Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-11, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2013síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 4 · 11. januar 2013 8 VIKUSKIFTI Samrøða Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fríggjadagin í síðstu viku var grøn­ lendski trolarin, Polar Nanok, á Havn­ ini. Skipið var ávegis til Frederikshavn, har fabrikkin skal skiftast og motorurin fær eina høvuðsumvæling. Á Havnini legði Polar Nanok nakað av reiðskapi upp til Vónina, tóku 500.000 litrar av olju, og so nýttu teir høvi at skifta yvirmenninar út. Teir eru allir før­oyingar. Í fleiri ár hava nólsoyingarnir, Heðin Hansen, Brian Hansen og Tórálvur Poulsen siglt við Polar Nanok, og nú nýggj manning fór umborð, gjørdist Høgni Niclasen fjórði maskinmaðurin úr Nólsoy umborð á skipinum. 49 ára gamli Heðin Hansen er drúgv­ astur umborð, og er eisini maskinstjóri. Hann kom umborð longu í september 2005, eftir at reiðaríið hevði yvirtikið skipið í mai mánaða sama árið. – Eg hevði tá í eina tíð fiska við Orcadis Viking niðri við ekvator, so tað var ein umvelting at fara haðani upp til norðpólin at fiska, sigur Heðin Hansen. Hann hevði tá verið við Orcadis Viking í fýra ár, eisini tá hann hoyrdi til Orkneyoyggjarnar. Eitt ár seinni komu so Brian Hansen og Tórávlur Poulsen umborð sum ávika­vist fyrsti og annar meistari. Hetta var nú ikki heilt av tilvild, tí Brian Hansen er systursonur Heðin, og tí var tað rættiliga náttúrligt. Eisini hava rætt­iliga nógvir nólsoyoingar lært til maskin­mann, og tá teir so manglaðu um­borð á Polar Nanok, var tað næstan líka so náttúr­ligt, at Tórálvur Poulsen fylgdi við ta ferðina. Hann og Brian sigldu sam­an sum maskinmenn við Baki. Teir báðir komu umborð á Polar Nanok 5. august 2006. Heðin Hansen og Tórávlur Poulsen hava sum so mangir aðrir nólsoyingar lært til maskinmann á Tórshavnar Skipa­smiðju, meðan Brian hevur tikið SIT og maskinskúla. Haraftrat hevur hann tikið skiparaprógv. Høgni Niclasen hevur lært hjá ALMA, og hevur umframt arbeitt eitt ár í Noregi hjá Wärtslia. Studera portalin Hóast heitið er maskinmaður, so er arbeiðið kortini ikki at sita og hugna sær í kontrollrúminum í maskin­ uni. – Vit gera alt møguligt. Vit er at saman­líkna við pedellar, og partur av gerandisdegnum er at skifta perur, um­ væla radiatorar ella hvat tað nú skal vera, sigur Heðin Hansen. Tað er eisini so javnan, at ein maskin­maður er á dekkinum og hjálpir til við at fáa fiskin til høldar. – Skjótari arbeitt verður undan, skjót­ari kann fiskast, og tað kemur okkum øllum til góðar, siga teir. Vaktirnar eru 12 og 12, men tó so­ leiðis, at teir í hvørjari vakt ganga sam­ an við hinum seks og seks. – Tá eg byrji vakt, so er tað saman við øðrum ella triðja meistara, og tá eg havi verið seks tímar á vakt, gangi eg rest­ina saman við hinum, sigur Heðin Hansen. Hann skiftir so við fyrsta meistara, so teir báðir ganga ongantíð vakt saman. – Onnur vaktin byrjar klokkan 6.30 og hin klokkan 12.30, sigur Heðin Hansen. At ganga 12 og 12 merkir sjálvandi, at teir eisini hava rættiliga nógva frí­ tíð. – Vit býta tað upp í áðrenn og eftir inter­netið. Tað var ofta trupult at halda sambandið við tey har heima, áðrenn vit fingu internet, og ikki minst trupult at frætta tíðindi. So tað var nærmast ein kollvelting, tá internetið kom umborð, sigur Brian Hansen. Internetið kom umborð á Polar Nanok í 2008, og Brian er ivaleysur í, at hann ongantíð fer til skips aftur, utt­ an internet. – Vit lesa hvørja einastu grein á portal­inum. Og nú er tað so við sam­ band­inum, at tað gongur so seint, at frí­tíð­in flýgur avstað, sigur Brian Hansen. Ein annar partur av frítíðini fer í rógvi­maskinuni. – Eg og Brian hava keypt okkum Tað er langt frá óvanligt, at fleiri bygdarmenn eru umborð á sama skipi, men kortini má tað roknast rár hending, at fýra mans úr somu bygd eru maskinmenn umborð á sama skipi Fýra nólsoyingar maskinmenn umborð á Polar Nanok