fríggjadagur 11. januar 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 11. januar 2013 · Nr. 4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
var bara tá politikkurin kom
á dagsskránna, at vit sótu á
hvør sínari gongustjørnu.
Diametralir
mótsetningar,
hann sambandsmaður og
eg tjóðveldismaður, men tí
betur hava vit megnað at
rætta okkum inn soleiðis
um okkara leiðir, at til ber at
samtala tvørtur um politisk
mørk, annars steðgar alt
samskifti upp, og oyggin
verður, til miklan trega fyri
øll, klovin í tvinnar lutir í
øllum málum - av tjóðskapar
málinum.
Hann
var
fryntligur,
mangan ómetaliga skemti
ligur, og tú hómaði altíð eina
latenta ferð í honum, hóast
hann steðgaði á eina løtu og
útstoytið ikki samsvaraði við
viljan at flyta seg skjótari
enn øll onnur. Vit sum hava
búleikast við fjørðin hava
varnast, at dagarnir vóru
langir. Ómetaliga drúgvir
mangan. Áðrenn tey flestu
vóru frammi, fór hann stim
andi út um Saltnes, út um
Grynnuna, og ofta vóru tey
flestu farin niður í rekkju
váðina, táið siglingarljósini
dagaðu
undan
Nesinum
aftur. Tað kemur mær fyri,
at tú kanst hava arbeitt í
hundrað ár, hóast gregori
anski kalendarin sigur, at tú
bara fekst 68 ár upp á hesp
una, og øvut kanst tú liva
í hundrað ár, og bara hava
arbeitt í 32 av teimum. Helst
er hetta ikki eitt val, heldur
samanskrúvingin av íleguni,
anatomiska løðingin, sum
skrykkir so ymiskt í hold og
heila. Hann spardi ongan
tíð seg sjálvan, gekk altíð
fremstur.
Ivaleyst
hevði
hann sum øll vit deyðiligu
onkrar skavankir, koblaði
onkra løtuna burtur frá hes
um ekstremt harða arbeiðs
lívinum, sum hevði slitið
kroppin upp í nakka. Rendi
seg okkurt andarhaldið í
Skallagríms Egil, sum vísu
sangarin kári p. so skemti
liga kann lýsa tær løturnar,
ið sanniliga eisini kunnu vera
góðar. Kortini kámar hetta
alt als ikki fyri, at maðurin
var ein brandur og ein bjørn
sum sjálvstøðugur vinnu
rekandi dastið av lívinum,
og tað krevur sanniliga sín
mann.
Hann var ikki funktio
nertýpan. Hevði helst verið
vorðin óður í høvdinum,
skuldi hann sitið dagin lang
an aftanvert eitt skrivara
borð við sátum av pappír
um. Hann treivst best á
frontinum, sum generalur á
hermótinum. Magnus Dam
Jacobsen rør í bókini fram
undir, at kendi skiparin hjá
Jack London, Ulf Larsen,
onkuntíð hevur verið uppi
og vent niðri á banjaranum
á Kongshavn. Kanska hava
teir báðir Niclas umrøtt
hesa útdoyggjandi rasuna.
Andsagnirnar hittast, táið
Ulf finnur hitt heimsfjara,
blóðleysa og forfínaða ands
menni, Van Veyden, í tokuni
á Thames ánni í San Francis
co. Van Veyden gerst kokka
drongur. Og Magnus heldur
fram: “Eyguni lýsa sum mur
eldar, Veyden skilir einki.
Skilir ikki, at Ulf Larsen
er Gud og Djevul og hevur
viðurkent hetta. At skipið er
hansara kongadømi, jørðin
øll. At hann trýr uppá viljan,
tað einstaka menniskjað.
At eitt menniskja fyrst og
seinast bert hevur ein vin,
seg sjálvan. At evnini eru,
at síggja tættirnar í sjálvum
sær. Sjálvur at flætta sær
togendar og spleisingar. Ulf
Larsen er handan allan eym
an og sentimentalan roman
tik. Hann sær verðina, sum
ein bardaga, eitt ørgrynni av
møguleikum.”
Góður mundi hann kort
ini vera at vera við, Niclas,
tí menn hava siglt saman
við honum í mansaldrar,
teir stóðu við lúnningina
á
morgni
og
á
seinum
náttartíma, sveiggjaðu við
maritimu broytuni, konver
teraðu sandin úr havsins
djúpu námum til stórar
havnir, skúlar og sethús í
óteljandi tali, - men nú var
fjørðurin rógvin. Kapprógv
ingin á føroyskum firðum
og vágum, eitt nú við Tjaldri
num á ungum árum, táið
vundið varð burturúr øllum,
og kapprógvingin ímóti egn
um evnum, hóast tey vóru
óvanliga máttmikil, er nú
søga. Niclas er farin um jarð
isku sýnina, nú stóðu inn
siglingarvitarnir yvir eitt,
og hann smoygdi sær varis
liga inn um tær himmalsku
grindir, og situr nú við føtur
Hansara, sum øllum ræður.
Friður verið við minninum
um frægan mann.
Skoðandi út ígjøgnum
gluggan, her á Havnarskriv
stovuni, vetrarniðan kámar
alt fyri eygunum, síggjast
ljósini um keysingina á Bur
gundiu framvegis skyggja
sum mureldar í sævarmálan
um. Friður er á henni og eitt
ávíst sorgblídni, dandar sam
an við æðunum á floti, men
samstundis liggur hon sum
eitt súmbol um, at tað kann
grógva um gangandi fót.
Eftirburðurin Bárður tók
handverkið upp eftir pápan
og synirnir Álvur, Anfinn
og Jan hava ment virksemið
hjá abbanum og pápanum
munandi hesi seinru árini.
Sigla um Norðurhøv á seks
kjølum og á høvuðsskriv
stovuni úti á Rókalandinum
logar í kertum frá morgni til
myrkurs, og frekvensurin á
goymsluni við alskyns sand
sløgum er vaksandi. Grabbað
verður til og frá, hildið verð
ur fast um tað kenda gebetið,
samstundis
sum
sjónin,
víðsjónin, skoðar út í hina
stóru havsbrúgv.
Tað eru tey, sum ikki hava
livað til fánýtis.
tórbjørn jacobsen
Halda
er farin
Ein fyrimynd er farin. Halda
Olsen, fødd Gregersen, ættað
úr Guttastovu í Syðrugøtu,
rakk 87 árum, nú hon vikn
aði gamlaárskvøld, og fór
stillisliga yvir um til sín
æviga hvíldarstað; staðin,
sum hon so trygt sá fyri sær
nærkast og skuldi flyta til.
Halda
kom
sum
ung
genta til Havnar, giftist
Jákupi Paula á Lava, sum
var postmaður í Havn. Tey
fingu Per og Elgeir. Tað ser
liga við Haldu var, at tað lá
henni til at hava umsorgan
fyri øðrum. Trongdi onkur í
familjuni til móðurliga um
sorgan, so gav hon burturav
frá sær. Foreldur og verfor
eldur tók hon sær trúliga
av, tá tey blivu óhjálpin, tað
sama við eldru systrunum.
Hon tók sær av teimum, sum
vóru tey hennara egnu børn.
Eisini vit og børn okkara
kendu hennara umsorgan og
nærveru frá fyrsta degi. Eingi
nevnd og eingi gloymd.
Halda misti mannin, með
an hon var í góðum árum.
Tann brotsjógvin tók hon,
og reisti av nýggjum eitt
heim
í
Keypmannahavn,
sum hálvvaksnu dreingir
nir við vinfólki teirra kundu
leita til – fáur hevði gjørt
tað henni eftir. Seinni knýtti
hon familjubond við Aksel
Simonsen í Hoyvík. Hansara
børn tók hon til sín, og tey,
ikki minni, kendu nýggjan
fløva í heiminum. Soleiðis
var Halda. Hon gav so nógv.
Í sjeytiárunum tók hon
sær útbúgvingar í – ja, fakøki
num at hava umsorgan fyri
og vera um fólk, ið trongdu
hjálp. Og lagnan lagaði tað
so, at hon í mong ár fekk
høvið at hava leiðsluna á tí,
vit kalla Ellisheimið á W.U
Hammershaimbsgøtu
7
í
Havn; haðani hon andaðist,
meðan vetrarsólin setti hand
an Reynið. Ein viti slóknaði.
Halda var glað fyri lívið.
Mótgongd bar hon við fyri
myndarligari virðing. Við
gongdina býtti hon ríkliga
út til øll okkum, sum møttu
henni á lívsvegnum. Hon
fortaldi okkum um ljós
glottar í trongdarløtum og
um gleðina, sum styrkti, tá
hon hevði viðgongd. Hon lat
sítt hjarta upp og legði alt
hetta so inniliga í okkum. Eg
haldi hon gjørdi tað tilvitað,
fyri at rudda okkum tann
góða vegin gjøgnum lívið. Ja,
soleiðis kunnu summi vera
øðrum ein fyrimynd og til
uppbygging á ein serliga gev
andi hátt.
Eftirmælið hennara er,
sum um vit hoyra hana: “Alt
gott skal fylgja tykkum allar
dagar tykkara.”
Vit blivu ríkliga signað;
vit, sum kendu Haldu, og hon
fer ongantíð frá okkum.
Harrans friður veri við
minninum um eina mammu,
fosturmammu, vermammu,
ommu, langommu og trúgva
vini okkara, Haldu Olsen.
P og S
… Látin er hann Niclas á Burgundiu