fríggjadagur 11. januar 2013síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 4 · 11. januar 2013
7
VIKUSKIFTI
Starv?
Læri til kokk á Hotel Føroyum.
Hvat er tað besta við starvinum?
Eg veit næstan ongantíð, hvat arbeiðsdagurin
hevur at bjóða, tá eg komi til arbeiðis, og
tað dámar mær væl. Góðir starvsfelagir eru
eisini av stórum týdningi í hesum starvi!
Hvat ger teg
í góðum lag?
Tá tað gongur væl,
tá fólkini rundan um
meg hava tað gott.
Men tað sum ger
meg serliga glaðan
er tá United tapur.
A ella B-menniskja?
Mær dámar alt ov væl at fara seint í song. So
eg má nokk siga, at eg eri eitt B-menniskja.
Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví?
Mær dámar væl fleiri ítróttargreinar. Men serliga
renningin hevur mín áhuga. Hugurin til renning kom,
tá ið eg vildi royna okkurt nýtt eftir at hava spælt
fótbólt, og eg havi bara alla tíðina tímað betur og
betur at renna. Annars dámar mær eisini væl at hyggja
eftir fótbólti – spennandi at hyggja eftir, men tími
ikki so væl longur at renna eftir einum bólti sjálvur.
Hvussu nógv venur
tú um vikuna?
Venji hvønn dag
í 1 til 3 tímar.
Hvussu eru kostvanarnir?
Eg hugsi um, hvat eg eti og royni at sunt. Sjálvur
haldi eg, at eg eti ein sunnan og fjølbroyttan kost.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Lurti eftir mestsum øllum tónleiki,
men ikki jazz ella techno.
Hvat er besta lag,
sum er gjørt?
Don’t worry
be happy.
Hvør er tín fyrimynd?
Har eru fleiri, sum eg síggi upp til. Ein av
teimum er rennarin Mo Farah úr Bretlandi.
Hvat gert tú í frítíðini?
Tað mesta av frítíðini fer til venjing og at vera
saman við vinfólki. Og annars at slappa av.
Hvat dámar tær at ferðast í egnum landi?
Mær dámar væl at ferðast í egnum landi. Føroyar
eru eitt heilt ótrúliga vakurt land. Mær dámar væl
at fara túrar ymsastaðni í landinum og at ganga
niðan á fjøllini. Tú man fært ikki betri sjón.
Hvør er tín lívrættur?
Eg veit um nógvar ótrúliga góðar rættir, men
tað besta eg kann fáa er karry bollar og rís.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Fótbólti og so hyggi eg eisini nógv eftir serium.
Beint nú hyggi eg eftir »How I Met Your Mother«.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Haldi ikki at eg havi lisið úr nakrari bók í umleið
eitt ár, men Bílian liggur á borðinum.
Tíðindafólk á ferð uttanlands
endurgeva ofta ónevndar hýru
vognsførarar í frásøgnum sínum
úr útlandinum.
Eru teir ónevndir, eru teir ikki
kendir.
Oftast verður víst til hýru
vognsførarar, sum koyra
tíðindafólkini av flogvøllinum á
gistingarhúsið.
Hví ikki? Tey, sum koyra
hýruvogn, eru líka góðar og
minst líka álítandi keldur sum
onnur, sum verða endurgivin í
miðlunum.
Serliga tí tey eru alla tíðina í
veruleikanum. Tað eru frøðingar
og politikarar, sum tíðindafólk
annars tosa við, sjáldan ella
ongantíð. Teirra heimur er ein
annar enn veruleikin.
Havi sjálvur brúkt hatta við at
endurgeva hýruvognsførarar.
Ikki so ofta tó.
Men dámar betur barrvørðar.
Tey vita altíð nógv og siga altíð
sum er.
Tá eg var í týska Hansabýnum
Stralsund í gamla DDR, tosaði
eg eina fitta løtu við unga barr
vørðin á hotellinum.
Hann greiddi frá millum
annað, at hann hevði arbeitt hálvt
ár í Eysturríki. Hann arbeiddi á
einum gistingarhúsi har.
Tað var ikki gott, segði
hann. Týskarar eru vælkomnir í
Eysturríki – sum ferðafólk. Ongar
bad feelings har.
Men týskarar, sum koma til
Eysturríkis at arbeiða, eru ikki
væl líddir.
Týski hotellmaðurin greiddi
frá, at tá hann og eysturríksi
starvsfelagi hansara vóru í
býnum eitt kvøldið, var eystur
ríkarin álopin og sligin, tí hann
var saman við einum týskara.
Hetta var í einum lítlum býi
gamaní, men kortini, meira enn
hálvfjerðs ár eftir hertøkuna.
Nú er hann aftur í heimland
inum, ungi framasøkni maðurin,
sum ætlar sær langt í hotellvinn
uni. Tað eru tey bestu, sum sleppa
longst, segði hann. Og eg eri ein
av teimum, legði hann afturat.
Og tað var ikki skemt.
Hann hevði eina fløsku
standandi við onkrum sterkum
úr Sveis. Fassbind stóð á fløsku
lepanum. Ein slíkan mátti eg
hava og minnast góða (gamla
ber ikki til at siga her, hann
var bara 39, tá hann doyði av
rúsi og arbeiði ella arbeiðsrúsi)
Fassbinder, sála. Tað var ikki
kelduvatn.
Og so var tað hon úr Russ
landi í lítla vertshúsinum har
niðri við havnina í elsta býarpart
inum í Stralsund. Hetta var ein
knejpe, stóð á skeltinum.
Hon var væl fyri beint fyri
afturlatingartíð á midnátt. Lagið
var gott innan fyri diskin, prátaði
óført.
Og enn eina ferð bannaði eg
innantanna, tí eg raðfesti fremm
andu málini, eitt nú týskt, alt
ov lítið í skúlanum. Hon dugdi
millum einki og næstan einki
enskt. Og eg eri ikki Føroya
meistari í týskum í russiskum
sniði.
Men kortini fekk eg við, haldi
eg, at hon er úr St. Pætursborg, 51
ár, varð gift við týskara í onkrari
bygd í Danmark. Men hann var
so deyður av hjartasjúku, 61 ára
gamal.
Kneipuna hevði hon keypt fyri
pengarnar, sum hon fekk fyri hús
síni í St. Pætursborg. Hon býr í
erva, segði hon, og hon er nøgd,
segði hon eisini.
Har vóru bara tveir aðrir
gestir, men tað var síðst í mánað
inum, so tað var einki óvanligt,
helt hon.
Annars var skeinkistaðið
góður bisniss. Undirskot tríggjar
mánaðir og yvirskot ein, so tað
javnvigar, balance, og hon er
nøgd. Og tað var ikki lygn, sást
á henni.
Nú eru hetta ikki tíðindi
sum so. Eg hevði eisini kunnað
spurt tey bæði um Merkel og
týskan politikk yvirhøvur, men
mín ferð í Stralsund var ikki ein
arbeiðsferð.
Kundi sjálvandi havt spurt
russiska lívstykkið, um eisini hon
heldur, at Putin er eitt reyvarhol,
men tað gloymdi eg.
Søgnin sigur, at Nóa fór eisini
at ferðast.
Men hann varð latin sigla sín
egna sjógv og síðani varð hann
sleptur upp á fjall.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
marnar djurhuus
lagt til rættis: Rannvá Gaard Fossaberg
Valdi renning
fram um fótbólt
Marnar Djurhuus er ein av ungu rennarunum
í Føroyum. Hóast hann sum kokkalærlingur
ger ymsar forkunnugar rættir, dámar
honum best at eta karrybollar og rís
Oysa úr keldum