Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-11, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2013síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 4 · 11. januar 2013 9 VIKUSKIFTI mynd: Leo Poulsen eina rógvimaskinu, sum vit hava stillað upp í maskinrúminum. Og har fer rættiliga nógv tíð. Vit munnu rógva eina 300 til 400 fjórðingar hvønn túrin, sigur Tórálvur Poulsen. Allir fýra eru gamlir kapprógvarar, og hava allir fyrr róð við Nólsoyinginum, so tað við rógvimaskinuni er rættiliga náttúr­ligt. Svartkalva og kongafisk At tríggir teirra hava verið so leingi umborð, hevur sjálvandi sína frá­ greiðing. – Kvota, prísir og inntøka hava bara gingið tann eina vegin, og tað er upp eftir. Og tað ger tað hugaligt at vera við, sigur Heðin Hansen. Tí er tað eisini hugaligt hjá nýggja mann­inum í maskinuni, Høgna Niclasen, at fáa kjans við Polar Nanok. – Eg bað teir siga frá, um teir mangl­ aðu maskinmann, og tað gjørdu teir so nú. So tað er ikki so galið, sigur Høgni Niclasen. Tað merkir sum áður nevnt, at teir eru fýra nolsoyingar í maskinuni umborð á Polar Nanok, og tað er heldur meir enn tað var framman undan. – Tann, sum fór í land, var fjóðrings nólsoyingur, men nú hava vit so fingið ein heilan umborð í staðin fyri, sigur Heðin Hansen. Teir plaga at gera tveir túrar hvørja ferð, teir eru burtur. – Vit fiska antin svartkalva ella konga­fisk. Skipið tekur góð 700 tons av svart­kalva, og góð 600 tons av konga­ fiski. Tað er eisini eitt sindur ymiskt, hvussu nógvir mans eru við, alt eftir hvørj­um slagi vit royna eftir, tað liggur mill­um 22 og 27 mans, sigur Tórálvur Poulsen. Skipið er upprunaliga bygt til rækju­ veiði, og tí eru ikki nóg nógv kømur til hendan fiskiskapin. – Men tað er nakað umbygt umborð, so dekkararnir sova tríggir og fýra í hvørj­um kamari, sigur Heðin Hansen. Teir siga, at tað er ógvuliga lítið av hjáveiði við í fiskiskapinum. – Tað er hendinga toskur og onkur hvítkalvi inn ímillum, so tað ber til at gramsa eitt sindur. Men talan er um lítl­ar nøgdir, sigur Tórálvur Poulsen. Tað er kortini millum annað fyri at kunna hagreiða hjáveiðina betri, og ann­ars at gera tað meira arbeiðs­ligt, at Polar Nanok nú er farin til Frederiks­ havn at fáa nýggja fabrikk ísetta. – Tað er millum annað fyri at fáa betri góðsku á hvítkalvanum, at vit fáa nýggja fabrikk, sigur Brian Hansen. Bleyta byrjan Polar Nanok roynir fyri tað mesta í norð­eystur Grønlandi og Suður­grøn­ landi. – Men vit landa fyri tað mesta á Hafnafirði í Íslandi. Frá august til oktober, kanska onkuntíð inn í november, landa vit í Grønlandi, men rest­ina av árinum á Hafnafirði, sigur Brian Hansen. Og just á Hafnafirði liggur tann fyri før­oyingum so kenda Fjørukrógvin. – Har hitta vit ofta føroyingar. Og ta einu ferðina hitti eg pápasystir míni, sum var á Hafnafirði við bridge-lands­ liðnum, sigur Tórálvur Poulsen. Annars halda teir seg merkja broytt­ ar tíðir eftir kreppuna í Íslandi. – Undan kreppuni í 2008 vóru tað altíð póllendingar, sum komu umborð at gera sveisiarbeiði og líknandi, men í dag eru tað íslendingar. So á tann hátt er talan um broyttar tíðir, sigur Brian Hansen. Kongafiskurin verður skráskorin, og svartkalvin antin heilfrystur, skrá- ella halaskorin. Á svartkalva fáa teir so at siga onga hjáveiði, meðan teir á konga­ fiski kunnu fáa nakað av hvít­kalva og toski. – Serliga er frystiorkan ov lág, og tí tekur tað ov langa tíð at frysta tann stóra hvítkalvan, so tað er nakað, sum bøtt verður um, nú fabrikkin verður nýggj, sigur Heðin Hansen. Og sigast má, at nýggi maskin­mað­ urin umborð á Polar Nanok fær eina rímiliga fittliga byrjan. – Vit fara nú til Frederikshavn at fáa nýggja fabrikk setta í og at fáa høvuðs­motorin umvældan. Tað tekur vænt­andi seks vikur, so vit fáa helst ríkiligt av tíð at ferðast Norðurjútland upp og niður, so Høgni fær eina lætta byjan umborð, sigur Heðin Hansen, maskin­stjóri umborð á grønlandska trol­aranum, Polar Nanok. Teir fýra maskinmenninir umborð á Polar Nanok. Frá vinstru maskinstjórin, Heðin Hansen, fyrsti meistari, Brian Hansen, annar meistari, Tórálvur Poulsen og triði meistari, Høgni Niclasen