fríggjadagur 11. januar 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 11. januar 2013 · Nr. 4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Símun Pætur 60 ár
Sunnudagin 13. januar verður
Símun Pætur á Torkilsheyggi
á Nesi í Eysturoy seksti.
Hann hevur í mong ár verið
trúboðari og eitt nú ein av
ábyrgdarpersónunum
fyri
virkseminum í Zarapta í
Vatnsoyrum.
Tað var á Torkilsheyggi,
at vøggan stóð, har hevur
Símun Pætur fyri tað mesta
búð, tá ið hann hevur verið
heima í Føroyum, og har býr
hann framvegis.
Mamman,
Olivia,
var
ættað úr Rituvík, og pápin,
Kissa Thorkildshøj, var av
Torkilsheyggi, har hann festi
garðin eftir pápa sín Simon
Thorkildshøj. Festið á Heyggi
hoyrdi til prestagarðin á Nesi
og varð nevnt náðisgarður,
tí ein møgulig einkja eftir
prest átti hetta til sítt lívsins
uppihald. Umframt at sita
við jørðini, so ansaði Kissa,
eins og pápi hansara, vitan á
Garðsenda.
Olivia og Kissa vóru væl
signað við sjey børnum –
fyrst fimm gentur og síðani
tveir dreingir: Bettemi, Tóra,
Guðrun, Karin, Eydna, Símun
Pætur og Leivur. Bettemi,
Karin og Eydna búgva í
Runavík, Tóra og Guðrun
búgva á Toftum, og Símun
Pætur og Leivur, sum nú situr
við festinum, eru á Nesi.
Í 1977 giftist Símun Pætur
Onnu fødd Rasmussen og
ættað úr Runavík. Tey búgva
í barnaheimi hansara, og tey
eiga tríggjar dreingir: Rói,
Kári og Levi. Rói og Arnvør
búgva í Keypmannahavn.
Kári og Hervør búgva á
Glyvrum, og Levi og Bodil
búgva í Aarhus. Símun Pætur
eigur tíggju abbabørn.
Blaðungur søkti Símun
Pætur sjógvin. Hann var til
skips, og í sjeyti árunum var
hann eitt skifti kioskmaður
umborð á Trónda.
Fleiri føroyingar høvdu
verið á Moorlands bíbliuskúl
anum í Onglandi, og seinast
í seksti árunum fór Símun
Pætur niður hagar. Við bar
lastini hagani saman við
kollføðingini úr heimasam
komuni á Toftum, har pápin
var
sunnudagsskúlalærari
í meiri enn ein mansaldur,
var tað longu fyri meiri enn
fjøruti árum síðani, at Símun
Pætur fekk ábyrgd lagda
á seg fyri leguarbeiðnum í
Zarepta. Tey fyrstu árini var
tað partar av tíðini og síðani
fulla tíð og við høvuðsábyrgd
saman við eitt nú Páll Poulsen
og Poul Færø og seinni John í
Skemmuni og øðrum.
Tey munnu vera ógvuliga
mong kring landið, ið minnast
aftur á legur í Vatnsoyrum,
har Símun Pætur var ein av
teimum, sum høvdu ábyrgd.
Hann hevur serligt hegni at
fáast við børn og ungfólk.
Blídligur, fyrikomandi og
fryntligur og samstundis
bæði skemtingarsamur og
ógvuliga álvarssamur.
Húsini og umstøðurnar
á leguøkinum í Vatnsoyrum
eru síðani byrjanina í 1967
støðugt vaksin og ment. Við
sínum frágera góða hegni at
fáast við fólk hevur Símun
Pætur átt týðandi lut í at fáa
tingini at rigga, um tað so
hevur verið í sambandi við
bygging ella viðlíkahald.
Umframt at vitja kring
landið so hevur arbeiðsøkið
nógvu tey seinnu árini fyri
tað mesta verið uttanfyri
landoddarnar. Anna og Sím
un Pætur hava í longum
skiftum verið í Kristnastovu
í Keypmannahavn. Onkun
tíð hava tey loyst av á Malta
í Hirtshals, og so hava tey
verið við trúboðaraskipum
hjá altjóða trúboðanarfe
lagsskapinum OM. Seinastu
tvey tørnini vóru við Logos
Hope, sum er fyrrverandi
Norrøna.
Nú búgva Anna og Símun
Pætur aftur á Nesi, og síðstu
mánaðirnar hevur Símun
Pætur aftur verið uppi í
virkseminum í Zarepta, um
framt at hann er virkin í
samkomuarbeiðnum bæði á
Toftum og í Berøa í Saltang
ará.
Góði
Símun
Pætur!
Hjartaliga til lukku á 60 ára
føðingardegnum og takk fyri
gott vinalag.
Jóannes Hansen
Føðingar
31.12.12 fingu Laila og René Havmand eina dóttur. Hon var
52 cm long og vigaði 3940 gr.
25 oktober fingu Lydia og John Bjarni Frederiksberg úr
Søldarfirði ein son, sum hevur fingið navnið Rasmus
Frederiksberg. Hann var 53 cm langur og vigaði 4220 gr.
28. desember fingu Ása Dam og Rúni Weihe, Fuglafirði, ein
son. Hann var 3710 g og 52 cm perfektur!
Spjadd runt um heimin eru tað fleiri,
sum í teirra hjørtum sær eiga ein Gud,
ið ikki er okkar; men teimum er meiri
enn hann, sum á sinni fall okkum í lut.
Trúgvandi rørslur frá Mekka til Føroya,
kveiktar við orkum, sum sterkar og baldar,
berjast í blindum um sálina hvørja,
sum fjakkar á fold millum trúgvir ótaldar.
Á skræðuni trúgvin so ymiskt er litað,
gudum vit tæna við hørpunnar slátt,
um gudur vár sannur for øll er, vit vita
ei, fyrr enn vit trína um hansara gátt.
Nøkur, tey fjala sítt andlit og yndir,
onnur tey klæða seg við ein kalott,
og so eru tey, sum bert síggja sær “syndir”,
har kvinna fær orð innan kirkjunnar gátt.
Tað vera má verðin, sum okkum øll dregur,
og neyvan Várharra, sum vil oss so væl,
hann tjóðleysur, ósæddur, millum oss veður,
at tryggja at skaparverk er, sum tað skal.
Ja, inni har trúgvirnar mongu tær búgva,
har sumt kennist sannlíkt, og annað er fjas,
har halgimenn hoyrast, og íspeglar lúgva,
har hoyggjar vár trúgv tó hitt himmalska gras.
Allah og Kristus og Jahve og Buddha,
allir teir biðja um trúgv móti sær,
høvdu tí tollyndi vit sett á odda,
áttu í felag vit gudgivnan garð.
Og tó finst ein heimur, har menniskju hata
í navni hins himmalska Gud,
í meðan tey næsta sín dagliga glata
og kanna sær himinin allan í lut.
Men ringast tó vera tað má av tí ljóta,
tá sakleys vit lemja við bíbil í hond,
tá trúnna vit traðka og boðtalvur bróta,
og sjálv vilja døma og leggja í bond.
Tí latið oss ikki við Halgubók harta,
tá til ber at bera út boðskapin sannan,
har orðið er ljósið og ikki hitt svarta,
og Guds børn í verki, tey elska hvønn annan.
---
Ja, vit sum í heiminum dvølt hava bil,
meðan øldir um tíðarhjól spela,
vit eiga sum kristin at brúka várt skil,
so himin vit eiga í felag.
Lat skynsemi vegleiða tanka og trúgv,
har himin í huga vit hóma,
tá byggja um bládýpir vit okkum brúgv,
har saman vit ganga við sóma.
pmp
Til kristin eins væl og monopolkristin
Far verøld, far væl ...... ella?