fríggjadagur 11. januar 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 11. januar 2013 · Nr. 4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mist álit á Ernst
ALS Hóast eingin vil siga tað alment, so bendir nógv á, at stýrið fyri ALS misti álitið á, at
Ernst Jacobsen var rætti persónurin at stýra Arbeiðsloysisskipanini. Síðstu tveir mánaðirnar
hava advokatar báðu megin borðið togast um, hvussu gylt lógvatakið skuldi vera
Jón Brian Hvidtfeldt
Nú er tíðin komin, til at eg
fari at leita mær nýggjar av
bjóðingar. Eg sigi meg við
hesum úr starvi.
Hevði hetta verið ein
vanlig uppsøgn, og nýggju
avbjóðingarnar ikki vóru
eitt nýtt starv beinanvegin,
so hevði uppsøgnin ført við
sær karantenu í fýra vikur,
áðrenn ALS tók við og veitti
tær arbeiðsloysisstuðul, í
mesta lagi 17.500 krónur um
mánaðin.
Men
orðingarnar
eru
tiknar úr uppsøgnini hjá
stjóranum fyri ALS. Og tá
galda aðrar reglur, hóast for
maðurin í stýrinum fyri ALS
tvíheldur um, at talan er um
eina uppsøgn.
- Stjórin hevur valt at
royna nýggjar avbjóðingar,
tað hava vit tikið til eftirtekt
ar og hava gjørt eina fráfar
ingaravtalu við hann, ljóðaði
nærum retoriska svarið frá
Alfred Petersen, tá hann
allan dagin í gjár varð spurd
ur um málið.
Fráfaringaravtalan merk
ir stjóraløn og –eftirløn í 14
mánaðir, 300.000 krónur í
løn fyri arbeiðið fyri Trygd
argrunnin, 50.000 krónur til
stjóran at brúka til skeiðs
tilboð av egnum ynski, upp
til 62.500 krónur til at gjalda
advokatrokningar, umframt
annað fryns sum teldu, teldil
og telefon. Tilsamans áleið
1,2 millión krónur. Nú fyrr
verandi ALS-stjórin er frítt
stillaður og skal ikki møta til
arbeiðis.
Dýrur stjóri
Tað eru partarnir á arbeiðs
marknaðinum,
ið
manna
stýrið fyri ALS. Hóast tey
harvið umboða ein rættu
liga breiðan skarða av føroy
ingum, og hóast ALS hevur
lógartryggjaðan
rætt
at
krevja inn pengar, so hava
stýrislimirnir
givið
sær
sjálvum munnkurv og vísa
í staðin til stýrisformannin,
advokatin Alfred Petersen.
Eingin vil leggja navn til
nakra viðmerking um málið.
Men fleiri keldur hjá
Sosialinum, ið standa stýri
og leiðslu nær, vísa á ein
leiðslustíl hjá nú fráfarandi
stjóra, har pengarnir lógu
lætt í mappuni. Sum dømi
um hetta verður nevnt stóra
føðingardagshaldið 31. au
gust í fjør, tá ALS feiraði sín
20 ára dag. Partar av hesi
markering vóru eitt stásiligt
hátíðarrit og ein filmur um
Arbeiðsloysisskipanina.
Samlaða rokningin lá um
hálva millión, og sum Sos
ialurin skilir, vóru tá longu
aðrir, meira og minni fyri
reikaðir partar av føðing
ardagshaldinum
skornir
burtur í síðstu løtu. Saman
lagt eru útreiðslurnar til
umsiting
øktar
rímuliga
nógv síðstu árini. Sum dømi
øktust starvsfólkaútreiðsl
urnar úr 8,2 milliónum upp í
10,1 milliónir krónur frá 2010
til 2011.
Hvørki
stýrisformaður
ella nú fyrrverandi stjóri vil
ja gera nakra sum helst við
merking til upplýsingarnar
um dýra leiðslustílin.
- Hatta havi eg onga við
merking til, ljóða svarini frá
Alfred Petersen og Ernst
Jacobsen.
Advokatar um borðið
Alfred Petersen váttar fyri
Sosialinum,
at
sonevnda
”tilgongdin”, ið endaði við
gyltu fráfaringaravtaluni,
byrjaði í november í fjør.
Hóast partarnir mótvegis
almenninginum hava lagt
dent á góða samstarvið, ið
nú natúrliga var komið at
enda, so bendir mangt á, at
tónin var ein annar handan
leiktjøldini. Her vóru tað
advokatarnir
Annfinn
V.
Hansen og Jógvan Ellefsen,
ið førdu orðið, ávíkavist fyri
Ernst og ALS. Alfred Peter
sen sigur seg enn onga rokn
ing hava móttikið, og Ernst
Jacobsen
sigur
seg
ikki
kenna upphæddina. Men frá
faringaravtalan sigur greitt,
at ALS umframt at rinda fyri
egnan advokat eisini skal
rinda upp til 50.000 krón
ur fyri advokatin hjá Ernst
Jacobsen, umframt meir
virðisgjald. Tí eru advokat
rokningarnar væntandi áleið
100.000
krónur
afturfyri
stríðið, ið stóðst av at enda
góða
samstarvið
millum
stjóra og stýri.
Hvørki Alfred Petersen
ella Ernst Jacobsen duga í
dag at svara uppá, hví endin
á ”góða samstarvinum” skul
di stýrast av advokatum báð
um megin borðið.
- Tað er altíð skilagott at
tryggja, at øll viðurskifti eru
í lagi, er tað nærmasta, ið
fæst einum svari frá stýris
formanninum, meðan frá
farni
stjórin
kategoriskt
sendir spurningin víðari til
sama stýrisformann.
Hóast
báðir
partar
dúgliga vísa til skrivið frá
4. januar 2013, har Ernst
Jacobsen sjálvur segði seg
úr starvi, so vil hvørgin
parturin siga nakað sum
helst um, hvør tók stið
til at enda samstarvið, tá
einaferð í november í fjør.
Spurningurin, hvørt tað var
stjóri ella stýri, sum fyrst
tosaði um at enda sam
starvið, burdi annars verið
rímuliga einfaldur at svara.
Men svarið frá báðum pørt
um er tað sama – ongin við
merking!
Rímulig avtala
Síðstu árini hevur Arbeiðs
loysisskipanin
verið
so
fíggjarliga sperd, at stýrið
fyri ALS í mai í fjør kendi seg
noytt at traðka hart á brems
urnar. Hægsta útgjald varð
lækkað úr 20.000 krónum
niður í 17.500 krónur um
mánaðin, umframt at aðrar
tekniskar broytingar skerdu
trygdarnetið undir teimum
arbeiðsleysu. Sum stjóri fyri
ALS kennir Ernst Jacobsen
betri
enn
nakar
annar
fíggjarligu støðuna í ALS
og harvið orsøkina til, at
bremsurnar vórðu høgdar í.
Kortini sær hann onga orsøk
til, at hann persónliga eisini
skuldi víst afturhald, nú
hann skuldi royna nýggjar
avbjóðingar.
- Nei, tað haldi eg ikki. Av
talan er rímulig, sigur Ernst
Jacobsen um tær 1,2 milliónir
krónurnar, ið hann tekur við
sær úr pengakassanum hjá
ALS á leiðini móti nýggju av
bjóðingunum.
Fráfarni
stjórin
metir
seg heldur ikki hava nakra
moralska skyldu í somáta.
- Hasi bæði tingini hava
einki við hvørt annað at gera,
ljóðar stutta svarið frá Ernst
Jacobsen.
Í samrøðuni vísir Ernst
Jacobsen fleiri ferðir á, at
tað er vanligt at stjórar gera
slíkar avtalur, tá farið verður
úr stjórastarvinum. Kortini
dugir hann ikki at svara, tá
hann verður biðin um at
nevna ítøkilig dømi um slík
ar fráfaringaravtalur.
- Nei, eg kann ikki nevna
nakað dømi fyri tær, ásannar
Ernst Jacobsen.
Alfred Petersen hevur
somuleiðis ilt við at seta orð
á avtaluna.
- Hetta er ein semja, ið vit
hava gjørt, og hana standi
eg við, sigur Alfred Petersen,
sum annars ikki vil útdýpa,
hvat tað merkir.
Meira um málið á næstu síðu