Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 11. januar 2013 · Nr. 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðargrein Edmund Joensen fyrrverandi løgmaður og løgtingsformaður, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Ímillum sannleikar og mytur E r Ríkisveitingin rótin til alt ilt í okkara landi? Ella er hon ein náttúrlig og neyðug fíggjarlig umfordeiling í ríkinum, sum Føroyar eru partur av? Hvønn týdning hevur hon fyri almenna húsarhaldið? Spurningarnir eru áleikandi í almenna orðaskiftinum. Henda kronikk er eitt boð uppá, hví Ríkisveitingin er so útskeldað, og nakrar av ringastu mytunum verða avlívaðar. Vildu minka seg til vøkstur Ríkisveitingin og refusións­skip­ anin, ið var undan henni, hava áhuga­verda søgu, ið vit mugu lata liggja á hesum sinni. Pláss er ikki fyri henni. Lat okkum í staðin nema við stóru øsingina um Ríkisveitingina hesi seinnu árini. Fullveldislandsstýrið kom til valdið í 1998 og skapti øsingina av nýggjum. Minnist tú arbeiðið við Hvítu­ bók, so minnist tú helst eisini víðgongdu arbeiðssetningarnar. Ein ráðandi og løgin fatan var, at Føroyar skulu skerja og minka seg til búskaparvøkstur. Brúk var tó fyri startkapitali til "skipaðu loysingina", tey róptu. Undir vaðingini í Tinganesi varð slagplanurin lagdur, og í ár 2000 vóru fullveldismenn til reiðar. Teir lótu seg í kot og fóru til Keypmannahavnar. Nú skuldi tað verða! "Biddaðu" 10 milliardir til fullveldi Framkomin gjørdu tey ikki mætari enn at biða ("bidda"?) stjórnina um 12-15 ár av Ríkisveiting. Jú, tú læs rætt. Fullveldislandsstýrið bað ("biddaði"?) um eina upphædd, sum í 2012-tølum er í minsta lagi 10 milli­ardir krónur! Villastu roknistykkini hjá landsstýrinum løgdu upp til ørandi milliardaupphæddir í meira enn 60 ár. Tølini vóru so burtur úr vón og viti, at vit lata tey liggja. Í øllum førum skuldi repu­ blikkin skuldi sjósetast við "kling­ andi mønt", sligin í Tjóðbankanum í Kongens København. Tey bóðu ("biddaðu"?) til fánýtis. Tilboðið hjá stjórnini var fýra ár av Ríkisveiting ella tilsamans 3,3 milliardir krónur í 2012-tølum! Nationalistarnir tóku ikki av. Bitin var ov lítil. Tómhent heim av "biddaraferð" Nakkalang heim aftur til Føroya á heysti 2000. Í dag høvdu júst hesi somu ivaleyst peikað eftir øðrum og rópt hetta eina úrslitaleysa "biddaraferð". "Skomm". "Ússaligt". Glosurnar, ið høvdu verið hóskandi tá, verða nú brúktar um hini. Tey, sum ikki høvdu fingið seg til at biðið ("biddað"?) um 10 milliardir ella meiri til fullveldi, eru nú "biddarar". Mangt broytist á mansins ævi. Desperata leiðsla landsins fór síðani undir at "tøma Heima­stýri­ slógina", yvirtaka stór málsøki og at skerja Ríkis­veitingina. Eksperimentið miseydnaðist. Fullveldiskappar tveittu eina granat inn í búskaparliga maskin­ rúmið, klamsaðu hurðina aftur og runnu skríggjandi burtur. Landsstýrið skrædnaði, og onnur máttu taka um endan. Ríkisveitingin høvuðsfíggindi Líka síðani hevur Ríkisveitingin verið fíggindi nummar eitt hjá teimum, sum vilja loysa. Lat okkum taka lívið av nøkrum mytum um Ríkisveitingina, ið eru sagdar so ofta, at tær næstan eru vorðnar til sannleika Tórbjørn Jacobsen Jóannes Eidesgaard Hans Pauli Strøm Hergeir Nielsen Jógvan Sundstein Edmund Joensen Mytan um, at Ríkisveitingin hevur lítlan týdning fyri almennar tænastur og vælferð í Føroyum er skeiv. Fakta er, at uml. 20% av øllum almennum útreiðslunum í Føroyum í 2010 stavaðu frá umfordeilingini í ríkinum. Hetta hevur ovurstóran týdning fyri almenna tænastustigið og vælferðina framhald á næstu síðu Fullveldislandsstýrið var í ár 2000 í Keypmannahavn og bað (»biddaði«?) stjórina um í minsta lagi 10 milliardir krónur til fullveldi. Stjórnin segði nei. Eftir hetta byrjaði stóra øsingin um Ríkisveitingina