fríggjadagur 11. januar 2013síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 4 · 11. januar 2013
5
VIKUSKIFTI
Samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Flugusmekkararnir. Jurassic Park.
Grindalokkabeinini. Tað hevur ikki
skortað við eyknevnum og negativum
lýsingarorðum um stóru, hvítu ljós
mastrarnar á Tórsvølli í Havn.
Men tað eru fleiri orsøkir til, at
mastrarnar síggja út og standa soleiðis,
sum tær gera kring FIFA-góðkenda fót
bóltsvøllin. Tað veit Eyð Strøm alt um,
tí hon hevur sniðgivið útskeldaðu ljós
mastrarnar.
– Okey, hetta verður ongin løtt upp
gáva. Tað var tað fyrsta, eg hugsaði, tá
eg fekk boð um at sniðgeva ljósmastrar,
sum skuldu standa á Tórsvølli, sigur Eyð
Strøm úr Havn. Hon er arkitektlesandi
á Kunstakademiets Arkitektskole í
Keypmannahavn og verður liðug við
útbúvingina í summar.
Uppskotið frá FIFA
Søgan um Eyð Strøm og ljósmastrarnar
byrjaði í summarfrítíðini í fjør. Eyð
Strøm starvaðist hjá Tórshavnar
Kommunu, har hon hevur arbeitt allar
summarferiurnar síðani 2009.
– Ein dagin kom býararkitekturin til
mín við nøkrum pappírum og bað meg
broyta uppskotið um ljósmastrar til
Tórsvøll. Og so segði hann eisini, at tað
mátti ganga skjótt fyri seg, tí endaliga
tekningin skuldi vera klár um tríggjar
dagar, minnist Eyð Strøm.
Pappírini, sum hon fekk, vóru frá
eini arkitektafyritøku í Spania, sum
vanliga samstarvar við altjóða fótbólts
samgonguna, FIFA, og teknar stadion,
ið skulu góðkennast til altjóða dystir.
– Tá eg sat við pappírunum, dugdi
eg alt fyri eitt at síggja, at tað spanska
uppskotið til ljósmastrar als ikki fór
at rigga til Tórsvøll. Mastrarnar vóru
millum annað ógvuliga sverar og ikki
minni enn 40 metrar høgar, sum er alt
ov høgt, har tær skuldu standa, sigur
Eyð Strøm.
Sama dag, sum hon fekk útkastið
til ljósmastrarnar frá spaniólum, byrj
aði hon arbeiðið við einum útkasti til,
hvussu mastrarnar kundu vera einfald
ari og tillagaðar økið á Tórsvølli.
– Eg arbeiddi so at siga dag og nátt
hesar tríggjar dagarnar, og sjálvt um
tað var strævið, var tað ein spennandi
og ikki minst avbjóðandi uppgáva, sig
ur Eyð Strøm.
Størsta avbjóðingin fyri Eyð Strøm
var at gera mastrarnar einfaldari í út
sjónd, og samstundis skula halda seg
til tey krøvini, ið FIFA setur til eitt fót
bóltsstadion.
– Krøvini eru fleiri. Millum annað
skal tað ikki vera longri enn 7,5 metrar
frá vøllinum til ljóskelduna, og eisini
skal ein ávísur vinkul vera á ljóskelduni,
soleiðis at ljósið niður á vøllin er eitt so
at kalla standard ljós.
Kendi stórt trýst
Orsøkin til, at Eyð Strøm bert hevði
fáar dagar til at sniðgeva fýra nýggjar
ljósmastrar til Tórsvøll, var tann, at ein
stórur dystur var fyri framman.
– Eg visti, at skuldi hesin dysturin
blíva spældur á Tórsvølli, skuldi vøll
urin góðkennast av FIFA, og eitt av
krøvunum hjá teimum er, at ljósið,
sum skínur á vøllin, skal verða eitt heilt
ávíst ljós. Uttan ljósini bleiv vøllurin
ikki góðkendur, og sostatt fór tað ikki at
verða nakar dystur, fortelur Eyð Strøm.
Sambært altjóða fótbóltssamgonguni
skal ljósið á vøllinum vera soleiðis, at
eitthvørt sjónvarpslið skal kunna koma
til Føroya at gera dystarupptøkur, har
góðskan á myndunum er nóg góð.
Arbeiðið við ljósmastrunum gjørdi
hon í tøttum samstarvi við býarar
kitektin og ein verkfrøðing. Hesi árini,
Eyð Strøm hevur lisið til arkitekt, hev
ur hon mangan hoyrt søgur um, at
samstarvið millum verkfrøðingar og
arkitektar ikki altíð er tað besta.
– Hetta var fyrstu ferð, eg arbeiddi
saman við einum verkfrøðingi. Sjálvt
um eg á skúlanum ofta havi hoyrt, at
ósemja ofta kann stinga seg upp millum
verkfrøðingar og arkitektar, so kann eg
bara siga, at hetta samstarvið riggaði
væl, sigur Eyð Strøm og heldur fram:
– Eg hevði fyrsta nýggja útkastið
klárt til deadline, og tíbetur bleiv tað
góðkent beinanveg, sigur Eyð Strøm.
Hon dylir ikki fyri, at tað var við
nógvum firvaldum í búkinum, at hon í
tríggjar dagar sat og teknaði mastrarnar,
sum skuldu standa í Gundadali.
– Sum arkitektlesandi havi eg ongan
tíð roynt, at tað, eg havi sniðgivið, er
gjørt í veruleikanum, so sjálvandi var
tað eitt sindur nervapirrandi. Og so eis
ini tað, at mastrarnar standa í Gunda
dali, og nærum hvør føroyingur sær
tær.
Er errin av ljósunum
Tað var ein ikki sørt errin Eyð Strøm,
sum seint í summar kundi fylgja við, tá
ljósmastrarnar, ið hon hevur sniðgivið,
blivu settar upp kring vøllin.
– Tað eru tey fæstu arkitektlesandi,
sum uppliva, at ein bygningur ella okk
urt annað, tey hava sniðgivið, verður
bygt, ímeðan tey framvegis eru lesandi,
so á tann hátt eri eg errin av hesi verk
ætlanini, sigur Eyð Strøm og flennir.
Og líka síðani ljósmastrarnar vórðu
settar upp í Gundadali, hevur prátið
gingið dúgliga um hesar stóru steyr
arnar.
– Sum flest onnur havi eg eisini
hoyrt nógv um ljósmastrarnar. Tað
mesta hevur verið heldur negativt,
fortelur Eyð Strøm, sum tó ikki tekur
negativu viðmerkingarnar nær.
– Eg haldi á ongan hátt sjálv, at
hetta prýðir Gundadal, men tað sum
fólk ikki vita er, at hetta var ein bundin
uppgáva og fleiri reglar, ið vit skuldu
fyrihalda okkum til. Í roynd og veru
eru ljósmastrarnar gjørdar so einfaldar
og so lítlar, sum tað yvirhøvur letur
seg gera, tá tey ymsu krøvini frá FIFA
skulu haldast, greiðir Eyð Strøm frá.
Hon vísir samstundis á, at hon eisini
hevur hoyrt okkurt positivt í sambandi
við ljósini.
– Tað stuttliga er, at eg havi fleiri
ferðir upplivað, at eg havi gingið
framvið Tórsvølli, og so hava fólk
staðið har og hugt eftir mastrunum,
ímeðan tey hava tosað um, hvussu væl
teimum dámar ljósið, sigur Eyð Strøm
og flennir.
Hóast ljósmastrarnar í Gundadali
hava fingið eitt sindur av hvørjum
omanyvir seg, er Eyð Strøm glað fyri,
at verkætlanin eydnaðist.
– Eg eri ofta samd við tí, sum fólkini
hava at bera mastrunum, tí eg haldi
ikki sjálv, at tær passa inn í umhvørvið,
og støddin er heldur ikki tann rætta.
Men sum nýútlærd verður tað stuttligt
at kunna vísa á, at eg havi arbeitt við
eini verkætlan saman við einum verk
frøðingi, og eg eri eisini glað fyri, at eg
tók av hesari avbjóðingini, tí tað var tað
veruliga, sigur Eyð Strøm.
– Og líka mikið hvat, so er tað góða,
at vøllurin bleiv góðkendur, og fólk
fingu nakað at tosa um.
mynd: Heinesen myndir
– Tað eru tey fæstu arkitektlesandi,
sum uppliva, at ein bygningur ella
okkurt annað, tey hava sniðgivið,
verður bygt, ímeðan tey framvegis eru
lesandi, so á tann hátt eri eg errin av
hesi verkætlanini, sigur Eyð Strøm