fríggjadagur 11. januar 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. januar 2013 · Nr. 4
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
miðvikan
Bærentsen ættarsøga:
Dánjal sá ikki
gentuna í fimm ár
Í næstseinasta parti í røðini »Hendur ið sleptu« var ein ættargrein um Bærentsenættina
á Sundi. Henda og komandi Miðvika verður um eina av hesum ættargreinum,
nevniliga henni hjá gamla djóralæknanum Dánjal J Bærentsen
Óli Jacobsen
1. partur
Eg var i síni tíð so heppin at kenna
Dánjal, sum var sera fyrikomandi
og fryntligur at koma á tal við.
Hann dugdi eisini sera væl at
greiða frá.
Dánjal J. Bærentsen var føddur 8.
oktober 1916. Pápi hansara var Hans
Bærentsen av Sundi. Mamma Hans
var bóndadóttir úr Kvívík. Tí varð
pápin sendur norður til Kvívíkar
longu 2 ára gamal, har hann skuldi
búgva hjá abbanum við tí endamáli,
at hann skuldi yvirtaka garðin. Tað
kann sigast at hava verið sera fram
skygt!
Men longu tá ið Hans var 7 ára
gamal, doyði abbin, og Hans fekk
meira ella minni ábyrgdina av
garðinum, áðrenn hann gjørdist
tilkomin.
Hansara
barndómur
gjørdist tískil heilt øðrvísi enn hjá
børnum annars. Dánjal fortaldi,
at pápi hansara 12 ára gamal bað
onkran stinga eina kúgv fyri seg.
Viðkomandi svaraði aftur, at tað
mátti hann kunna klára sjálvur – og
tað gjørdi hann eisini!
Pápin gekk í skúla
ein mánað
Skúlagongdin gjørdist tí eisini sum
best bar til. Hans fór í skúla 1. apríl
1905 14 ára gamal. Men hann mátti
fara úr skúlanum longu 1. mai, tí tá
mátti kornið sáast. Skúlagongdin
gjørdist tískil bert ein mánaður.
Men tað vísti seg sum so ofta, at
hóast fólk ikki gingu stórvegis
í skúla, so kundu tey klárað seg
merkiliga væl kortini.
Mamma Dánjal, sum var úr Kald
bak, gekk als ikki í skúla. Í Kaldbak
kom skúli ikki fyrr enn í 1911. Pápin
lærdi tey at lesa og skriva umframt
sjálvsagt barnalærdómin. Dánjal
átti eina mostir, Matilda, sum búði
í Århus. Tá ið hon doyði, tók Dánjal
sær av skiftinum. Tá fann hann 21
brøv frá mammu síni til mostrina
skrivað á donskum.
Mostirin bleiv fyristøðukvinna á
einum barnaheimi. Hon vildi fegin
hava børnini fram í verðini, og fleiri
teirra blivu akademikarar. Dánjal
glósaði eina ferð mostrina við, hví
hon endiliga vildi hava børnini at
fara undir lesnað, tá hon sjálv kundi
klára seg so væl uttan skúlagongd
yvirhøvur. Mostirin legði eina við,
at hetta máttu børnini ikki fáa at
vita, tí kundu børnini missa re
spektina fyri henni! Sjálv vildi hon
tó læra, og hon gekk á háskúla í
tvey summar.
Fleiri av dreingjunum á barna
heiminum vóru við í mótstøðu
rørsluni móti týskarum undir her
setingini 1940-1945. Sjálv segði hon
seg einki vita um hetta. Men okkurt
ánilsi mundi hon hava, tí hon fór
ikki til songar fyrr enn allir vóru
heima aftur, og tað kundi stundum
vera leingi at bíða.
Festi undir formyndaraskapi
Hans festi 18 ára gamal í 1909 undir
formyndaraskapi.
Myndugleika
aldurin var tá 25 ár. Hann fekk
húshaldirsku, Kristianna, sum helt
hús hjá honum í uppvøkstrinum
fram til um 1908/09.
Í 1915 giftist Hans við Angeliku
Jacobsen úr Heimistovu, Kaldbak,
og árið eftir varð Dánjal føddur.
Hon hevði havt tuberklar, sum nú
vóru innikapslaðir, og hildu tey tí,
at hon var frísk. Men tá hon stutt
eftir fær dóttrina Bodil, bróta
tuberklarnir út aftur. Tað gekk bert
stutt tíð, til mamman doyði. Tá var
Dánjal bara fýra ára gamal.
Systirin, Bodil, fór niður fyri
kríggið. Hon fór á vevskúla, og or
sakað av bardaganum slapp hon ikki
heim aftur. Hon giftist við danskara
og varð verandi í Danmark.
Eftir at Angelika var deyð, kom
systir hennara, Jacobina, at halda
hús hjá teimum. Tað endaði við,
at tey bæði giftust. Tey fingu tveir
synir, Tummas, sum tók við garð
inum, og Hanus, sum gjørdist
lækni.
Í 1934 kom franska rannsóknar
skipið, Pourquoi Pas, inn á Kvívík.
Skiparin, Chateau, kom niðan á
telefonstøðina at senda telegramm.
Tann, sum var á støðini, dugdi
hvørki franskt ella enskt. Men Dánj
al dugdi fitt av enskum, so hann
kom upp í leikin sum tulkur.
Skiparin spurdi Dánjal um støð
una hjá honum. Jú, hann var 17 ár og
arbeiddi hjá pápanum. Tey høvdu 7
kýr og ungneyt umframt 160 seyðir,
og hesum livdu tey av. Sjálvur var
hann elsti sonur og stóð til at taka
við øllum. Skiparin helt við Dánjal,
at hann var væl fyri. Hann segði seg
ikki hava sæð nakað so grønt land
sum Føroyar. Hetta var í juni, tá ið
gróðurin er bestur. Hetta sama skip
gekk burtur við allari manningini í
1936 eftir at hava verið á Havnini á
veg til íslands. Hetta var ein nógv
umtalað vanlukka.
Sum elsti sonur var Dánjal borin
til garðin, men bóndaskapur hevði
ikki hansara áhuga. Hann kendi
snøgt sagt ikki seyð, meðan beigg
in, Tummas, sum fyri kortum er
deyður, kendi hvørja kleyv. Hetta
skilti pápin als ikki, og tað tók hon
um dygt, at Dánjal ikki vildi taka
við fedranna arvi. Hann helt, at á
Hellu var so avgjørt besta stað á
jørð, sum hann elskaði. Hann kundi
ikki skilja, at nakar kundi fara av
hesum bletti!
Var í meslingagrindini
Dánjal var 19 ára gamal drongur í
tiltiknu meslingagrindini í Gøtu í
1935.
Tá ið grindaboðini hoyrdust,
vóru teir nakrir kvívíkingar, sum
fóru í grind. Teir fóru við bili til
Kollafjarðar, hagani Johannes í
Gerðinum førdi teir við báti inn
á Skipanes. Men báturin gekk so
seint, at teir eins væl kundu verið
yvirhálaðir av teimum, sum valdu
árarnar í staðin fyri motorin.
Teir fara so til gongu av Skipa
nesi til Gøtu, og tá teir koma fram,
var grindin deyð. Grindin var um
179 hvalir
Teir fóru inn í Blásastovu at
fáa sær ein bita. Í ferðalagnum var
nevniliga ein sum kendi húsbóndan,
Tummas sum var av Strondum,
hagani báðir vóru ættaðir.
Dánjal mintist, at prátið gekk
Dánjal og Elsa á gullbrúdleypsdegnum
Angelika og Dánjal. Tvey ár seinni misti Dánjal mammuna