Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. januar 2013 · Nr. 4 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Um tað veruliga er so, at stjór­ in í ALS fær eitt millióna­stórt gylt lógvatak, nú hann hevur valt at leita sær nýggjar leiðir, er hetta snøgt sagt pamparí av grovasta slag. Og tað kann undir ongum umstøðum góð­ takast av einari skipan, har vit øll eru tvungin at rinda inn. Tí eiga vit, um ikki jurid­ isk­an, so í øllum førum moralskan, rætt til fult innlit í tað, sum fer fram, umframt eina fullfíggjaða frágreiðing um stjóramilliónina og í heila tikið um umsitingina av okkara pengum í ALS. Og her hava vit á vinstra­ vong­inum eina serliga skyldu. Vit skulu til eina og hvørja tíð sláa hart niður á allar royndir at misbrúka ella korrumpera góðar og soli­dar­iskar skipanir, har vit krevja av fólki, at tey luttaka í felagsskapinum, eitt nú við einum høgum skatta­trýsti, við kring­varps- fak­felags- barsils- ella ALSgjaldi. Skip­ anir, sum undan­gongu­fólk okkara hava stríðst fyri, og sum ikki yvir­liva, um ill­ gruni verður sádd­ur um um­sit­ing­ina av ogn­un­um, sum lim­irnir hava spart upp. Missa fólk álitið, fell­ir undir­tøk­an, og harvið eis­ ini legitimiteturin fyri skip­ an­unum millum fólk og í polit­isku skipanini. Og tað var so ongantíð meiningin, tá millum annað góð fólk í Javn­aðar­flokkinum saman við fak­feløg­un­um á sinni strídd­ist fyri at seta ALS á stovn. Hvar kemur slíkur hug­ burður frá, at tað er fínasta slag at langa eina millión í nakkan á einum stjóra, sum annars hevur verið væl lønt­ ur øll árini? Hvorom alting er, so gong­ ur tað also ikki, at stýrið fyri ALS bara soleiðis ger eina ovur­honds lukrativa avtalu við stjóran, sum sigur seg úr starvi. Er meira í málinum, enn vit vita av, so røkir ALS- stýrið als ikki áhugamálini hjá limunum við at dekka út yvir onkra gølu, við sam­ stundis at máa støðið undan skipanini innanífrá. Tí, er trúvirðið og álit­ið burtur, er skjótt, at undir­ tøkan eisini hvørv­ur. Og tað fara vit í Javnaðarflokkinum í øllum førum ikki at góðtaka. kjak Gleðiligt nýggjár og góða býráðssetu Fyri fyrstu ferð í yvir 100 ára søgu býráðsins uppliva vit í hesi setuni, at allir fýra flokkar, sum eru umboðaðir í býráðnum, eru samdir um at samstarva breitt held­ur enn at skipa seg í ein meiri­luta og ein minniluta. Or­søkin er millum annað góða sam­ starvið, sum hevur verið mill­ um allar flokkar í Tórshavnar býráð hesi seinastu árini. Vit skulu saman megna at venda skeivu gongd­ini í sambandi við fólkafrá­flyt­ ingina, sum í dag hóttir land okk­ara. Vit skulu taka ímóti stórum vælferðarøkjum sum eldraøkinum, og sam­stund­is megna at byggja komm­un­ una út og betra um tænastu­ støðið í kommununi annars. Og vit skulu fyrireika okkum til stór, spennandi tiltøk, sum eru fyri framman, m.a. oyggjaleikir. Tí er neyðugt at taka stór, felags tøk. Broyttur bygnaður Vit hava broytt politiska bygn­aðin, soleiðis at 5 fast­ ar nevndir verða í staðin fyri tær 7, sum eru í dag. Enda­málið er at geva bæði borg­arum og vinnulívi í komm­ununi betri og skjótari tænastu. Endamálið er eisini at nýta fyrisitingarliga til­ feing­ið í kommununi effek­ tivari, eitt nú við at fáa í lag eina fastari málstýring og sam­skipa arbeiðið í politisku nevndunum, millum nevnd­ ir­nar og millum nevndir og bý­ráð. Avgerðin um at skipa vinnu­nevndina sum eina av fimm føstum nevnd­um merkir, at býráðið hesa set­ una ynskir at stimbra hugin at menna ver­andi vinnur og hugin at skapa nýggj­ar vinnur í komm­ununi. Býráðið fer at víðka karm­ar­nar fyri vinnu­nýskipan og betra kor­ ini hjá vinnulívinum sum heild. Økismenning og effektivisering Bygdir og øki verða styrkt á ymiskan hátt. Avgerð er tikin um at skipa serstaka økis­nevnd at viðgera og taka stig til at dagføra og menna bygdirnar á øllum økjum. Ein skrivstova skal skipast at umsita øll mál bygdunum viðvíkjandi. Øllum borgarum skal tryggjast rættvísa og virði­liga viðferð. Ein borg­ araportalur verður settur í verk og flest møguligar tæn­astur digitaliseraðar, so­ leiðis at borgarar allan sjón­ a­r­ring­in kunnu avgreiða síni við­ur­skifti í komm­un­ uni. Dag­s­tovna­økið verður umskipað, soleiðis at økið kann rekast effektivari og innihaldið gerast betri. Betri samanhangur skal fáast mill­ um dagstovn og skúla. Hildið verður fram at menna og effektivisera skúla­ økið. Vit samskipa forskúla, skúla og frítíðarskúla, so næm­ingar og foreldur upp­ liva eina samanhangandi eind. Arbeitt verður eis­ini fram ímóti at fáa allar skúlar á hósk­andi støði innan KT. Búseting, umhvørvið og orka Kommunan fer at gera út­ stykkingar til bæði bústaðir og vinnu, samstundis sum kommunan stimbrar pri­ vat­um at gera tað sama. Út­ stykkingar verða gjørdar í Hoy­víkshaganum, vestur­bý­ num og á Argjum, og karm­ar verða skaptir fyri luta­íbúð­ um, eigara- og leigu­íbúðum. Vit fara at byggja lestrar- og ung­dóms­íbúðir í mi­ðbýnum og fara at seta Berja­brekku 3 í verk. Allar manna­gongdir verða gjøg­num­gingnar og endur­hugs­aðar við tí fyri eyga, at fáa all­ar forðingar burtur og gera tað lokkandi at flyta til komm­un­una. Dentur verður framhald­ andi lagdur á umhvørvismál og møguleikarnar at nýta vøkru náttúruna í kommun­ uni við millum annað at gera gøtur og at planta. Arbeiðið við at dagføra kloakkir og reinsa áir og vágir heldur fram. Ein orkupolitikkur verð­ur orðaður og sam­tyktur. Kommunuplanur verð­ur gjørdur eins og byggi­sam­ tyktir dagførdar. Ein mið­ býar­ætlan verður gjørd og gjøg­numførd, so miðbýurin kann gerast ein nógv meira livandi býarpartur, har fólk búgva og virka. Vit fara at gera íløgur í orkusparandi tiltøk, eins og t.d. gjørt er við gøtuljósunum. Vit fara at útvega sjóvarhita til bygningar tætt við sjógvin, t.d. Múllers Pakkhús o.o. Vit fara at útbyggja fjarhitanetið oman í Gundadal og skapa karmar fyri útbygging av vind­orku, og vit fara at minka um skaðiliga útlátið í komm­ununi. Vegir, samferðsla og ferðavinna Vit fara at gera ferðslu­ trygdar­ætlanina lidna og gera ferðslutryggar vegir við allar skúlar. Vegur og brúgv um Sandá verða gjørd nú og vegur verður gjørdur út á Glyvursnes. Heildarætlan verður gjørd fyri at dagføra vegir og brýr. Bussleiðin verður lagað til nýggjan tørv, nýggj vendipláss og endar­ støðir verða gjørdar. Í miðbýnum skal Steina­ tún umskipast, ment­an­ ar­pallur verður gjørd­ur í Vágsbotni og við Mylnu­gøtu, eins og gamli komm­unu­ skúlagarðurin verður um­ skipaður til býartorg. Nýggj parkeringsskipan verður sett í verk og betri umstøður at par­kera. Vit eru farin í holt við at menna samstarvið við Kunn­ ingarstovuna og hand­ils­lívið í býnum, bæði við atliti at borgarum og vitjandi. Vit menna gomlu Havn­ina sum ferðavinnumál, út­byggja turistgøtur, dagføra kamp­ ingmøguleikar, gera heildar­ ætlan fyri skelting og skipa náttúruupplivingar í bygd­ um og útoyggjum komm­un­ unar. Eldraøkið, ítróttur og mentan Alternativ tilboð á eldra­ økinum verða ment, og fyri­ byrgjandi arbeiðið verður styrkt. Á mentanarøkinum skulu vit fremja hóp av spenn­andi átøkum. Vit skulu skjótast orða og sam­ tykkja politisku málini fyri mentanarpolitikkin. Hesin skal m.a. umfata barna- og ung­dóms­politikk. Vit skulu gera eina ætlan fyri býar- og lista­savnið, gera Múll­ers Pakkhús liðugt sum ment­ anar­hús og savn, skipa Perl­una og Reinsaríið sum borgara­hús og rútmiskt spæli­stað, byggja Musikk­ skúlan, betra og víðka um um­støðurnar hjá ítróttini, skót­unum og øðrum frítíðar­ felagsskapum. Eitt stórarbeiði verður at menna ítróttarannleggini til komandi Oyggjaleikirnar. Vit eru farin undir golfvøllin og onnur ítróttalig og rekrea­tiv øki á Glyvursnesi. Tórs­vøllur verður gjørdur liðugur sum landsstadion. 50 m svimjihylurin verður gjørdur. Tørvur er á tveimum ítróttarhallum aftrat og Høllin á Hálsi verður nú liðugt dagførd, umframt at fleiri aðrar ítróttargreinir fáa betraðar umstøður. -- Tað skal gerast munandi lættari og bíligari at njóta trivnaðin og allar tær tæn­ astur, høvuðsstaðurin hevur at bjóða. Í hesum treysti fara vit und­ir eitt nýtt ár og eina nýggja setu. Gott nýggjár, øll somul! Komandi fýra árini kunnu gerast tey mest spennandi í býráðsins søgu. Hetta verður setan, tá tað gerst lættari og einfaldari hjá øllum at njóta tær tænastur, høvuðsstaðurin fer at bjóða. Aldri áður hava so nógvar og spennandi uppgávur ligið fyri framman. Í høvuðsheitinum er breið semja um, hvat hevur størstan týdning at fremja, so vit fara í góðum treysti undir bæði eitt nýtt ár og eina nýggja setu. Heðin Mortensen borgarstjóri Hetta ber ALS ikki til Rigmor Dam Javnaðarflokkurin