Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. januar 2013 · Nr. 5 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Í morgin fara 12 føroysk løgfrøðilesandi til eina held­ ur annarleiðis próvtøku. Eina próv­tøku sum fer fram á sama hátt, sum undirvísingin hevur verið, síðani tey byrj­aðu í september í fjør. Tey skulu til próvtøku umvegis inter­ net­ið. - Eg dugi ikki at síggja nakr­ar vansar við at fáa undir­vísing og fara til próv­ tøku umvegis internetið. Tað hev­ur riggað stak væl, sigur Jákup Egil Jensen úr Havn. Hann er ein av teimum 12 næm­ingunum, sum hev­ur tikið av tilboðnum frá Syd­ dansk Univeristet í Oden­ se um at taka bachelor­út­ b­úving í løgfrøði umvegis internetið. Er ongantíð í skúla Tað var seinasta summar, at Jákup Egil Jensen setti hol á ta fimm ára langu út­ búgv­ingina, ið hann tekur sum fjarlestur. Vanliga tekur henda útbúgvingin trý ár, men av tí at talan er um fjar- lest­ur, er lestrartíðin sett til at vera fimm ár. - Eg sá eina lýsing í bløð­ unum, um at nú bjóðaði Syd­ dansk Universitet áhuga­ð­um at taka bachelor­út­búgv­ing­ ina í løgfrøði sum fjarlestur, og eg valdi at taka av alt fyri eitt, fortelur Jákup Egil Jensen. Dagliga starvast hann hjá Atlantic Airways sum compliance auditor, har hansara uppgáva er at syrgja fyri, at allar lógir galdandi fyri flogfeløg verða hildnar. - Í gerandisdegnum fá­ist eg nógv við løgfrøði, og tí helt eg tað vera upp­lagt, at fáa mær hesa bachelor­út­ búgv­ingina, sigur Jákup Eli Jen­sen og heldur fram: - Eg havi ikki møguleika at fara á tann vanliga skúla­ bonk­in, har tú skalt í skúla fimm dagar um vikuna, tí eg eri í føstum starvi og fari til arbeiðis hvønn dag. Tískil hósk­ar tilboðið frá Syddansk Uni­versi­tet væl til mín, sigur Jákup Egil Jensen. - Eg ivist ikki í, at henda út­búgv­ingin kann hjálpa mær í gerandisdegnum, og higartil hevur tað, sum eg havi lisið, verið áhugavert og ógvu­liga relevant. Fyrilestrar hvønn leygardag Vanliga plagar Jákup Egil Jen­sen at sita framman fyri teldu­skíggjanum hvønn leyg­ar­dag allan fyrrapartin og nakað út á seinnapartin. Tá er hann til fyrilestur hjá onkrum professara ella lekt­a­ra á Syddansk Uni­ver­ si­tet. - Fleiri upptøkutól filma fyri­lestrarnar, og so ber til hjá okkum her í Føroyum og aðra­staðni at fylgja við bein­ leið­is umvegis inter­net­ið, greið­ir Jákup Egil Jensen frá. Hóast hann situr heima við hús og fylgir fyri­lestru­ num kennir hann seg á ong­ an hátt passivan. Heldur tvørt­ur­ímóti. - Vit hava møgu­leika fyri at seta fyri­lestr­ar­haldara­ num spurningar, sum hann síðani svarar á sjálv­um fyrilestrinum. Siti eg við onkrum spurningi, kann eg skriva tað til ein per­ són, sum er til staðar un­d­ ir fyrilestrinum, og hesin per­sónurin set­ur so við­ kom­andi fyri­lestr­ar­hald­ara spurningin, fortelur Jákup Egil Jensen. - Ofta haldi eg, at vit, sum sita og fylgja við fyri­ lestrinum á netinum, eru meira aktiv enn tey, sum eru fysiskt til staðar á uni­ versiteti­num, sigur Jákup Egil Jensen. Umframt at vera til fyri­ lest­ur so at siga hvønn leyg­ ar­dag verða sunnu­dag­arnir hjá Jákupi Egil Jensen brúkt­ ir til løgfrøðislesnað. - Vit hava eina vanliga lesi­ætlan, sum vit fylgja. Van­liga brúki eg sunnudagar til at lesa, og onkuntíð fer so eisi­ni ein tími okkurt kvøldi í viku­ni til heimaarbeiði. Fjarpróvtøka í 4 tímar Tá Jákup Egil Jensen og hin­ ir ellivu føroyingarnir skulu til próvtøku í “juridisk me­ tode” í morgin, verður tað eisi­ni umvegis internetið. Hó­ast hetta fer próvtøkan hjá føroyingunum í stóran mun fram á sama hátt sum hjá teimum, ið verða stødd á Syd­dansk Universitet. - Vit sita í eini skúlastovu á Handilsskúlanum í Havn. Uppgávan verður løgd út á ein portal, har vit skulu innrita fyri at sígg­ja uppgávuna. Vit prenta upp­ gávu­na á pappír og hava síðani tilsamans fýra tímar til at leita eftir upp­lýs­ing­ un­um, vit skulu brúka, sigur Jákup Egil Jensen og heldur fram: - Vit skriva alt á eitt word-dokument, sum síða­ ni verður uploada til eina síðu á netinum, har lær­ar­ar­ nir kunnu fáa fatur á doku­ menti­num. At fyrireika seg til próv­ tøku­na og annars at fylgja við fyrilestrum umvegis inter­netið er á ongan hátt trupult, heldur Jákup Egil Jen­sen. - Tú kanst altíð fáa sam­ band við undirvísarar og tey, ið halda fyrilestrarnar. Har­ afturat kunnu vit altíð seta teimum sokallaðu hjálpar­ instrukt­ørum spurningar á ein­um chatforum. Hetta eru onn­ur lesandi, sum tó hava lis­ið í nøkur fleiri ár, fortelur Jákup Egil Jensen. Hann kennir seg væl fyri­ reikaðan til fjar­próv­tøku­na í morgin. - Eg havi lisið alt pensum eina ferð afturat, og havi ann­ars fylgt við í øllum fyri­ lestrunum, ið hava verið, so eg haldi, at eg eri væl fyri­ reikað­ur, sigur Jákup Egil Jen­sen. Juralesandi heima í stovuni Í morgin skulu Jákup Egil Jensen og 11 onnur til próvtøku í løgfrøði. Ikki á donskum universiteti, men framman fyri telduskíggjan. - Eg hevði ongantíð farið í holt við hesa útbúgvingina, um eg skuldi sitið á skúlabonki í Danmark. Tað sigur 52 ára gamli havnarmaðurin, ið lesur løgfrøði sum fjarlestur - Eg dugi ikki at síggja nakr­ar vansar við at fáa undir­vísing og fara til próv­tøku umvegis internetið. Tað hev­ur riggað stak væl