Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. januar 2013 · Nr. 4 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Farið er um skýming, og lot­ ið munar lítið í havnini, tað ber upp fyri - Rókalandið og Høganes taka megina úr lágættunum. Úti á múlanum á Molanum síggjast kontur­ ar­nir av einum sandbáti, deks­ljósini framvið keys­ing­ ini skyggja sum mureldar í myrkrinum, tað er onki at í sjónum, kortini liggur Bur­gundia og vaggar mjúk­ liga, meðan hon isar í tross­ arnar og kimiliga kínir fend­ arunum. Har hevur hon ligið alt tað sum eg kann minnast, táið hon ikki hevur verið í vinnu. Fleiri skip við sama navni. Huglagið er kortini øðrvísi í kvøld enn tað plagar, onkursvegna tykist tað, sum syrgir hon sáran ein falnan mann, sum meira enn nakar gjørdist ímyndin av henni og hon av honum. Niclas Højgaard, Niclas á Burgundiu, er deyður. 68 ára gamal. Tað ørkymlar og kløkkar, táið feigdin ger um seg, - í serligan mun tá hin falni er skrúvaður saman á sín heilt serliga hátt, og har­ við er meira sjónskur í býar­ myndini, fyri ikki at siga í havnarmyndini, enn tey flestu. Tað finst onki copy av Niclasi, hann var originalur, virkin, eitt dýr til arbeiðis, opinskáraður, gløggur, klókur, skjótur og óvanliga sterkur. So magnfullur, at man ofta hoyrdi tikið til, at hann helst var tvívøddaður. Kanska kendi tú tað á klípikraftini í handar­takinum, labbarnir sum kol­skeiðir, hvassir sum stál og ofta skamfílaðir av ov­tøku. Loðnir vóru teir ikki, lógv­arnir. Hann var sonur Jakku inni í Gerði á Toftum og Leu, sum var slektað úr Sandavági. Vit, á mínum aldri, minnast tey bæði, serliga frá tíðini tey stjórnaðu Sjómansheiminum í Runavík, og fyri tað mesta búðu har. Tá bar til at reka gistingarhús í býnum, og løturnar eru ikki so fáar, vit ungu dvøldu um teirra leiðir fyri áratíggjum síðani. Jakku var uppilagstur skip­ari, og tað man ikki vera komið av ongum, at Sjó­mans- missiónin hevur hildið hann vera, so segði maðurin: “The right man on the right place.” Jakku hevur ta serstøðu ímill­um flestu skiparar í Før­oyum, at hann er for­ ævig­aður í bókmentunum. Í ein­um nýbroti í føroyskum skald­skapi er skonnartin Kongshavn, ið hann átti sam­an við øðrum, karmurin um eina av bestu bókunum, sum higartil er skrivað á føroyskari tungu. Í Grøn­ landi við Kongshavn. Høv­ und­urin, Magnus Dam Ja­ cob­sen, var við honum tað eina árið, í 1965, teir róðu út við bátum frá fleiri firðum og havnum haryviri, og tann gløggi eygleiðarin, av Kamari­num í Havn, hevur flætt­að saman eitt heilt sjald­samt univers burturúr tí, sum fyri flestar fiskimenn er ein avgreiðsluspurningur, áneyðin fyri at breyðføða konu og børn. Hann skrivar um Jakku: “Hann kemur úr stýr­hús­ in­um, kahúttini ella last­ ini, har hann hevur verið og rivið um. Hann er skip­ ari, ikki divanskipari. Lu­ ttekur í øllum vanligum arbeiði”...........”Stórur, tungur og álvarssamur kemur skip­ arin niður gjøgnum lejdarin. Sjáld­an er, hann smílir, men tað hendir, og so er tað sum sólrípur gjøgnum skýggj”............”Hansara er ábyrgdin fyri manning og reiða­rí. Tað eru ikki veik­leik­ a­r­nar hann skal vísa, men styrkina. Moralurin skal ikki undir­gravast, men stimbr­ ast. Sjálvandi eru skip­arar ymiskir, men so­leiðis var skiparin á Kongs­havn, og hann var ein góð­ur skipari.” Uttanveltaði met­ingar­mað­ urin hevur við hesum stað­ fest, at Niclas var úr sera góð­um bergi brotin. Nú berst tú ikki eyga við ein óvita á havnarlagnum long­ur, tíansheldur í fjør­ uni. Róð verður út á al­nót­ ini afturvið popp­korni og amerikanska sukur­vatni­ num Coca-Cola. Í okkara óvita­árum var fjøran og í ser­deilisheit keiin slaraffen­ landið, har vit spældu, og um 11-12 ára aldur vórðu vit tiknir uppí arbeiðið hjá teimum eldru. Tað var at kalla ikki fram­komandi fyri silda­tunnum, sum ofta vóru stakk­aðar upp í fleiri hædd­ um. Oftani vóru tað moyrir smá­dreingir, sum komu til húsar aftur, eftir at hava rullað, reist upp eftir enda, lagt niðuraftur og lakað tunn­ urnar og serstakliga eftir at hava hálað í og lorað bumm gerdurnar á sluppunum, táið tunnurnar, á tremur við havsins gylta saltaða silvuri, sildini, skuldu syftast inn um bulvirkið á bryggjuni. Hetta var tann tíðin, táið býurin tók skap, og alt fleiri vitalar funktiónir løgdust til. Eitt nú smiðjur, hvørs tænastu vaksandi talið av skipum hevði stórar áneyðir fyri. Niclas gjørdist á ungum árum ein partur av hesum umhvørvinum, og hann valdi handverkið. Eitt heilt stutt skifti var hann í læru í lítlu gulu smiðjuni úti við Løkin, og síðani lærdi hann jarnsmíð í tí landskendu smiðjuni - Runavíkar Mekaniski Verk­ staður, sum Kjartan Mohr keypti frá Hagga Rein, táið hesin varð starvssettur sum megindreygari á verk­stað­ num hjá Tórshavnar Skipa­ smiðju. Eftir tilmæli frá gitna smiðinum Jóhannesi Olsen, á Skála, gjørdist Oliv­ er Rasmussen nú smiðju­ meist­ari í Heiðunum. Undir hans­ara veingjabreiði fekk Niclas kálvføðingina í hes­ um fantastiska hand­verki, saman við nógvum øðr­um ung­dómum í oynni, sum veru­liga hava mun­að á før­ oyskum og út­lendsk­um kjøl­um. Seinri tók Arni, far­ bróð­urin, við sum smiðju­ meist­ari, og nú fylgdust jarn­smiðirnir báðir heim úr høvuðsborgini hetta seinasta strekkið eftir lívlátið. Tað er ómetandi hvønn týdning hesar smiðjurnar hava havt fyri tøkniliga framlopið hjá Føroyum. Somikið meira órógvandi er tað, at áhugin og møguleikarnir eru tódn­ að­ir í okkara tíð á hesum mót­inum. Niclas hevði eitt viðføtt brek, sum fleiri okkara meira og minni eru befongdir við, hann stamaði so illa, at ofta kundi tað vera torført at samtala við hann yvirhøvur. Á høgættunum kundu bæði ein og tveir minuttir ganga, áðrenn hann fekk orðið upp, hann gapaði og royndi at greiða tað sum heilin vildi, men tað var so eiðasørt, hóast rykkingarnar vóru øgiligar, og tú oftani bart ótta fyri, at kjálkabeinini fóru úr lið. Teir siga mær, her á keiuni, at hann bara einaferð var ov seinur, táið hann lærdi hjá Olivari. Hesin seinri hevði tað kendu Gregersen tendringina úr Gøtu, óvanliga stutt fjús, men tað gongur skjótt úr aftur, og tá hann hendan ísakalda vetrarmorgunin við heitum fjúsi spurdi Niclas, hvør orsøkin var til seinkanina, og hesin eftir mikið stríð og strev fekk stamað framúr sær, at køksklokkan hjá Leu var fryst, og at hann tí var komin í tíðarvillu, tá fekk skála­maðurin í Heiðunum ikki hildið sær, og so var tann miseran beind av vegnum med alla. Niclas var við Kongshavn hendan túrin, táið hin legen­ dariska bókin hjá Magn­usi bleiv skrivað. Á mynd­ini stendur hann úti við lúnn­ ingina saman við Palla og Jákupi. Seinri fór hann við kenda vegar­an­um John Dam úr Vest­manna, sum tá revolutio­ner­aði føroyskan fiski­skap á grøn­lands­mið­ un­um við Vestur­varða. Hetta var ein strævin tíð, hon er eisini for­ævigað í sera væl frágingnu bókini hjá Helga Jacob­sen um skiparan, sum fann tað reyða gullið á fjar­leiðum. Niclas var við tann gitna veturin, táið teir frystu inni í Disko­víkini. Skipið var ikki smíð­að til hend­an ekstrema kuldan, tíans­heldur til fastan ís, bjálv­ing var at kalla ongin, fesk­vatns­tangarnir frystu og so hendi tað ring­asta av øllum í hesum ele­ment­inum, skipið varð skrúvað upp á ísin, og legði seg alt meiri á annað borðið. Teir bardust ein heroiskan kamp fyri at bjarga skipi og manning, og tað eydnaðist. Kjølurin var strektur til eitt tað størsta ævintýrið í føroyskari fiski­ vinnusøgu. Hann hevði om­ aná smiðjulæruna tikið nám í maskinfrøði, hóast stam­ ingar­trupul­leikan, og hann sigldi eisini við Árna Dam, nú­ver­andi rus­s­iska kon­ sulin­um, tá hesin førdi Blik hjá Skipafelagnum Føroyar. Niclas hevur onkuntíð sagt mær frá hvussu tað hátt­aði seg, táið munnligu próv­tøk­ urnar vóru á Maskin­skúl­an­ um, men eg gjørdist skjótt greiður yvir, at hetta kundi ikki beskrivast, hetta mátti upp­livast. Líka­mikið, hann klár­aði hetta alt við ein glans. Jakku var farin undir at súgva og at selja sand og onk­ untíð at sigla við farmi kring oyggjarnar. Niclas gjørdist ein partur av hesum, og mong eru skipini, sum teir hava átt og brúkt í hesum gesjeft­inum. Runavíkar havn hev­ur altíð verið basan, sand­goymslan hevur eisini verið her, og teir eru fáir, sum hava farið so oftani inn og út um molan sum Niclas øll hesi árini. Sjálvur var hann við til at gera leing­ ingina av Molanum, táið kist­urnar skuldu flytast av Róka­landinum og setast á undirsjóvarsokklarnar, har sum Burgundia ímillum hundr­að- ella túsundtals túrar hevur havt sítt fasta legu­pláss øll hesi árini. Seinri vaks virksemið. Um­vegis stórar havnaút­ bygg­ingar í Føroyum, eitt nú í Skopun og heima á Sandi, varð farið út um land­odd­ arnar. Í áravís var hann við í fleiri stórum verk­ætlanum í Danmørk. Eitt nú táið hin øgiliga brúgvin um Stórabelt gjørdist veru­leiki, táið havn­ in í Áarósa var bygd út og táið stóra ravmagnsverkið á Svanemøllen í Keypmanna­ havn sá dagsins ljós. Einaferð vit lógu á sleipi­ støð í Fredericia, legði ein før­ oyskur sandbátur við Merk­ inum á stong til bryggju. Nú er tað Niclas, hetta var táið mikla verkætlanin um Stórabelt skuldi byrja, og hann var líka bráðræsin og spentur sum altíð. Nú hava vit ikki sitið lørini av hvørjum øðrum, kortini hava vit kenst sum oyggjar- og bygdarmenn gera tað, og fullu altíð í prát, tá okkara vegir skaraðust, - í eini krambúð, við ein benzin­ tanga ella sum oftast á bryggj­uni. Kemiskt vóru vit á bylgju­longd, høvdu verið og vóru í tí sama umhvørvinum, mari­tima elementinum, tað Látin er hann Niclas á Burgundiu Frá vinstru: Palli, Niklas og Jákup Framhald á næstu síðu