Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. januar 2013 · Nr. 4 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fyribilsloysn fyri fjórðingsmillión ALS Heiti stjórastólurin í ALS stóð ikki tómur nógvar tímar. Stýrisformaðurin fór beinanvegin út í býin og keypti ein fyribilsstjóra fyri 19.000 krónur um vikuna. Neyðugt fyri at skapa ró millum starvsfólkini, sigur Alfred Petersen Jón Brian Hvidtfeldt Mánadagin, fyrsta arbeiðs­ dag eftir at frá­far­ing­ar­av­ talan millum Ernst Jacob­sen og ALS varð undir­skriv­að, fór stýris­for­maðurin út í býin at leita eftir nýggjum stjóra. Sam­bært fráfaringaravtaluni var Ernst Jacobsen frítt­still­ að­ur og harvið leysur úr stjórasessinum, og hó­ast aðrastaðni eru dømi um, at fyribilsstjóri undir líkn­andi umstøðum verður funn­in innanveggja á arbeiðs­plássi­ num, vildi Alfred Petersen tað øðrvísi. - Stýrið vildi skapa ró mill­ um starvsfólkið, og tí mettu vit tað rættast at finna ein fyri­bilsstjóra beinanvegin, og hes­in skuldi koma uttanifrá, sig­ur Alfred Petersen. Spurdur nærri eftir grund­gev­ingum fyri hesum vísir stýrisformaðurin á, at tað kann virka órógvandi, um ein persónur á arbeiðs­ plássi­num verður biðin til fyri­bils­stjóra, meðan leitað verð­ur eftir nýggjum stjóra. Valið fall á Marjuna Eyst­ berg, sum sjálvonnur rekur fyri­tøkuna Input, ið bjóðar tæn­ast­ur innan leiðslu- og starvs­f­ólkaøkið. Sambært Marju­ni Eystberg varð hon bið­in til arbeiðis mánadagin, og setti seg í stjórasessin hós­ dagin. Taxametrið telur Tað er tó ikki ókeypis fyri Arbeiðs­loysisskipanina at keypa sær ein fyribilsstjóra, með­an leitað verður eftir nýggj­um stjóra. Ítøkiliga skal ALS gjalda 19.000 krón­ur um vikuna fyri hesa fyri­bils­ loysn­ina. Írokn­að viku­lønina eru møgu­lig­ar uppgávur fyri Trygd­ar­grunn­in. Sambært Marjuni Eyst­ berg er avtalan galdandi, fyri­bils til 31. mars, men kann leingjast um tørvur er á tí. Alfred Petersen, stýris­ for­maður, roknar í sínum lagi við, at nýggjur stjóri er funnin innan tríggjar til fýra mánaðir. Harvið verður saml­aða rokningin fyri fyri­ bilsstjóran væntandi áleið 250.000 til 300.000 krón­ur. Útreiðslur, ið koma aftur­at gylta lógvatakinum til frá­ far­andi stjóran á 1,2 millión krón­ur. Ivi um móttøku ALS Lagt varð upp til móttøku á ALS fríggjadagin um eina viku, nú stjórin riggar av. Men eftir at almenningurin fekk innlit í gylta lógvatakið er ALS-stýrið farið at ivast Jón Brian Hvidtfeldt Vit takka Ernst fyri drúgva og trúgva tænastu hjá ALS sein­astu árini og ynskja hon­um alt tað besta, nú hann gevst sum stjóri á ALS. Setningurin er tik­in úr eini lýsing, har stýris­for­ mað­urin fyri ALS bjóð­ar til móttøku á ALS, seinna­ part­in fríggjadagin 18. janu­ar. Men seinnapartin í gjár komu kontraboð frá sama stýri, sum eftir at frá­far­ing­ar­av­tal­an kom undan kavi eftir øllum at døma er farin at ivast í, hvørt innbjóðan til pinna­ mat, dipp og djús nú er rætta signalið at senda júst nú. - Jú, eg gangi út frá, at mót­tøkan verður, sigur Al- fred Petersen, sum dregur á svarið, samstundis sum hann roynir at greiða frá, hví almenna innbjóðanin er tik­in aftur, áðrenn hon fór á prent. Svarið blívur tó ikki meira fullfíggjað enn so, at ”man” ikki metti tað vera hósk­andi at senda slíka inn­ bjóðan út júst nú. Spildurnýggi fyri­bils­ stjórin, Marjun Eystberg, sig­ur seg als einki kenna til nakra móttøku og vísir til stýrisformannin. Og høvuðs­persónurin sjálvur, Ernst Jacobsen, sigur seg ikki vita um annað, enn at mót­tøka verður fyri sær. Uppskotið um móttøku stavar úr brævinum frá 4. janu­ar, har Ernst Jacobsen formliga segði seg úr starvi. Har skrivar hann soleiðis: ”Tað hevði glett meg, um ALS skipar fyri eini lítlari mót­tøku antin fríggjadagin 18. januar ella fríggjadagin 25. januar, har eg fái møgu­ leika at siga tykkum, starvs­ fólku­num á ALS og øllum sam­starvsfelagum farvæl.” Enn letur innbjóðingin bíða eftir sær, meðan stýris­ for­maðurin fyri ALS leitar eftir røttu løtuni.