjórin hevur havt advokat at hjálpa sær við at gera frá­ faringaravtaluna við stýr­ið. Tann rokningin, sum kann vera í mesta lagi 50.000 krón­ ur, fer eisini til stýrið. Haraftrat yvirtekur hann far­teldu, Ipad og fartelefon fyri einki. Hann kann brúka telefonina upp á rokning hjá ALS fram til 1. februar. Alfred Petersen heldur ikki. At hetta var ein óvanliga góð avtala fyri stjóran. Hetta var tað, sum stýrið helt, at Ernst Jacobsen skuldi hava. Stýrið hevur eina tíð vitað um ætlanina hjá Ernst Jacobsen at siga seg ur stjóra­ starvinum. Tí bar til at seta fyribilsstjóra beinan­vegin. Alfred Petersen sigur, at tey ting­aðust um at velja ein fyri­bils­stjóra innhýsis ella fáa ein uttaneftir. Tey valdu at heita á Marj­ un Eystberg í fyri­tøk­u­ni Input, og hon skriv­aði undir uppá, at hon ikki fer at søkja, tá ið stjóra­ starvið verður leyst. Hetta varð gjørt, fyri at eing­in skuldi hava nakran fyrimun, tá ið starvið skal set­ ast. Óhugnalig samsýning – Eg haldi tað vera heilt óhugnaligt, at hann skal hava so nógva løn, nú upphæddirnar til tey arbeisleysu eru so nógv skerdar. Tølini eru ógvuslig. Tað sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Peda­gog­ felag. ALS er ein stov­n­ur, sum all­ir løn­takarar eru tvungnir at gjalda inn í. – Tað átti at spegla seg aftur í, at maðurin sjálv­ ur hevur sagt seg úr starvi, sigur Maud Wang Han­ sen. Stýrið hevur ein forklárings­ trupulleika – Hatta er ótrúliga langt úti at gera eina slíka fráfaringaravtalu. Tað heldur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Hann skilir einki av nøkrum, tí tað er bara eitt ár síðan, at stýrið lækkaði útgjaldið, hækk­aði inngjaldið, og bíðidagar komu inn í skipanina. – Stýrið hevur ein forkláringstrulleika. Vit hava krav uppá at fáa at vita, hvat hatta er fyri nakað. Georg F. Hansen setir fráfaringar­upp­ hædd­ina hjá nú fyrrverandi stjóranum upp ímóti tí, sum limir hansara fáa úr ALS. Hægsta útgjaldið, sum nakar fær frá ALS er 17.500 krónur. – Teir flestu av okk­ ara limum í skipanini fáa so nógv minni, og ein stórur partur er dottin úr skipanini og fær tí einki frá henni, sigur Georg F. Hansen. Munur er á monnum – Hatta hoyrir onga staðni heima. Tað sigur, Hans Joensen, for­maður í Havn­ar Ar­beiðs­ m a n n a ­f e l a g um gylta lógva­ takið, sum frá­ far­andi stjórin á ALS fekk. Hann hevur ongantíð hoyrt um, at fólk, sum sjálv siga upp, fáa fleiri mánaðarlønir. – Tað er ein óskikkur við slíkum fráfaringaravtalum og er ein stór provokasjón móti fólkinum. Eg kann bara ásanna, at munur er á monnum, sigur Hans Joensen. Ljóðar løgið Vigdis Johannesen, forkvinna i Havn­ ar Arbeiðskvinnufelag heldur tað vera løgið, at ALS-stjórin skal hava 14 mánaðarlønir, tá ið hann hevur sagt upp sjálvur. - Sjálvandi skal maðurin hava tað, sum hann hevur rætt til, men hví skal hann hava so nógv? Eg vænti, at stýrið kemur at geva baklandinum, fakfeløgunum eina frá­greið­ing, sigur Vigdis Jo­hannesen. Hon held­ur tað vera løg­ið, at sama stýri, sum hev­ur sett út­gjaldið nið­ur og inn­gjaldið til ALS, tí ráð ikki vóru til nak­að, skal gera eina slíka frá­far­ ing­a­r­avtalu. Samanlagt fær fyrrverandi stjórin í ALS, Ernst Jacobsen 1,2 mió. krónur frá ALS, sjálvt um hann hevur sagt upp sjálvur 1,2 milliónir krónur í fráfaringarløn