Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 11. januar 2013 · Nr. 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 miðvikan um, at eingin grind hevði verið í Gøtu í 50 ár. Vanligt hevði verið at koyra øsku av torvi ella koli á sjógv í samband við grindadráp, tí hetta skuldi kyrra grindina. Og nú vóru dungarnir eftir hesi 50 árini blivnir ógvuliga stórir og kundu nú rættiliga koma til sín rætt. Aftaná at etið var, var so møgu­ leiki fyri at fara antin í dans ella á missiónsmøti. Dánjal valdi dansin. Í dansinum mintist Dánjal seg at hava sæð mannin, ið helst er kom­ in við smittuni, tí hann var út­brot­in við meslingum. Hann var úr Norð­ ur­oyggjum. Um náttina, meðan bíðað var eftir seðlunum, leitaðu kvívíkingarnir sær inn í eitt hoyggjhús, har teir boraðu seg niður í hoyggið fyri at fáa ein blund og eitt sindur av hita. Hetta var jú seinast í november, og tað var rættiliga kalt. Seinni kemur eitt fríggjarapar inn í hoyggjhúsið, og hetta fingu kví­víkingarnir nógvan stuttleika burturúr, inntil hesi bæði varnaðust, at tey ikki vóru einsamøll og rýmdu út­aftur. Kvívíkingarnir gjørdu annars kvetti. Teir keyptu ein hóp av grind, og afturat hesum fingu teir hálvar partar. Teir leigaðu sær bil yvir á Skipanes við grindini, og so gekk leiðin sama veg heimaftur. Tað vóru fólk, sum vórðu smittað av meslingum í hesi grindini, og nógv doyðu, eisini í Gøtu. Men hesar meslingarnar merktu teir einki til í Kvívík. Teir høvdu ging­ið í 1929, og tá høvdu tey flestu havt sjúkuna. Men í 1935 doyði tveir kvívíkingar umborð á skipi av mes­lingum. Teir høvdu nevniliga skýggjað meslingarnar í 1929 og vóru slopnir tá. Fór til Noregs Í 1938 fór Dánjal á háskúla í Noregi. Aftaná háskúlan gjørdist hann hús­kallur á einum garði í Olden. Men ófriðarligt var í Europa, og 2. veraldarbardagi byrjaði í september í 1939. Dánjal helt, at tað nú mundi vera frægast at fara aftur til Føroyar. Hann kom heim í oktober 1939 við ”Lyru”. Dánjal og Elsa, sum eisini var úr Kvívík, vóru tá blivin trúlovað. Elsa var eisini á einum garði. Hon vildi eisini sleppa heim, men vildi fara heim úr Danmark. Elsa fór fyrst til Falster at vera hjá Zakariasi Brimnes, presti, sum var pápabeiggi hennara. Tískil var Elsa stødd í Danmark, tá Danmark varð hersett av Týsklandi í apríl 1940. Hetta var ein strika í rokningini, tí nú slapp hon ikki heim aftur. Tað var ikki bert tað, men sam­ bandið á annan hátt var meira enn trupult. Tey fyrstu árini kundu tey bert frætta sínámillum við Reyða­ kross brævi. Eitt slíkt bræv var avmarkað til 20 orð, og tey skuldu sensurerast. Tískil tók tað langa tíð at fáa boð ímillum. Fríggjarabrøvini máttu um Svøríki og Portugal Tað gjørdist kortini seinni møguligt at senda brøv úr og til Danmarkar frá uttanveltaðum londum. Elsa hevði samband við svenska sjúkra­ systir, sum eisini búði í Svøríki. So tær fingu uppí lag ta skipan, at brøvini vórðu send til hesa sjúkra­ systrina. Hon koyrdi tey so í ein bræv­bjálva og sendi tey víðari. Hetta var sjálvsagt nógv øðrvísi enn Reyða Kross brøvini, men tók fram­ vegis tíð, tí brøvini skuldu sendast umvegis Portugal. Annars nýtti Elsa tíðina niðri til at læra til sjúkrasystir á Dia­ko­nisse­ stiftelsen, og hon tók prógv sum slík júst 5. mai 1945, frælsisdagin hjá Danmark. Hon arbeiddi sum sjúkra­systir inntil fyrsta barnið kom í 1950. Gjørdist maskumaður Dánjal valdi at fara á studentaskúla í Havn í 1940, og hann var liðugur í 1942. Í Havn búði hann hjá Johannu Matheu og Sigfred Skaale. Her var eitt serlig vinalag teirra millum. Omma Sigfred var úr Kaldbak, og hon var fastir mammu og stjúk­ mammu Dánjals. Her var so væl ímill­um, at børnini hjá Sigfred kall­ aðu pápa Dánjal fyri Hans abbi og stjúk­mammuna fyri Bina omma. Johanna Mathea, sum gjørdist 101 ár, mintist Dánjal sum ein dámligan ung­ling við humoristiskum sansi. Eftir at Dánjal hevði fingið stu­ dents­prógv, stóðu honum ymisk arbeiði í boði. Hann valdi at taka við einum arbeiði at býta gass­ mask­ur út. Bretar óttaðust fyri, at týsk­arar fóru at seta í verk eitt álop við gassi móti Føroyum, og tí skuldu allir føroyingar útgerast við gassmasku. Í hesum arbeiði skuldi Dánjal – saman við øðrum – ferðast kring alt landið. Í fyrsta umfari skuldu gassmaskurnar setast sam­ an, síðani skuldu tær býtast út til fólk, og tey skuldu lærast, hvussu tær skuldu brúkast. Á Trøllanesi var Dánjal av børnunum kallaður masku­maðurin! Tað vóru tríggjar støddir um­ framt ein stødd til børn frá 1-5 ár. Barnamaskurnar vóru eitt sindur pedagogiskar. Tær høvdu reyða nøs, so børnini ikki skuldu ræðast tær. Síðan var ein serlig maska til heilt smá børn. Hesa skuldu børnini fara í, og so skuldu mammurnar pumpa luft til barnið, um tað gjørdist neyð­ ugt. Góðar at reinsa spritt við Tíbetur kom tað ongantíð til ta ætlaðu nýtsluna av gasmaskunum. Týskarar høvdu jú annað at nýta sítt gass til! Menn funnu skjótt funnu útav, at tað bar til at reinsa spritt, so tað væl gjørdist drekkandi, við at lata tað renna gjøgnum filtrið á maskunum, sum annars var ætlað at reinsa luftina fyri gass. Hetta arbeiðið fekst Dánjal við fram til 1943. Annars arbeiddi hann á garðinum hjá pápanum. Í 1944 gjørdist læraraloysi í Kvívík. Dánjal lovaði at taka sær av hesum vetrar­ mánaðirnar, men tá ið tað fór at vára í 1945, fór hann aftur at velta. Kríggið gjørdi, at Dánjal og Elsa ikki sóust í heili 5 ár. Men endiliga í 1945 kundi Elsa koma heim aftur. Hetta er eisini ein søga um trúfesti, sum vardi lívið út. Tey bæði fóru longu niður aftur í 1945, tá Dánjal fór at lesa til djóra­ lækna. Tey giftust í 1946 í Kvívík. Hann varð liðugur í 1952 og arbeiddi í eini 10 ár í Jyllandi. Til Føroyar at vera djóralækni Í 1962 kom Dánjal til Føroya at vera djóralækni. Carl Johan Bech, sum hevði verið djóralækni í ein mansaldur, var farin frá, og tí var eingin djóralækni í land­in­um. Tað varð gjørd ein nýggj tæn­astu­ mannalóg, og her hevði djóra­lækna­ embætið fingið eina raðfesting, sum Carl Johan metti sum eina undir­ meting av starvinum. Hann tók avleiðingarnar av hesum í stundini og segði seg úr starvi. Alt hetta merkti, at Dánjal ikki kundi koma heim, fyrr enn greiða var fingin á hesum viðurskiftum, men tað eydnaðist loksins. Tey bæði, Dánjal og Elsa, komu heim við teirra 4 børnum og búsettust í gomlu skúlastjórahúsunum í Gr. Kambansgøtu. Seinni fluttu tey yvir á Frúutrøð. olij@olivant.fo Næsti partur Í komandi parti verður greitt frá arbeiðinum sum djóra­ lækni. Dánjal kom eisini at virka sum semingsmaður. Eis­ini verður greitt frá ættini hjá Elsu. Hans, pápi Dánjal. Longu tvey ára gamal var hann ætlaður at fáa garðin á Hellu í Kvívík Í 1934 hitti Dánjal heimskenda pólgranskaran Jean Charcot (við keppinum), tá ið hann við skipi sínum Pourquoi Pas kom inn á Kvívík í 1934. Tvey ár seinni gekk hann burtur undir Íslandi við 39 monnum Matilda mostir Dánjal. “Hennara” dreingir vóru við í donsku mótstøðuni móti nasismuni í Danmark Henda myndin er frá meslingagrindini í Gøtu í 1935, har Dánjal eisini var við. Drongurin, sum stendur á hvalinum, er Óli Mikkelsen, sum gjørdist lækni