Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. januar 2013 · Nr. 4 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Myta Ríkisveitingin er gjald, sum Danmark rindar, fyri at hava valdið í Føroyum Veruleiki: Føroyar gera av, um vit eru við í ríkinum ella ikki. Ríkisveitingin er fíggjarlig umfordeiling í okkara ríki, og endamálið er at tryggja á leið sama livifót og vælferð allastaðni í ríkinum. Myta Ríkisveitingin hevur lítlan og ongan týdning og telur bert fyri eini 4-5% av framleiðsluvirðinum (BTÚ). Veruleiki: Búskaparligi týdningurin er stórur. Samlaða umfordeilingin til Føroya er sjálv Ríkisveitingin pluss aðrar veitingar, rakstur og íløgur hjá statinum í Føroyum. Í 2010 stóð samlaða umfordeilingin fyri tilsamans 7,9% av fram­ leiðsluvirðinum (BTÚ) í landinum. Til sammet­ ingar var vanligi landsskatturin 12,1% av BTÚ. Sjálvt Hvítabók viðurkennir eisini týdningin av, at samlaða umfordeilingin til Føroya er ein beinleiðis fruminntøka. Tjóðarinntøkan og skattagrundarlagið økjast, tá ið umfordeilingin fer í umfar í føroyska samfelagnum. Myta Ríkisveitingin hevur lítlan týdning fyri almennar tænastur og vælferð í Føroyum. Veruleiki: Umfordeilingin í ríkinum hevur stóran týdning fyri almenna tænastustigið og vælferðina. Uml. 20% av øllum almennum útreiðslunum í Føroyum í 2010 stavaðu frá umfordeilingini. Myta Ríkisveitingin er tung byrða hjá ríkiskassanum. Veruleiki: 2013-tølini vísa, at ríkisveitingin til Føroya er 0,6 túsundapartar (promill) av almennu donsku útreiðslunum. Myta Sambandsflokkurin vil hækka Ríkisveitingina við afturvirkandi kraft. Veruleiki: Sambandsflokkurin ynskir Ríkisveitingina upp á dagsvirði. Tað merkir, at veitingin - fram­ eftir - kemur á tað støðið, hon hevði havt, um "fastfrystingin" ikki hevði verið framd. Milliard­ irnar, sum fullveldispolitikarar hava tveitt burtur, koma ikki aftur. Myta Stjórnin hevur sagt løgmanni, at Ríkisveitingin kemur ikki upp á dagsvirði, og tí verður tað ongantíð gjørt. Veruleiki: Ábendingar eru um, at samráðingarnar við stjórnina kundu verið betri frágingnar. Stjórnin hevur sjálvandi noterað sær, at veruligur samráðingarvilji var ikki til staðar. Verður samráðst øðrvísi og saman við øðrum samstarvspartnarum, er væl hugsandi, at Ríkisveitingin frameftir kemur upp á dagsvirði. Myta Landsstýrið ger sjálvt av, hvussu Ríkisveitingin verður brúkt í Føroyum. Veruleiki: Ásett er við lóg, og stjórnin hevur skrivliga váttað, at Ríkisveitingin er markað til felagsmálini, t.v.s. heilsuverkið, pensjónir, serforsorg o.a. Landsstýrið fylgir ikki lógini, men ongin ger nakað við tað. Myta Føroyar fóru í sínari tíð av knóranum "við fullum Blokki", og tí er Ríkisveitingin skaðilig. Veruleiki: Onki samband er millum hesi bæði. Í heimskreppuni, sum framvegis er áleikandi, eru lond farin av knóranum uttan ríkisveitingar. Best kenda dømi her um okkara leiðir er Ísland í 2008. Myta Ríkisfelagsskapurin snýr seg bert um pengar. Veruleiki: Ríkisfelagsskapurin er eitt breitt innanríkis samstarv á nógvum politikk- og samfelagsøkjum og skal ikki gerast upp í pengum. Myta Ríkisveitingin elvir til ábyrgdarloysi í Føroyum. Veruleiki: Ongin skipan er betri, enn fólkini, ið umsita skipanina, gera hana til. tíðargrein Talvan vísir, hvussu fíggjarliga umfordeilingin í ríkinum er í 2013 millum Danmark, Grønland, Suðurslesvík og Føroyar. Mytan um, at ríkisveitingarnar tyngja so nógv aðrastaðni í ríkinum, hevur onki samband við veruleikan Ríkisveitingin og loysingin eru vorðnar tvær síður av somu søk, og fullveldispolitikarar halda øll samfelagsmál upp ímóti hesum báðum. Í øllum retorikki, øllum hugs­ andi formum, myndum og miðlum verður trúttað upp í saman: Ríkis­veitingin ger, at onki ber til í Føroy­um! Og: Onki letur seg gera uttan loysing! Tað tykist, sum summi fáa ikki hugsað ella verið til fyri Ríkisveitingini. Ongi hugskot. Ongin vilji. Ongin framdrift. Tí eru eisini mytur skaptar og sendar í umfar. Myturnar undirgrava tryggastu inntøku Føroya, Ríkisveitingina. Tær billa fólki inn, at hon onki hevur at týða fyri landshúsarhaldið. Tað liggur í orðinum, at myt­ ur­nar hava lítið samband við veruleikan. Lat okkum hyggja at nøkrum av teimum mest vanligu mytunum - og avlíva tær. Gloppið økist millum ríkisveitingina til føroyska heilsuverkið og veruligu útreiðslurnar til heilsuverkið. Orsøkin er, at fullveldislandsstýrið skar og fastfrysti Ríkisveitingina í 2003. Sambandsflokkurin vil, at veitingin skal koma upp á dagsvirðið. So gerst lættari at fíggja t.d. støðugt dýrkandi heilivág og viðgerðir uttanlands Gongdin við Ríkisveitingini síðani 1948. Fullveldislandsstýrið gjørdi seg tilvitað inn á skipanina í 2002. Skeiklingin ber í sær, at felagsmálini (heilsuverk, serforsorg, pensjónir o.a.) eru undirfíggjað. Hetta vil Sambandsflokkurin broyta við at dagføra Ríkisveitingina Samansetingin av Ríkisveitingini í 2011. Hetta var, meðan veitingin framvegis var fastfryst. Veitingin er markað til felagsmálini, ið Føroyar og Danmark fíggja í felag. Tí skal veitingin eisini ásetast eftir útreiðslum til felagsmálini Framhald av síðu 15