Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. apríl 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 66 - 3. apríl 2004 Nr. 66 - 3. apríl 2004 3 Matinè í Býráðshøllini Í dag klokkan 12 fara næmingar og lærarar frá Tónlistaskúlanum í Klaksvík at hava Matinè í Býráðs- høllini MATINÈ Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Í dag klokkan 12 verður matiné í Býráðshøllini í Klaksvík. Tey, sum spæla eru næm- ingar og lærar á Klaksvíkar Tònlistarskúla. Aftaná verður kaffi og saft at fáa. Tey sum spæla, eru, Henrietta A. Poulsen, klaver, Eydna Dahl, tvør- floyta, Marita Hansen, tvørfloyta, Eiríkur Biskop- stø, violin, Birgit Sivertsen, violin, Ranvá Isaksen, klaver, Pætur Gerðalíð, cello, Simona Bringsberg, cello, Erla Petersen, cello, Petra Gardar, cello og Erla Jacobsen, cello. Løgreglustøðirnar boða allar frá einum friðarligum hósdegi og hósnátt. Tvær fráboðanir um eld vóru í Havnini, har eldur var í eini vaskimaskinu, og onkur var sovnaður frá eini grýtu. Á løgreglustøðini í høv- uðsstaðnum boða teir eisini frá, at norski línubáturin Urvaag varð tikin fyri ólóg- ligan fiskiskap í føroyskum øki, men enn er málið ikki kannað nærri. Báturin kom inn fríggjamorgunin. Løgreglan í Eysturoynni og løgreglan vesturi í Vág- unum hevði onki at gera hósdagin og hósnáttina. Teir siga, at tað var púra friðarligt. hkm Friðarligt kring alt landið C M Y K 3 2