fríggjadagur 11. januar 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 4 · 11. januar 2013
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ barbaru
barbara@sosialurin.fo
Tá ið jólini eru av eru nøkur viðurskifti, sum skulu fáast í rætt lag, tá ið
umræður móta og vælveru. Eitt nú føra jólini við sær, at vit í størstan mun
lata okkum í myrk klæði, men nú gongur móti ljósari tíðum, og tí skulu klæðini
gerast ljósari. Nógv hugsa eisini um at venja og sleppa av við jóla matin, og alt
tað ósunna góðgæti, sum fylgir við jólunum, hevur allarhelst sett síni spor í
húðina hjá mongum. Her eru nøkur góð ráð um hvussu tú ger teg klára til várið
Kom yvir jólini
Heimabundið
armygrønt
Armygrønt ella militergrønt, sum summi
kalla tað, verður nógv at síggja komandi
tíðina. Sniðgevar hava eisini í stóran
mun valt at samantvinna armygrøna
lookið við leður fyri at gera stílin so
ráan sum gjørligt. Tú kanst sjálvandi
keypa tær hetta lookið í flest øllum
mótahandlum, men tú kanst eisini
fylgja rákinum á tín egna hátt, við at
binda tær eina armygrøna troyggju.
Eg bar eyga við eina púra vanliga
bundna troyggju í armygrønum, sum
hevði ein leðurkraga, ið var seymaður
á. Tað er eitt dømi um hvussu tú
kanst gera hetta rákið til títt egna.
Gev húðini nýtt lív
Á jólum eta tey flestu eina rúgvu av sukri og feitti,
og hetta sæst mangan aftur í andlitinum. Men nú
hevur Make-Up Store í Havn eitt nýtt mineralputur,
sum ikki gevur nakran lit, men ístaðin uppfrískar
húðina, og gevur andlitinum nýtt lív. Hetta putrið
er framleitt úr mineralum í kletsjarunum í Íslandi,
og tá ið tað verður smurt á húðina, verður hon
køld niður. Fyrst skalt tú smyrja krem á húðina,
og síðani hetta putrið. Umframt at gera húðina
penari, so hevur hetta putrið tað ávirkanina, at
foundation og annað heldur longri á húðini.
XLS:
slankiheilivágur
frá Apotekinum
Flest øll hava nýggjárslyfti av
onkrum slag, og nógv hugsa um
at sleppa av við eyka kilo eftir
jólahøgtíðina. Men tað er ikki
altíð so lætt. Nú bjóðar Apotekið
og Matas eitt nýtt amboð til
at basa fita, og hetta nevnist
XLS heilivágur. Tað eru trý
sløg av hesum heilivági. Tað er
»Fedtbinder«, »Kulhydratblokkar«
og »Appetitmindsker«. Endamálið
við hesum er at hjálpa fólki
at tapa seg, men sjálvsagt er
neyðugt at eisini eta sunt og venja
samstundis. Hesi trý sløg kunnu
keypast í Matas og á Apotekinum,
og á hesari heimasíðuni sært tú
hvussu heilivágurin riggar, og
hvørjar broytingar tú skalt gera
í tínum lívið, um tú ynskir at
tapa teg. www.xlsmedical.dk
Prikkurin yvir svarta i'ið
Nógv hava lyndi til at lata seg í rættiliga myrk
klæði í myrku tíðunum. Tað er púra natúrligt,
og sum tíðirnar gerast ljósari, fylgja klæðini
við. Tað kann eisini vera ógvuliga vakurt at
vera í einum eitt nú svørtum kjóla, men so
riggar væl, at eyguni eru festlig og bróta
frá tí myrka stílinum. Nógvir smyrslhandlar
fokusera í dag nógv uppá sterkar litir
sum ljósareytt, lilla, grønt, turkis og so
framvegis. Make-Up Store í Havn stóð fyri
smyrslinum, tá ið Planet Awards var á skránni
og somuleiðis tá ið Nýggjárssendingin hjá
Kringvarpinum var á skránni, og í báðum
førum var eitt týðuligt rák at síggja - nevniliga
ljósareyð eygu. Hetta er ein fínur máti at
gera myrka lookið eitt sindur festligari.