Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. januar 2013 · Nr. 4 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Innrás úr Dan­mark á páskum Ein mánað aftrat til Fámará Randi Jacobsen Mars og apríl plaga at vera tveir deydligir mánaðir hjá ferðavinnuni, tí hetta er ikki tíðin, tí ið útlendingar vanliga fara til Føroyar at ferðast. Men í ár verður øðrvísi. Í døgunum frá 25. mars til 4. apríl fer at vera fult av døn­um í landinum. Á Smyril Line fingu tey tað hugskot at selja bíligar pakka­ferðir til Føroya. Átak­ið byrjaði fyri tveimum vik­um síðan, og longu nú er søl­an steðgað. Umleið 300 ferða­ seðlar eru seldir til túrin úr Hirtshals 23. mars og á leið tað sama til túrin vikuna eft­ ir. Tilboðið hevur at kalla bara verið lýst á netinum. Gestirnir steðga í Føroy­ um í tríggjar nætur, frá mána­morgni klokkan seks til hós­kvøld klokkan 21.  – Vit noyddust at steðga søluni nú, tí gistingarhúsini kunnu ikki taka ímóti fleiri fólkum, og haraftrat skulu før­oyingar eisini kunna ferð­ ast við Norrønu um páskirnar, sigur Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarleiðari á Smyril Line. Gestirnir fara at búgva á Hotel Føroyum, Hotel Tórs­ havn, Hotel Hafnia, Gjáar­ garði, Hotel Streym, Hotel Klaksvík og Hotel Vágum. – Tað hevur ongan týdn­ ing, hvar í landinum tey gista, bara tað er landfast, tí øll koma í bili, og tey fara at koyra runt kortini, sigur Henny á Líknargøtu. Tiltøk á páskum Vanliga hendir ikki so nógv í Føroyum um páskirnar, men Smyril Line er farið í samstarv við Kunningarstovuna í Havn, sum skipar so fyri, at ferða­fólkini fáa okkurt at upp­liva á ferðini í Føroyum. Eitt nú verður roynt at fáa søvnini at vera opin, og at tónleikarframførslur verða. – Vit eru sera spent, hvussu hetta fer at eydnast. Tað er ein stór avbjóðing at fáa ferðafólk at vitja landið aðrar tíðir ein í mánaðunum frá mai til september, tí tað er ov stutt tíðarskeið fyri ferða­vinnuna, sigur Henny á Líknar­gøtu. Hon er sannførd um, at Føroyar eru eitt áhugavert ferðamál í løtuni fyri danir, tí tey flestu hava verið alla aðrastaðni og hava hug at royna nakað øðrvísi. Tað ger eisini sítt, at Før­ oyar eru blivnar meira kend­ ar. Fleiri sjónvarps­send­ingar um Føroyar hava verið, og lýs­ingarátøk hava somu­leiðis hjálpt til. Páskatilboðini við ferðum til Føroya eru góð. Ferðaseðil og innvist fyri tvey kosta niður í 4000 krónur. 1. februar ætlar Fiski­ mála­ráðið at vera liðugt við at viðgera kær­una um søluna av fest­in­um í Fámará Randi Jacobsen Eitt hálvt ár er nú liðið, síðan Jóhan Dalsgaard kærdi søluna hjá Bún­ aðarstovuni av fest­ in­um í Fámará, og tað ganga nakrar vikur aft­rat, til nakað úrslit kem­ur. F i s ki m á l a rá ð i ð mið­ar eftir at vera liðugt við viðgerðina av kæruni, tá ið hesin mánaðurin er úti. Tað var í juni, at Bún­aðarstovan seldi fest­ið í Fámará á upp­ boðssølu, og tá ið Jo­ han Dals­gaard ikki átti hægsta boð, varð av­ gerð­in kærd, og Fiski­ mála­ráðið yvirtók mál­i­ð. Málið hevur síð­an ferðast millum part­ ar­nar, sum hava gjørt viðmerkingar, og tí eru tíðarfreistirnar út­ settar aftur og aftur. Tey stóru gistingarhúsini verða fullsett vikurnar báðu megin páskirnar. Smyril Line hevur eftir tveimum vikum selt 600 ferðaseðlar til Føroya Norrøna fer at flyta nógv ferðafólk um páskirnar Hvørja ávirkan hevur fót­ bólts­spæl og svimjing á blóð­trýstið, hjarta-æðra skip­ anina, vøddar og beinvevnað hjá ótrenaðum kvinnum? Tað fer ítróttargranskarin Magni Mohr at granska í næstum. Talan er um verkætlan, sum verður framd í sam­starvi millum University of Exeter, har Magni Mohr starv­ast sum granskari, Køben­havns Universitet, Lands­sjúkra­ húsið, Deildina fyri Arbeiðs og Almannaheilsu og ÍSF. Heitið á granskingar­verk­ ætlanin er "Svim ella spæl teg til betri heilsu" og fer í gongd 1. februar. Í løtuni verður lýst eftir kvinnum, sum ynskja at lut­ taka í verkætlanini. Hesar kvinn­urnar skulu vera mill­ um 35 og 50 ár og als ikki vanar við at venja. Tørvur er á umleið 80 luttakarum. Kvinnurnar verða býtt­ar í tríggjar bókar: Tveir bólk­ar skulu svimja, og ein bólkur skal spæla fót­bólt. Venj­ing­ arnar og kann­ingarnar taka umleið 3 mánaðir, síðani skulu úrslitini kannast og greinast. Verkætlanin er fíggjað av Granskingargrunninum, ið hevur latið 600.000 krónur til endamálið. Heilsuávirkanin av fótbólti og svimjing skal kannast