leygardagur 3. apríl 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 66 - 3. apríl 2004
Nr. 66 - 3. apríl 2004
5
Í hesum døgum vitjar
búskaparfrøðingurin
og sjónvarpsstjórnan,
Biker-Jens, í Føroyum
BIKERJENS
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Eg havi altíð verið púra
svakur eftirmotorsúkklum.
Soleiðis sigur Jens Rom-
undstad – betur kendur sum
Biker-Jens frá Robinson-
sendingini hjá TV3.
Motorsúkklumaðurin
vitjar í Føroyum í hesum
døgum, og er tað okkara
egni Harleyson-maður, Ove
Ritter, ið hevur fingið vitj-
anina í lag.
– Vit hittust faktiskt
fyrstu ferð í Kirgisa fyri
tveimum árum síðani, sigur
Ove Ritter, sum starvast hjá
Færøernes Kommando.
Teir vóru báðir í ørindum
fyri danska herin í Kirgisia.
Biker-Jens gjørdist kend-
ur um alt ríkið, tá hann var
við í Robinsonsendingini,
og hevur hann livað av sín-
um víðagitni síðani. Hann
ger nógvar sjónvarpssend-
ingar, hevur m. a. koyrt
runt í USA, í Fjareystri og í
Australia á motorsúkklu –
við
sjónvarpsliði
í
hølunum.
Men nú er hann í Før-
oyum.
– Føroya hava altíð havt
mín áhuga. Eg minnist frá
skúlaárunum, at vit høvdu
tema um Føroyar í tveir
mánaðir, og tá lærdi nógv
um Føroyar – og eg siti júst
nú og lesi »Den sorte
gryde« hjá Williami Heine-
sen fyri aðru ferð, sigur
Biker-Jens.
Sum ungur skrivaði hann
saman við eini gentu av
Tvøroyri, sum hann kortini
hevur mist sambandið við.
Men tað kann kanska longu
bjargað aftur, tí í gjárkvøld-
ið var hann í Suðuroy, har
skipað varð fyri tiltaki sam-
an við TB…?
Jens Romundstad er út-
búgvin siviløkonomur í
strategi og leiðslu. Eisini
hevur hann HD í organisa-
tión. Hann heldur javnan
skeið og fyrilestrar, bæði
sum
Robinsonluttakari,
men eisini í virkismenning,
har hann nýtir royndirnar
frá Robinson sum grundar-
lag.
– Hesum fái eg rættuliga
nógv burturúr. Ofta halda
fólk, at tey arbeiða best
saman við teimum, sum eru
»næstan« líka sum tey, men
soleiðis er tað bara ikki. Tú
skal júst arbeiða saman við
fólkum, ið ikki eru sum tú,
tá fært tú útnytta kompli-
mentermongdina – og tá
fæst nógv meira burtur úr,
sigur Biker-Jens.
Pápi Jens var eisini púra
villur í motorsúkklum, og
Jens greiðir okkum frá, at
hann
sum
smádrongur
gjørdi alt fyri at sleppa at
sita aftan fyri hjá pápanum.
– Eg sló grasplenuna,
passa lítlusystir, tømdi rusk
og alt sum eg kundi fyri at
sleppa at sita uppi á – og
onkuntíð sjálvur at koyra,
sigur hann.
Hann greiðir eisini frá ta
einu ferðina, hann var og
koyrdi við pápanum. Teir
møttu einum rokkarabanda,
og Jens visti, at motor-
súkklufólk heilsaðust, tá
tey møttust, so hann veip-
aði við ørmunum.
Pápin, sum var ein frið-
arligur tannlækni, gjørdist
ræðslusligin, tá rokkara-
presidenturin kom yvir
móti honum – men har
hendi ikki meira enn tað,
enn at rokkarin rætti út
strektan arm og segði:
»Heil«
Eg havi altíð verið
svakur í motorsúkklum
Heima hevur Biker-Jens tvær Harley Davidson. Hesa lænti hann frá Ova Ritter, sum skipar fyri
ferð hansara í Føroyum
Mynd: »Biker-Jens Kristian«
– Henda ferðin hevur
lært meg, at oljuvinna
er nakað, sum tekur
tíð, og tað kann eisini
vera positivt. Tað ger,
at føroysk vinna eis-
ini kann fóta sær og
mennast í tí tíðarbil-
inum og vera við sig-
ur Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður , nú
hann júst er komin
heimaftur av síni
fyrstu ferð í útlandin-
um sum oljumálaráð-
harri
VIÐ ATLANTSFLOGI Í
NORÐURNOREGI
Orð og myndir: Jan Müller
Føroyska ferðalagið, sum í
gjár fór til Norðurnoregs
við Atlantsflogi, kom
heimaftur í øllum góðum
tíðliga
fríggjamorgunin.
Eftir at hava undirskrivað
tann størsta sáttmálan hjá
Atlantsflogi nakrantíð varð
farið longu leiðina úr Stord
til Alta í Norðurnorra.
Haðani gekk leiðin til
Hammerfest, har landsstýr-
ismaðurin í vinnumálum,
Bjarni Djurholm og stjórin
á Oljufyrisitingini, Sigurd í
Jákupsstovu saman við 40
øðrum umboðum úr Føroy-
um sóu útbyggingina av tí
risastóru
Snøhvid-verk-
ætlanini.
Hetta er fyrsta uttan-
landsferðin
hjá
Bjarna
Djurholm,
síðani
hann
gjørdist landsstýrismaður í
oljumálum. Hann er eisini
sera fegin um ferðina, sum
hann sigur hevur givið sær
góða ballast at leggja til
brots í sínum nýggja lands-
stýrissessi.
– Eg havi lært nógv av
hesum túrinum, hóast hann
bert vardi í eitt samdøgur.
Tú kemur í eitt umhvørvi,
sum er nógv øðrvísi enn tað
tú kennir heimanífrá. Tí
dimentiónirnar og tølini eru
so nógv størri. Man sær
týðuliga, hvussu nógv fyri-
reiking skal til og hvussu
tíðarperspektivið er. Norð-
menn raktu við gass í
Barentshavinum í 1979 og
ikki fyrr enn í 2006 fer tú
undir at framleiða gass. Vit
tosa tí um eitt tíðarperspek-
tiv uppá 10 til 25 ár, so eg
havi lært, at man skal venja
seg við tankan , at olju-
vinna er nakað, sum tekur
tíð.
Bjarni Djurholm heldur
fyri, at okkara egni land-
grunnur er lítið kannaður í
mun til onnur øki, sum ikki
koma í rakstur fyrr enn
hálvan mansaldur aftaná.
Hesin túrurin hevur víst
mær, at oljuvinna er ikki
nakað, sum hendir frá degi
til dags. Tað er ein long
prosess, og tað kann eisini
vera positivt. Tað ger, at
føroysk vinna eisini kann
fóta sær og mennast í tí
tíðarbilinum og vera við.
Við sáttmálanum
millum Atlantsflog og
norsku oljuvinnufyri-
tøkuna Aker Stord
hevur føroysk vinna
tikið eitt risafet inn í
eina nýggja og
spennandi framtíð
SÁTTMÁLI
Jan Müller
Tað var við lógvabrestum,
at størsti sáttmálin hjá
Atlantsflogi í útlandinum
og helst størsti tænastu-
sáttmálin hjá eini før-
oyskari vinnufyritøku nakr-
antíð, varð undirskrivaður í
suðurnorska oljuvinnubýn-
um Stord hósmorgunin.
Hesin dagurin 1. Apríl
2004 verður heilt givið eitt
týðandi vegamót fyri før-
oyskt vinnulív, sum roynir
at fáa fótin fastan í øðrum
londum. Sáttmálin millum
Atlantsflog og norsku olju-
vinnufyritøkuna Aker Stord
hevur eitt virði, sum í mesta
lagi er uppá góðar 100 mill.
kr. Atlantsflog fekk henda
sáttmálan í harðari kapping
við fleiri aðrar fyritøkur.
Tað snýr seg um at flyta
35.000 norskar oljuarbeið-
arar úr Suðurnoregi til Alta
og víðari til Hammerfest í
Norðurnorra komandi tvey
árini. Fyrsti túrurin verður
miðskeiðis í hesum mánað-
inum.
Við á hesum fyrsta túrin-
um úr Føroyum til Norður-
noregs vóru ummleið 40
umboð úr Føroyum og har-
aftrat umboð fyri Aker
Stord og so Statoil, sum
stendur fyri allari útbyg-
ingini av Snøhvidgass-
feltinum.
Á samkomu eftir undir-
skrivingina segði stjórin hjá
Aker Stord m.a., at teir
vóru sera fegnir um at hava
fingið samstarv við At-
lantsflog og vónaði hann, at
hetta samstarv eisini kundi
verða víðkað til aðrar fyri-
tøkur. Hann nevndi í hesum
sambandi góða samstarvið
teir høvdu havt við Pam
Offshore í Føroyum, sum
m.a. hevur latið teimum
sveisarar. Hann helt fyri, at
nýggja flutningsleiðin hjjá
Atlantsflog kann hava við
sær, at norðmenn lættari og
bíligari kunnu koma til
Føroya at halda summarfrí.
Magni Arge, stjóri í At-
lantsflogi fegnaðist somu-
leiðis um avtaluna og segði,
at øll starvsfólkini hjá flog-
felagnum fóru at gera sítt
ítarsta til tess at kunna liva
upp til hesa spennandi og
stóru avbjóðing. Hann vón-
aði eisini, at hetta bert
kundi vera byrjanin og
segði, at kundi sáttmálin
hjá Atlantsflog vera ein
lopfjøl fyri aðrar føroyskar
fyritøkur at útvega sær upp-
gávur í norskari oljuvinnu,
so varð nógv vunnið.
Tað er norska oljufelagið,
Statoil, sum stendur fyri
allar Snøhvidverkætlanini,
ið fer at kosta 45 milliardir
kr. Tað er neyvan heldur
nøkur loyna, at tað hevur
medvirkað til, at Atlants-
flog hevur fingið avtaluna,
at tað nettupp er Statoil,
sum er fyristøðufelag. Stat-
oil telist millum tey mest
virknu útlendsku oljufeløg-
ini á føroyska landgrunnin-
um og er tað felagið, sum
hevur gjørt heilt greitt, at
tað ætlar sær at halda fram
við at gera íløgur her.
Sambart loyvisreglunum
millum føroyskar myndug-
leikar og útlendsku oljufel-
øgini, binda hesi seg eisini
til at geva føroyskum fyri-
tøkum eina hjálpandi hond,
tá tað ræður um at fáa fótin
fastan í oljuvinnu aðra-
staðni eisini. Men tað er so
fyrst og fremst kappingar-
førinum hjá Atlantsflogi og
tí stóra arbeiði fólkini, ið
hava arbeitt við sáttmálan-
um, hava gjørt, fyri at
takka, at sátmálin kom í
hús. At flogskiparin Hans
Hansen haraftrat hevur
drúgvar royndir at flúgva í
norskum loftrúmi telur so
eisini tann rætta vegin.
Lesið frásøgn frá hesum
søguliga og áhugaverda túri
í bløðunum í komandi viku.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður :
Aftur úr Norðurnorra við íblástri
Føroysk vinna risafet inn í framtíðina
Eftir undirskrivingina av sáttmálnum handaði Magni Arge, stjóranum á Aker Stord eina
eyðkenda gávu úr Føroyum
Landsstýrismaðurin í olju-
og flogferðslumálum, Bjarni
Djurholm og stjórin á
Oljufyrisitingini, Sigurð í
Jákupsstovu fingu væl burtur
úr á áhugaverdu kunningar-
ferðini í Norðurnoregi.
Nevndarformaðurin í At-
lantsflogi, Kristian Andreas-
sen varð eisini við á ferðini
Eitt risafet inn í framtíðina. Hans Hansen, flogskipari og
Magni Arge, stjóri vælnøgdir efftir fyrsta túrin til Atla í
Norðurnorra
C
M
Y
K
5
4
Was machen wir?
Bilasølan
við Øssur Johannesen
Vegurin Langi - 188 Hoyvík - tlf. 31 53 54 - www.audi-vw.net
Menningin heldur fram. Sum eru teir ramir í gandi, taka
týsku verkfrøðingarnir enn einaferð bilaheimin á bóli.
Tann spildurnýggi VW Caddy verður frumsýndur á bilasølum
í Europa leygardagin 3. apríl millum kl. 10.00 - 13.00.
Preise von 139.000,-
team85