Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. januar 2013 · Nr. 4 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Søguligar staðfestingar nakað øðrvísi enn skaldsøgur Í eini rættleiðing svarar søgu­ frøð­ingurin, Hans Andrias Sølvará aftur uppá grein mína í seinastu viku undir heit­inum: “Tá søgufrøðingur brúkar ódokumenteraðar leik­manna­keldur”, har eg vísti á, hóast fyri­lesturin var bæði áhuga­verdur, viðkomandi og virðis­mikil fyri søguna, hevði hann sam­stundis óundir­ bygt og próv­leyst ljótt álop á tríggjar partar: sam­kom­una í Betesda, Kjøl­bro og eina fjøld av fólki. Í rættleiðingini verjir hann seg við, og sigur, at tað tyk­ist ikki, sum eg skyni ímill­ um, at tað eru fleiri mátar at brúka søguligar keldur uppá og tekur sum dømi tvinnir hættir. Annar er í stuttum at eftirkanna allar upplýsingar, meðan hin er at brúka eitt og annað, sum onkur hevur skrivað, og tí prógvað, at “tað er skrivað” og viðgera tað sum so. Minnir ikki sørt um “Fiskerne” Tá eg las rættleiðingina, kom eg at hugsa um ofta prís­vinn­ andi skaldsøgur, sum hava til­látursgjørt trúgvandi, har karika­turar oft­ast verða tekn­aðir av teim­um. Eitt nú í “Fisk­erne” gevur kommunis­t­ urin Hans Kirk eina mynd av teimum fólkum hann lutvíst kendi, men sum fólkini seinni í ym­iskum sam­røð­um ikki kenna aftur. Sum “prole­tar­ ur”, dámdi honum, ja helt av fiski­manninum meðan hann síð­ani kemur í ávísum offara­ kæti og við tí, sum summi halda “stuttligum” skrøggi ger av, hvussu t.d. indremissiónin tá í tíðini livdi dagliga. Alt hetta kann vera væl­ skrivað, høvundurin sær tað út frá sínum upplivingum, gevur ávísa mynd av tíðini, men einfaldur og ævigur sannleiki er hetta ikki. Tað kundi eg hugsa mær, at Hans Andrias gevur mær rætt í. Her er aðalmunur á skald­søgu og veru­ ligari próvfastari søgu­ skriving. Meðan skaldsøgan er ein ábending við list­ arligum inni­haldi og meiri enn lut­v­íst skal brúk­ast til undirhald, har gjørt verður av, og helst onkuntíð skrøggað, og skal takast fyri tað, hon er, skal søguskriving vera próv­føst. Hóast søgu­frøð­ing­urin, í hesum føri Hans Andrias Sølvará, heldur seg kunna brúka nevndu endurgeving frá Josiasi Matras, í so mong­ um sam­bond­um, held­ur hann, kanska utt­an at kenna var­hugan av álvar­sem­inum, fram við hesi søgu­reingj­an, við áhaldandi trongd eftir at fáa hetta til “sann­leika”. Tað er m.a. her, hann sum søgufrøðingur gerst óálít­ andi. Spurningurin ikki, hvat Jógvani dámar Her er ikki talan um, sum hann sigur í rættleiðingini, “hetta er ikki nakað, sum eg sum søgufrøðingur kann “cen­surera” burturúr søguni bara tí, at Jógvan ikki dámar uppáhaldið. Og uttan mun til, hvat Jógvan heldur um tað, so er sjónarmiðið doku­men­ terað í skrivaðum søguligum heimildum”. – Spurningurin er ikki um hvat “Jógvani ikki dámar”, men er henda kelda hjá Hans Andriasi kannað, er hon skottrygg og er hon “censurerað” av honum, fyri at brúka hansara egnu orð! Eg seti spurningin, sum eg ikki havi fingið svaraðan. Havi til tíðir verið spurdur um eitt og annað av fólki, ið skrivað hevur søgu. Tað sum eg havi lagt til merkis, er teirra nærlagni at tjekka og dupulttjekka, fyri at fáa røttu kelduendurgeving. - Sakni objektivitet hjá søgu­ frøð­inginum, Hans Andriasi Sølvará, í hesum føri. Í hesum føri haldi eg, at hann vísir trongdina til, ikki bara halda lívið í, men at “blása nýtt lív í” eitt ódoku­ mentarað uppáhald har sagt verður: “Det førte tit til, at mange, også af økonomiske grunde, lod sig gendøbe”. Endurtøka aftur og aftur Í Útvarpi Føroya 11. oktober 2012, í samband við dokt­ara­ ritgerðina hjá Tórði Jóans­ syni, “Breth­ren in the Faroes – an Evangelical movement, its remarkable growth and lasting impact in a remote is­land com­muni­ty”, endur­ tek­ur Hans Andrias upp­ aft­ur, tað sum hann fleiri ferð­ir fyrr hevur endurtikið, setn­ingurin: “Tað hevur eis­ ini verið sagt í Klaksvík, at “fólk lótu seg doypa til Brøðra­sam­kom­una av øko­ nom­isk­um grund­um”” – Her brúkar hann aftur somu orðini “summi siga”. Tí er spurn­ing­urin enn eina­ferð, verð­ur hetta veru­liga sagt út frá “sleygi” ella mild­ari sagt próv­leysum fólka­tosi, sum hann ótroytti­liga stað­festir og kennir trongd til at halda fast við, tá hann kannar og gransk­ar søguna. Tað gerst ikki meira satt, Hans Andrias, fyri tað, um hetta er skrivað og útgivið í bók. Her er ikki bara talan um “forbígangandi”, men meiri og meiri ein staðfesting frá hansara síðu, sum hann tyk­ ist trúgva. At hann síðani brúkar fyri­brigdið at “doypa til Brøðra­sam­komuna” visir eisini hans­ara peri­fer­iska kunn­leika til málið. Tað fari eg kanska eisini at venda aftur til seinni. Jú Hans Andrias, Jógvan skilir Til endans sigur hann: “Po­ engið, sum Jógvan ikki tykist skilja er, at tann sannroynd at teksturin hjá Josias Matras yvirhøvur er til, prógvar, at tað vóru fólk í Klaksvík, sum hildu, at Kjølbro hevði ov stóra ávirkan á lívið í Klaksvík”. Havi fylgt við lívinum í Før­oyum í mong ár, havi ikki lisið heilt onki, havi sæð hópin av ymiskum mein­ing­ um og metingum um sam­ felagið, vinnulívið, um sam­ komu- og kirkjulív, tí er tað at undrast á, at eg nú “ikki skal tykjast skilja, at teksturin hjá Josiasi Matras yvirhøvur er til”. – Jú Hans Andrias, Jógvan skilir! Annars fari eg, sum fyrr sagt, at venda aftur seinni við onkrum brotum við tørvandi breidd í fyrilestrinum, uttan at tað sum so hevur við bein­ leiðis “læknastríðið” at gera. Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Meðan skaldsøga er ábending við listarligum innihaldi og meiri enn lutvíst verður brúkt til undirhald, har stundum gjørt verður av og helst onkuntíð skrøggað, skal hon takast fyri tað, hon er, skal søguskriving vera próvføst Mangan verður tikið til, at okkurt er ”eitt verri hundalív”. Tá er skilið kanska ikki av tí besta, og fyri at lýsa tað, verður hetta orðafellið nýtt. Nógvir hundar hava altíð verið í Føroyum. Seyðahundar serliga, og hava teir gjørt sína skyldu umframt at verið til gleði hjá teimum, sum eiga og øðrum við. Seinnu árini eru nógvir hundar komnir til Føroyar. Hetta eru hundar av øllum sløgum, og teir eru sjónligir ikki minst í býarmyndini í Havn. Bara í undantaksføri sæst hundur, sum er leysur. Og kemur tað fyri, er hundafangarin skjótur, so í so máta er sera gott skil í tí heila. Hundalortarnir eru nakað nógvir, og tað kemur meira enn so fyri, at teir eru at síggja á gongubreytini ella enntá í innkoyringini heima við hús. Tað kann undra, tá ið hundar at kalla altíð eru í bandi og skulu vera tað. Hundaeigarin má tá standa uppiyvir vininum, meðan hann ”loysir sær buksur”. Forkastiligt! Nú skilið við hundunum er at kalla gott, er tað eitt sindur órættvíst at halda á við hugtakinum ”hundalív”. Tí hundalív er at standa bundin, ganga bundin ella vera ella vera bundin innandurða og ikki sleppa út. Verri er statt, tá ið tað kettuni umræður. Í øðrum londum eru heilag dýr, og tað verður hildið ógvuliga fast um henda sið. Í Føroyum halda summi, at okkara heilaga dýr er seyðurin, tí hann er gerandis gestur á vegunum. Eg haldi, at okkara heilaga dýr er kettan! Tað er einki minni enn satt kettuóskil í Føroyum. Hon sleppur at gera akkurát sum hon vil, og til kettueigarar verða eingi krøv sett. Hon gongur út og inn, sum hon vil, og tað er til miklan ampa hjá at kalla øllum øðrum livandi. Undir trappuni luktar av frensalandi. Í túninum eru kettulortar at finna. Í sandkassanum í barnagarðinum ikki minni. Kaninurnar hjá okkum kunnu ikki vera úti okkara egna garði, tí ketta legst á tær, og neyðar fuglarnir eru rýmdir, tí ketturnar liggja og lúra. Hvønn einasta vetur leggja vit mat út til fuglarnar, men í vetur eru nógv færri fuglar at síggja. Ketturnar eru afturfyri eru nógv fleiri. Tí fari eg at loyva mær at siga, at kettan er nógv størri skaðadýr enn rottan, sum verður týnd, tá ið høvi er til tað. Eg krevji, at ketta ikki kemur inn í garðin hjá okkum. Ketta er ikki væl komin gestur. Júst so sum hundar heldur ikki eru tað, og ikki koma, tí teir eru í bandi. Og tað eigur at vera krav til kettueigarar, at teir syrgja fyri, at dýr teirra er ikki til ampa hjá øðrum. Tað má so merkja, at ketta skal undir somu lógir, sum hundarnir eru komnir. Ikki hava loyvi at ganga leysar, sum teimum lystir, vera í bandi osfr. Tí tað líkist svartasta ongum, sum kettan sleppur at týggja sær til miklan skaða og ampa fyri onnur livandi. Um hetta so merkir, at tað verða munandi færri kettur í Føroyum, so er einki at gera við tað. Hetta ólukku kettulívið má fáa ein enda og tað skjótt, og tað er ógvuliga lætt at loysa. Somu reglur sum fyri hundar! Magnus Tausen stjóri á Námi EYGA MÁLIÐ Eitt verri kettulív! Jógvan við Keldu