fríggjadagur 11. januar 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 11. januar 2013 · Nr. 4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving,
men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her
í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða
Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin, lærari
á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar
møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla
sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er
styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.
fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum.
Norðurlendska Ráðharraráðið hevur í
tíðarskeiðinum 2012-2015 sett í gongd
fimm Nordplus skipanir. Tær eru ætlaðar
at økja um samstarv og mobilitet innan
útbúgvingarøkið.
Styrelsen
for
Universtteter
og
Internationalisering
(CIRIUS)
www.
ui.dk - hevur ábyrgdina av kunning og
vegleiðing í Danmark. Í Føroyum kunnar/
vegleiðir Altjóða Skrivstovan - www.
setur.fo/ASK - um Nordplus.
Ætlanin við Nordplus skipanunum
er, at tey skulu styrkja norðurlendska-
baltiska felagsskapin og samleikan,
við støði í søguligu, mentannarligu
demokratisku felagseyðkennunum hjá
londunum. Skipanirnar eru ætlaðar til
undirvísing á øllum stigum. Lesið meira
um Nordplus skipanirnar.
Tað merkir millum annað at ein
dani, kann søkja um stuðul at sleppa til
Grønland og Føroyar og at føroyingar
kunnu søkja um stuðul um at sleppa til
Grønlands og Danmarkar
Les meiri um stuðulskipanirnar:
Nordplus Junior
http://www.iu.dk/programmer-og-
tilskud/norden/nordplus/nordplus-
junior - er ætlað til lærarar og næmingar
í fólkaskúlum, miðnámsskúlum og innan
yrkisútbúgvingarnar.
Nordplus Hægri útbúgving
http://www.iu.dk/programmer-og-
tilskud/norden/nordplus/nordplus-
videregaaende - er ætlað til at menna
samstarv fyri lærarar og studentar innan
hægri útbúgvingar í Norðurlondunum.
Nordplus Vaksin
http://www.iu.dk/programmer-og-
tilskud/norden/nordplus/nordplus-
voksen - er ætlað at menna samstarvið
fyri fólksliga upplýsing og undirvísing
av vaksnum.
Nordplus Horisontal
http://www.iu.dk/programmer-og-
tilskud/norden/nordplus/nordplus-
horisontal - er ein tvørgangandi skipan.
Verkætlanir
sum
fara
um
vanligu
bólkarnar og sektorarnar og verkætlanir,
sum arbeiða við øðrum, nýggjum, breiðari
og meiri kompleksum málum kunnu fáa
stuðul.
Nordplus Mál og Mentan
http://www.iu.dk/programmer-og-
tilskud/norden/nordplus/nordplus-
sprog-og-kulturprogram
er
skipan,
sum skal menna støðuna hjá teimum
norðurlendsku málunum bæði millum
norðanlondini og altjóða.
8 norðurlond + 3 baltalond
Skipanin er galdandi fyri øll fimm
Norðanlondini
Danmark,
Finnland,
Ísland, Noreg og Svøríki, umframt tey
trý sjálvstýrandi økini, sum tað so vakurt
eitur á norðurlendskum ráðharramáli,
Grønland, Føroyar og Álandsoyggjarnar
og
sum
nakað
nýtt
eru
tey
trý
baltalondini, Estland, Letland og Litava
eisini við.
Í Nordplus skipanini er vert at geva
gætur at tey sjálvstýrandi økini vera
roknaði sum lond og at tey tí luttaka á
sama hátt sum hini londini í skipanini.
Tað merkir millum annað at ein
dani, kann søkja um stuðul at sleppa til
Grønland og Føroyar og at føroyingar
kunnu søkja um stuðul um at sleppa til
Grønlands og Danmarkar.
Nær er umsóknarfreist?
Næsta vanliga umsóknarfreist til er 1.
mars 2013.
Tó er freistin til summi program
eisini 15. oktober 2013. Les meira á www.
nordplusonline.org og www.iu.dk
????
Spurnarsíðan
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
Spurning.1.
Nær er umsóknarfreist til UK og onnur lond?
“Tann søkjandi”
Svar til “tann søkjandi”:
Umsóknarfreistirnar at søkja um upptøku á hægri útbúgving eru rættiliga ymiskar frá
landi til land og viðhvørt eisini í landinum frá einum útbúgvingarstovni til ein annan.
Men minst til at altíð kanna freistirnar í góðari tíð, tvs. eitt ár áðrenn lestrarbyrjan.
Stóra Bretland
Til ber at søkja gjøgnum www.ucas.com. Vanliga umsóknarfreistin fyri hægri lesna í
Stórabretlandi er 15. januar, men fleiri lestrastovnar velja at umhugsa umsóknir fram til
30. juni.
Føroyar
Umsóknarfreistin er:
Kvota 1 - 1.juli 2013
Kvota 2 – 15 mars 2013
Danmark
Kvota 2-freistin er 15. mars.
Søkir tú um kvotu 2 er tað samstundis ein umsókn umvegis kvotu 1.
Umsóknarbløðini eru tøk einar 5-6 vikur undan umsóknarfreistini, tvs uml. 1. februar 2013
Umsóknarblaðið skal útfyllast online á: www.optagelse.dk, men sendast við posti og skal
vera frammi innan 15. mars klokkan 12.00.
Kvota 1-freistin er 5.juli.
Noregi
Freistin 15. apríl. Les meira á: www.samordnaopptak.no
Svøriki
Freistin 15. apríl. Les meira á: www.vhs.se
Ísland
Tað er eingin felags upptøka til íslendskar lærustovnar.
Freistirnar eru ymiskar frá stovni til stovn og umsóknarbløð fáast frá lærustovninum.
Á Háskóla Íslands er freistin 5. juni fyri norðurlendskar studentar.
Onnur lond
Ofta verður umsóknin send beinleiðis til útbúgvingarstovnin, og oftani kann tað vera
eitt hálvt ár áðrenn útbúgvingin byrjar, men tað kunnu vera tøk pláss heilt fram til
lestrarbyrjan.
Einstøk universitet, millum annað tey heilt kendu og virdu í USA, hava umsóknarfreist
eitt heilt ár fyri lestrarbyrjan. Set teg í samband við lestrarvegleiðarar, International
Office ella Admissions Service á staðnum, har tú ætlar at søkja. Ella set teg í samband við
Altjóða skrivstovuna tlf. 292513 sum kan hjálpa tær at fáa greiði á umsóknarfreistum og
upptøkukrøvum um tú ivast í onkrum.
Spurning 2 :
Hey tit!
Tá eg søkir um SU góðkenning til útbúgving uttanlanda (red.:ikki til útbúgvingar í
Danmark)),skal eg tá, tá eg havi danskt CPR nummar,ikki senda eitt bekræftelse frá
kommununi, at eg havi búð í kommununi tey seinastu árini ella hvussu ? Havi snakkað
við eina sum segði, at tað skuldi sendast við, men hon búði í Føroyum, tá hon søkti. Eg
gjørdi tað sama, tá eg søkti niður, men tað er ikki neyðugt, tá man hevur danskt cpr
nummer, ikki so ?
vinarliga xxx
Svar :
Hej xxx!
Um tú hevur bústað í Danmark, skalt tú ikki senda „bopælsattest” frá kommununi í
Føroyum, men um tú hevur bústað í Føroyum, skalt tú, tí SU tá ikki hevur møguleika at
finna teg og kanna, um tú lúkur treytirnar at hava búð samanhangandi 2 ár í Føroyum/DK
innan fyri tey seinastu 10 árini. Hetta er treytin fyri at kunna fáa SU við til útbúgvingar
uttanfyri Danmark/Føroyar/Grønland.
Tí skulu vit úr Føroyum – sjálvt um vit hava eitt danskt cpr.nr – senda eina ”bopælsattest”
frá kommununi í Føroyum við.
Hetta kanst tú lesa meira um á : http://setur.fo/ask/vegleiðing/rad-og mannagongdir
ella á www.su.dk/UDLAND/HELEUDDANNELSER/Sider/default.aspx, har tað millum
annað stendur, at ert tú føroyingur, skalt tú saman við umsøkn um at fáa SU senda eina
dokumentatión fyri, at tú hevur búð í Føroyum í minst 2 samanhangandi ár innan fyri tey
seinastu 10 árini.
Vinarliga Holger og Bjørg