fríggjadagur 11. januar 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 11. januar 2013 · Nr. 4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Búskapar
frágreiðingar
á høkjum
Jón Brian Hvidtfeldt
– Jú, vit ætla okkum at av
slutta okkara arbeiði. Sigurd
Poulsen, stjóri í Landsbanka
Føroya, roynir at varðveita
optimismuna, hóast hansara
arbeiðspláss formelt hvørvur
1. apríl.
Seinasta, stóra uppgávan
hjá Landsbanka Føroya er at
skriva hálvárligu búskapar
metingina. Frágreiðingarnar
plaga at koma í august og
februar, og eru at meta sum
ein støðulýsing av føroyska
búskapinum.
Búskaparmetingarnar
hjá Landsbankanum leggja
støði fyri frágreiðingunum
hjá Búskaparráðnum, sum
við lóg skal leggja fram tvær
konjunkturfrágreiðingar
um árið, ávíkavist 1. mars og
1. september. Men hvussu
verður við hesum lógarásettu
tíðarfreistum er meira iva
samt.
– Hesaferð taka vit ikki
atlit til vanligar tíðarfreist
ir, men royna at savna okk
um um okkara arbeiði, sigur
Sigurd Poulsen, sum tí ikki
vil lova nakra búskapar
frágreiðing í februar. Bara, at
hon kemur áðrenn 1. apríl, tá
Landsbankin fer í søguna.
Setir sín dám
Búskaparmetingin
verður
sum nevnt seinasta slepping
úr Landsbanka Føroya. Og
tað kemur sambært stjóran
um at síggjast aftur.
– Vit koma at brúka meira
tíð uppá frágreiðingina, og
tað kemur helst eisini at sígg
jast aftur, at hetta er okkara
seinasta frágreiðing, sigur
Sigurd Poulsen.
Landsbankastjórin
vil
tó ikki útgreina, hvat hann
meinar
við,
ella
hvussu
fingramerkini verða sett.
Landsbankin hevur verið
í andgletti, síðani politisku
ætlanirnar um at avtaka
stovnin og flyta uppgávurnar
aðrastaðnis vórðu lagdar
fram. Og tað merkir stovnin
og Landsbankan sum ar
beiðspláss, sambært Sigurdi
Poulsen:
– Stemningurin er ikki
góður.
Starvsfólkini
eru
merkt av ótryggleika og
vandi er fyri at viðurskifti
kunnu gerast eitt sindur
nalvaskoðandi í hesum døg
um.
Eingin er farin enn, men
tá viðurskiftini á arbeiðs
plássinum eru so ótrygg, ótt
ast Sigurd Poulsen at starvs
fólkini fara at leita sær aðrar
vegir.
– Men eg haldi tó at fólk
eru somikið professionell,
at tey klára at savna seg um
uppgávurnar, ið eftir eru at
loysa, áðrenn Landsbankin
verður avtikin, sigur Sigurd
Poulsen.
Lamið ráð
Hitt, fakliga beinið, ið politik
arar og onnur skulu stuðla
seg til í landsbúskaparligum
spurningum, er Búskapar
ráðið. Men heldur ikki har
merkist nakar skrivikrampi,
hóast ráðið við lóg skal lata
úr hondum eina konjunktur
frágreiðing fyri 1. mars.
– Nei, vit eru ikki farin at
skriva, sigur Thomas Dam,
sum eitt sindur trilvandi
vísir á, at skrivarauppgávan
framvegis liggur hjá Lands
bankanum, tað vil siga til 1.
apríl.
Formelt er Thomas Dam
ikki longur formaður í Bú
skaparráðnum, tí fýra ára
skeiðið hjá ráðnum rann út
á nýggjárinum. Sostatt er í
løtuni einki, virkið Búskap
arráð. Ein støða, ið tó ikki
er heilt ókend, tí seinast Bú
skaparráð skuldi veljast, gekk
eitt hálvt ár við tí. Thomas
Dam hevur tó ikki heilt slept
endanum, men átekur sær at
svara spurningum og úttala
seg vegna Búskaparráðið.
Hann vil tó ikki taka fram
dømi um, hvat Búskaparráðið
í komandi frágreiðing kundi
hugsast at sett sjóneyguna
á.
– Nei, Búskaparráðið skal
mannast av nýggjum, og tí
vildi tað verið skeivt av mær
at úttala meg um, hvørj
ar tankar undanfarna ráð
hevur gjørt sær, sigur Thom
as Dam.
Spurdur, hvørt hann er
biðin um ella sinnaður at
halda fram í Búskaparráðnum,
hevur Thomas Dam ongar
viðmerkingar. Hann ynskir
als ikki at tosa um tann
spurningin.
Sambært lógini um Bú
skaparráðið skulu tríggir
limir veljast í ráðið eftir til
mæli frá stýrinum fyri Fróð
skaparsetrið.
Eftir
ætlan
skal stýrið lata landsstýris
manninum í fíggjarmálum
sítt tilmæli í hesi vikuni.
BÚSKAPUR Meðan landsbankastjórin savnar kreftirnar
til seinastu slepping, er formaðurin í Búskaparráðnum í
bíðistøðu, tí hansara starvstíð endaði á nýggjárinum
Fakta
Landsbankin ger árliga tvær
búskaparmetingar, sum
vanliga verða almannakunn
gjørdar í august og februar
mánaða. Harumframt røkir
Landsbankin skrivaraupp
gávuna fyri Búskaparráðið.
Búskaparráðið ger árliga
tvær konjunkturfrágreið
ingar, sum sambært lóg
verða almannakunngjørdar
1. mars og 1. september.
Búskaparráðið kann harum
framt gera temafrágreiðingar
og ráðgeva landsstýrinum
í øðrum málum. Thomas
Dam, Durita Tausen og Gunn
Danielsen sita í fráfarandi
Búskaparráðnum.
Sigurd Poulsen, stjóri, er
farin at skriva seinastu
búskaparmetingina, áðrenn
Landsbankin fer í søguna.