Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-11, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 4 · 11. januar 2013 10 VIKUSKIFTI Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er bert ein vika síðani, at fyrsti venj­arin hetta hondbóltsárið varð sekkj­aður. Tað hendi, tá leiðslan í VÍF gjørdi av, at Jan Ottosen ikki longur skuli venja besta manslið felagsins. Hóast ein vika ikki er tað stóra, so er tað í ein avkláraður Jan Ottosen, sum nú lítur aftur á tað, sum hendi í Vest­ manna. – Eg haldi, at eg varð avkláraður um hetta mest sum alt fyri eitt. Tað er jú eitt yrki, har útskiftingin er hampuliga títt, og tí eru venjarar altíð í vanda. Men er tað í dag nakað, sum tú hugsar, at tú kundi gjørt øðrvísi, ella eru tað nyttuleysar hugleiðingar, tá tú ert venjari? – Tað er kanska ikki so nógv, sum eg kundi gjørt øðrvísi. Sum eg havi sagt í útvarpi, og sum Áki Olsen (formaður í VÍF, blðm.) eisini segði, so var nakað av órógv í hópinum. Eg royndi fyrst sjálvur og síðani saman við Henrik at loysa hetta, so liðið fekk mest burturúr, men hesum tók felagið ikki undir við. – Tað var eisini mítt egna hugskot, at vit fingu Henrik sum part av einum venjaratoymi, og eg haldi, at hetta kom sum ein bumba hjá okkum báðum. Men soleiðis er veruleikin nú einaferð. Og tað harmar meg almikið. Tá vit tóku Henrik inn sum venjara, lógu vit bert eitt stig frá oddasessinum, so úrslitini vóru á eini leið. Tað ber jú eisini til at siga, at saman við Henrik fingu vit bara eitt av seks møguligum stigum, men eg skal ikki geva Henrik skyldina fyri tað. Saman framdu vit tá nakrar broytingar, sum helst kostaðu eitt sindur, men hesar byrjaðu nú eisini at geva úrslit. Men nú verður hetta so nakað, sum Henrik má arbeiða víðari við. Broytti KÍF Jan hevur nú virkað sum venjari í før­ oyskum hondbólti í sløk fýra ár, og hann dylur ikki fyri, at hann væl kundi hugsað sær at hildið fram sum venjari í Føroyum. – Tað er sjálvandi ikki vist, at eg sleppi framat nakrastaðni, og sum venj­ ari veitst tú ikki, um onkur heilt ann­ ar møguleiki brádliga stingur seg upp. Men eg standi sjálvandi opin fyri teim­ um møguleikum, sum kunnu koma. Tað var annars ein heldur øðrvísi venjari, sum kollfirðingar fingu til kapp­ingarárið 2009. Í øllum førum øðr­ vísi enn tað, sum føroyskur hond­bóltur áður hevði sæð. Stílurin var næstan boheme-kendur. Við síðum hári og svartaskóm løgdu fólk til merkis, at nýggjur maður var í høllini, og brádliga var spælistílurin hjá KÍF ein heilt annar. Ikki minst tí verju­skipanin ikki líktist tí, sum vanligt var í Føroyum. – Ein partur av tí, sum eg tá gjørdi, var eisini at broyta teirra máta at hugsa uppá. Talan var um eitt lið, sum støðugt hevði verið partur av botninum, og tað var eitt mynstur, sum eg fegin vildi bróta, og tí máttu nøkur ting eisini gerast øðrvísi. Staðfestingin varð seinni, at hetta riggaði. Fyrstu nógvu dystirnar hetta fyrsta árið vóru kollfirðingar púrasta sørir, men so kom av álvara ferð á. Fyrsta árið gjørdust teir akkurát ov stutt­ir til FM-finalu, men hendan varð veru­leiki tey bæði næstu árini. Í báðum førum tó við vónbroti og silvuri sum úrsliti. Hørð orð á vegnum Eitt annað, sum fólk eisini hava lagt til merkis, er, at Jan Ottosen ikki altíð er tann mest stillføri venjarin. Og kanska hev­ur hann eisini fingið orð fyri at vera ein, sum rópar hart – sera hart. – Eg eri nú einaferð, sum eg eri. Van­liga eri eg sera róligur, men eg brenni jú eisini fyri nøkrum tingum – millum annað hondbólti – og tá kann eg øsa meg, um spælarar t.d. ikki halda gjørdar avtalur. – Hinvegin er tað heldur ikki so, at eg altíð leiki í. Eg trúgvi neyvan, at tað hendi meira enn einar 10 ferðir tey trý árini, sum eg var hjá KÍF, og kanska var tað einar tríggjar ferðir nú í Vest­ manna. Men sjálvandi kemur fokus á, tá ein venjari tosar við teimum heilt stóru stavunum, og so bíta fólk seg fast í tað. Men er hetta ikki eisini ein partur av sálarfrøðini við venjarastarvinum. Hetta at spælarar viðhvørt skulu hava eitt ordans spark? – Tað er tað partvíst eisini. Spælarar eru jú ymiskir. Summir skulu hava eitt ordiligt spark, so teir kunnu vísa sítt besta, meðan skeld av hesum slagnum kann fáa aðrar at krógva seg heilt burtur á vøllinum. So tú skalt kenna tínar spæl­arar sera væl, áðrenn tú kemur við teim­um heilt stóru bókstavunum. Opin fyri avbjóðingum Enn veit Jan ikki, um hondbóltsframtíðin er í Føroyum ella aðrastaðni. Men hann slær fegin fast, at hann als ikki hev­ ur læst seg fastan upp á nakra ávísa upp­gávu. – Eg haldi, at her eru sera nógv spenn­andi lið í Føroyum. Bæði hjá monn­um og kvinnum eru lið við nógv­ um ungum spælarum, sum tað væl ber til at menna heilt nógv. So eg vil siga tað soleiðis, at eg eri opin fyri øllum. Eg vil ikki læsa meg fastan í nakran ávísan arbeiðssetning, men stendur ein upp­gáva til reiðar, so taka vit tað harfrá, sigur Jan Ottosen. Hann hevur til tíðir buldrað við síðulinjuna í føroyskum hondbólti, men sjálvur sigur Jan Ottosen seg vera sera róligan. Hinvegin sigur hann eisini, at tað eisini ræður um at ávirka spælararnar rætta vegin, og tá kann tað í nøkrum førum rigga væl at tosa við heilt stórum bókstavum sum eg eri Eg eri mynd: Álvur Haraldsen